Vánaligt spæl og vánaligt úrslit


 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Everton - Liverpool 0-0 (0-0)

Liverpool er ikki tað, sum teir hava verið seinnu árini. Undanfarnu ár hava vit av og á tapt dystir, men vit hava næstan altíð verið leikliga betri enn hitt liðið.

Soleiðis hevur kortini ikki verið higartil hetta kappingarárið, og móti Everton í dag var einki undantak, tí Everton spældi upp við okkum meginpartin av dystinum, og var líka nær við sigrinum sum vit.

Eg sá ikki fyrra hálvleik, bara endan og hæddarpunkt, so tað, sum eg skrivið her byggir mest á seinna hálvleik.

Um fyrra hálvleik var stutt at siga, at móti endanum av fyrra hálvleiki rakti fyrst Everton træverkið eina ferð, og so Liverpool tvær ferðir. Nunez sendi úr spískum ein fluktara umvegis Pickford í málinum hjá Everton bóltin á tvørtræðið, og Diaz hamraði í eyðkendan stíl bóltin á stongina.

Carvalho fekk eisini eina harða takkling, og kom ikki inn aftur til seinna hálvleik.

Seinni hálvleikur var eitt verri rót, og bæði liðini høvdu møgueikar at avgera dystin. Liverpool sær als ikki út til at hava tað neyðuga tolið og ferðina á spælinum til at spæla verjurnar hjá mótstøðuliðnum sundir. Í staðin vóru ómotiveraðir bóltar sendir inn í málteigin, og tað nyttar lítið móti tøttum defensivum verjum.

Teir, sum hava verið bestir hini árini, Salah, Trent og Van Dijk, sýnast at vera rættiliga ómotiveraðir, og síggja næstan út til at treingja til ein túr á beinkin. Serliga Salah fær sera lítið burtur úr, og kemur ikki fram við einum einasta manni.

Uppskriftin hjá Everton var líka sum hjá Fulham, Newcastle og Manchester United. Teir fóru hart til okkum á miðvøllinum, og tá ið okkara leikarar spæla seint, og als ikki hava tolið at spæla hini liðini tunn, so er lætt hjá teimum at vinna bóltin frá okkum.

Einu løtuna bíðaðu øll eftir, at Everton fór at skora, og tað gjørdu teir eisini, men fyrrverandi Liverpool unglingin Conor Cohen var rangstaddur.

Tá ið alt tað ringa er sagt um Liverpool, so má eisini sigast, at vit høvdu okkara møguleikar at vinna dystin, og Pickford hevði nógvar sera góðar bjargingar og varð valdur til dagsins leikara av BT Sport.

Javnleikur var eitt rættvíst úrslit í dystinum, men tíverri kunnu vit ikki brúka tað til tað stóra, og nú er meistaratokið koyrt. Nú ræður um, at koma í topp 4 fyri at tryggja luttøku í Champions League komandi kappingarár.