Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
UEFA Champions League: Napoli - Liverpool 4-1 (3-0)
Vánaliga byrjanin upp á kappingarárið heldur fram, og í kvøld bukaði Napoli okkum av í fyrsta dystinum í Champions League hetta kappingarárið. Liverpool fekk ikki eitt bein til jørðina og spældi ein sera vánaligan dyst, har als einki hekk saman. Napoli kundi lættliga havt vunnið meira enn 4-1.
Napoli helt fram, og longu í 5. minutti endaði galið, tá ið eitt skot rakti hondina hjá Milner, og so var brotsspark, sum Anguissa sendi trygt í málið.
Tað kundi lættliga verði so ræðiliga nógv verri, tí løtu seinni var aftur brotsspark til Napoli, tá ið Van Dijk feldi Osimhen. Hann skeyt sjálvur, men Allison bjargaði.
Napoli hevði eisini ein rimmar møguliga, eftir eitt mistak frá Gomez, men van Dijk bjargaði á strikuni.
Tað bleiv kortini ikki við at ganga, og tá ið hálvur tími var spældur, økti Napoli fult uppiborið til 2-0. Gomez klossaði bóltin burtur, og so varð bólturin sendur inn um eina totalt passiva Liverpoolverju, og har skoraði Anguissa. Hóast Gomez átti málið, so var m.a. Fabinho eisini alt ov passivur í støðuni.
Liverpool hevði bóltin nógv, men sá ongantíð út, sum teir fóru at skora, og komu næstan ikki til nakran veruligan møguleika.
Tann besta møguleikan fekk Salah, men hann rakti als ikki bóltin, og egyptiski kongurin er bara ein skuggi av sær sjálvum hetta kappingarárið, og sær ikki út til at fara at skora aftur hesumegin jól.
Ein kundi vóna, at Liverpool fór at minka um munin fyri hálvleik. Men í staðin gjørdi Gomez enn ein feil við baklinjuna til høgru fyri málið, og so kundi Kvaratskhelia senda bóltin beint í føturnar á Simeone, sum setti bóltin í tóma málið.
Hálvleikleiðslan upp á 3-0 til Napoli var ikki eitt mál ov stór.
Matip kom inn fyri Gomez í hálvleikinum, og tað útskiftingina kundi eingin seta spurngartekin við. Men einki hjálpti, tí tað var bara ein minuttur spældur, so stóð 4-0. Aftur var bólturi spældur inn um verjuna hjá Liverpool, og endin var, at Zelinski gjørdist púra leysur. Allison bjargaði í fyrstu atløgu, men Zelinski var fyrstur á leysa bóltinum, og so var 4-0.
Diaz gav Liverpool eina lítla vón, tá ið hann við einum einmansavriki í eyðkendum stíli rak úr vinstru síðu inn í vøllin, og bendi bóltin inn við handaru stong.
Liverpool royndi at eta seg inn í dystin aftur, men har var einki at gera. Diaz royndi, og var væl tann einastu, sum tað glógvaði eitt sindur í, men einsamallur er ringt at gera nakað.
Nunez, Jota og Thiago komu á vøllin fyri Salah, Firmino og Salah. Men heldur ikki tað hjálpti tað stóra.
Liverpool slapp at hava bóltin nógv, men tað var einki bit í, og Liverpool kom ikki til ein einasta málmøguleika.
Kappingarárið stendur við og versnar, og tað er torført at fáa eyga á nakran glotta fyri tíðina.
Leygardagin kemur Wolverhampton á vitjan á Anfield. Tá skal Klopp skal veruliga samla stumbarnar, og við verandi formi, so er einki givið frammanundan í tí dystinum.