Matip bjargaði kvøldinum

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Champions League: Liverpool - Ajax 2-1 (1-1)

Heimaáskoðararnir kláraðu at tiga, meðan tøgn var í ein minutt fyri Elisabeth drotning, og so var klárt at spæla fótbólt. 

Liverpool royndi frá byrjan at seta ferð á spælið, men nakað veruligt trýst ella nakran veruligan møguleika varð tað ikki til beinanvegin.

Liverpool slapp at hava bóltin nógv mest. Men trupulleikin var tann sami sum higartil í ár. Bólturin varð spældur alt ov seint runt, og verjan hjá Ajax kundi í stóran mun bara standa og hyggja.

Ajax kom eisini spakuliga við í dystin uttan at koma til nakran møguleika.

Best sum tað sá út til at einki fór at henda, skoraði Liverpool. Allison sendi ein langan bólt fram, Diaz vann luftbóltin, Jota spældi víðari tvørturum til Salah, sum skoraði.

Liverpool var nú omaná. Ajax kom ikki út av egnari hálvu eina løtu, og bæði Diaz og Jota høvdu góðar langskotsroyndir, har serliga tann hjá Diaz burdi rakt málið.

Vit fingu tó skjótt armarnar niður aftur, og enn einaferð sóu vit veikleikar í verjuni og serliga hjá van Dijk. Stóri leikarin í niðurlendsku heiðursdeildini í løtuni, nigerianski Kudus, slapp at draga sær á inni í brotsteiginum og hamraði bóltin upp í nærmasta málhorn. So var 1-1 og mótloysi hótti aftur á Anfield. 

Liverpool slapp víðari at hava bóltin, framvegis uttan at skapa tað stóra. Tað varð tó til nakrar atsóknir. Van Dijk skallaði tvær ferðir eftir hornaspark, og Arnold kom til tvey skot í somu støðu, men tað var javnleikur 1-1 í hálvleikinum

Liverpool royndi aftur frá byrjan í seinna hálvleiki. Spælið koyrdi tó framhaldandi í tómgongd, og tað hendi einki. Van Dijk slapp enn einaferð at skalla, hesaferð eitt frísparksinnlegg, men tað var púra vandaleyst.

Um miðjan seinna hálvleik komu Nunez og Firmino inn fyri Elliott og Jota.

Innskiftingarnar broyttu ikki tað stóra. Liverpool hevði framvegis bóltin, men tað hendi einki. Enn eitt hornaspark endaði við at vit skallaðu upp um, hesaferð Matip.

Samstundis hótti Ajax meira og meira í hinum endanum, og Blind hevði størsta møguleikan higartil í seinna hálvleiki, tá ið hann skallaði beint fram við stongini.

Av og á riggaði trýstið hjá Liverpool eitt sindur, men í staðin fyri at seta ferð á fram eftir, so tóku okkara leikarar, sum oftast eitt trekk aftureftir, og so var møguleikin vekk. 

Størsti møguleikin hjá Liverpool fall til Nunez. Men hann fekk ikki ordiliga skot á, eftir eitt annars gott álop.

Løtu seinni var fór eitt innlegg frá Nunez beint aftan fyri Diaz, og eitt skot frá Salah var rættað av á tríkantin.

Forloysingin kom kortini, tá ið ein minuttur var eftir. Hesaferð dugdi Matip at skalla, og bólturin var innanfyri, tá ið ein verjuleikari hjá Ajax royndi at bjarga á strikuni.

Endiliga vunnu vit aftur, og vit eru við í stríðnum at koma víðari í Champions League. Pent var tað ikki, men vit høvdu stóra leikliga yvirvág, og tá ið dragast skal samanum, so var sigurin uppiborin.

Vit spæla ikki aftur fyrr enn 1. oktober, tá ið Brighton vitjar á Anfield. Nakrar dagar seinni vitja skotsku Rangers í Liverpool, og er tað nakað skotar elska, so er tað at arga eingilsmenn, so tað verður ikki nakar lættur dystur.