Eftirmeting: KÍ yvirtekur landsliðið


UEFA Nations League: Føroyar - Turkaland 2-1 (0-0)


Tað var sum um okkurt hendi við landsliðnum móti Turkalandi á Tórsvølli í kvøld. Har var nýggj orka í liðnum, og lutfalsliga nýggir leikarar, sum veruliga tóku av møguleikanum at vinna sær fast pláss á landsliðnum.

Vekk vóru leikarar sum Brandur Hendriksson, Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad, sum fyri nøkrum árum síðan vóru berandi leikarar á einum føroyskum liði í framgongd. Men sum nú eru skaddir ella bara ikki hava sama støði longur.

Eftir dystin í kvøld tykist greitt, at teir tríggir omanfyri nevndu veruliga mugu stríðast fyri at koma aftur á landsliðið, um teir ynskja tað tað. Í kvøld vóru tað klaksvíkingarnir Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen sum settu dagskránna, nú sigursvanda KÍ-liðið er um at yvirtaka landsliðið. Fýra KÍ-arar byrjaðu á vøllinum fyri Føroyar og ein kom inn, og tað er heilt greitt, at menninir hjá Mikkjal Thomassen eru sera væl fyri at spæla altjóða fótbólt.

Raktu rætta orkustøðið
Hetta var nógv besti landsdysturin undir Håkan Ericson. Ja, besti landsdystur í nógv harrans ár. Gaman í var Turkaland ikki serliga imponerandi. Men tað tekur einki frá okkara monnum.

Frá byrjan tyktist alt liðið at raka júst rætta orkustøðið. Alt liðið fór langt fram á vøllin at trýsta, og bóltahaldarin hjá Turkalandi fekk frá byrjan og næstan allan dystin á tamb ongantíð frið at hava bóltin.

Á odda í trýstinum var Jóán Símun Edmundsson, sum við hvørt einasta høvi legði alla orku í at órógva turkisku verjuna, bæði tá ið vit høvdu bóltin, og tá ið Turkaland hevði bóltin. Jóan Símun tyktist veruliga at vilja prógva, at hann framvegis hoyrir heima á landsliðnum, eftir at hann hevur fingið ávísan kritikk seinnu árini.

Tað má vera strævið at spæla móti Jóan Símun, sum við sínum eitt sindur óortodoksa stílið fer inn í hvønn einasta nærdyst, og letur mótstøðuleikaran merka, at hann er har.

Sum krúnan á verkinum skoraði Jóan Símun eitt frálíkt mál, tá ið hann lyfti sendingina frá Jákup Andreasen upp um málverjan úr spískum vinkli.

Bjartalíð setur nýggjan standard
Staddur á Tórsvølli, var tann leikarin, sum eg legði mest merki til, Jóannes Bjartalíð. Eftir at hann var besti maður í Litava, helt eg, at hann endurtók bragdið í kvøld. Í mínum hugaheimi havi eg ikki sæð so gott einstaklinga avrik frá einum landsliðsleikara, síðan tann blaðungi Brandur Hendriksson trein inn á landsliðið fyri skjótt nógvum árum síðan.

Hann sær út til at geva landsliðnum nakað nýtt. Er við vinstra beininum róligur á bóltinum, meðan hann sera hegnisliga verjir bóltin við kroppinum. Hann sleppur altíð skilagott av við bóltin, og samspælið við Gilla Sørensen riggaði framúr væl í kvøld. So væl, at hetta var besti dystur í álopspartinum hjá Gilla í fleiri ár.

Harafturat legði Jóannes Bjartalíð eina øðiliga orku fyri. Hann rann og tuskaði allan dystin. Í mínum optikki var hann allastaðni á vøllinum, og so er hann eisini so kroppsliga sterkur, at hann vinnur eina rúgvu av nærdystum.

Eisini hin ungi klaksvíkingurin, Jákup B. Andreasen, skaraði fram úr á verjukenda miðvøllinum, og tað er lítið at ivast í, at vit langt um leingi hava funnið avloysaran hjá Fróða Benjaminsen. Stórur og sterkur, og ikki minst tryggur við bóltinum.

Håkan rakti rætt
Nú havi eg nevnt nakrar leikarar burturúr. Men sjálvandi spældu allir væl, tá ið liðið spælir so gott.

Teitur gav neyðuga friðin yvir spælið við sínum trygga bóltspæli. Miðverjan við Gunnar Vatnhamar og Heina Vatnsdal var solid, og liðskiparin Viljormur Davidsen er sum gott vín og gerst bara betri og betri við árunum. Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen og Meinard Olsen spældu eisini ein góðan landsdyst, tó uttan at vera so sjónligir.

Spæliætlanin hjá Håkan tyktist eisini at rigga væl. Tað riggaði sera væl at leggja trýst á yvirlegnu turkarnar, sum als ikki tímdu at venja á Tórsvølli undan dystinum. Og sum Håkan greiddi frá í sjónvarpnum, so vóru tað leikararnir sum vildu halda fram við ágangandi spælinum eftir steðgin, og har skal altíð væl klæddi svenski landsliðsvenjarin hava rós fyri, at hann dugdi og tordi at lurta eftir røttu signalunum.

Samanumtikið ein av heilt stóru løtunum í føroyskum landsliðsfótbólti, og tað ger tað ikki verri, at tað ljóðar, at sigurin á Turkalandi hevur við sær, at Føroyar vera í einum hægri styrkisbólki, tá ið lutakastið til EM-undanbólkarnar verður í næstum.

Dystartøl