Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
Premier League: Liverpool - Brighton 3-3 (1-2)
Vit høvdu vóna, at langi steðgurin kom okkum til góða, og at okkara spælarar vaknaðu eftir sera vánaligu byrjanina upp á kappingarárið. Men tað má bara staðfestast, at Liverpool er als ikki til at kenna aftur, og einki bendir á, at gongdin fer at venda.
Longu eftir eitt stórt korter stóð 2-0 til gestirnar úr Brighton, og tað var ikki eitt einasta mál ov nógv, tí var tað ikki fyri Allison í málinum, so var fýra ella fimm null.
Tað var snøgt sagt einki skil á nakra staðni á vøllinum hjá Liverpool, og serliga verjuparturin var sum harragud veit. Trent Arnold gjørdi einki fyri at afturvísa kritikkinum av hansara verjuspæli, og hann átti sín lut í báðum málunum hjá Brighton. Trossard skoraði bæði málini hjá Brighton.
Miðvøllurin var heldur ikki til staðar. Sjálvt Thigao hevði torført við at halda bóltin í liðnum, meðan Fabinho og Henderson framvegis hava torført við at fylla nakað á miðvøllinum.
Tá ið Liverpool var komið yvir tað ringast sjokkið, kláraði Thiago so spakuliga at fáa stýr á miðvøllinum, og Firmino fekk Liverpool inn í dystin aftur, tá ið hann hegnisliga lyfti bóltin upp um ein takklandi verjuleikara í málið.
Samanlagt gjøgnum allan dystin var Firmino helst besti útileikarin, og hann javnaði eisini iggju minuttir inn í seinna hálvleik.
Liverpool kom eisini fram um, tá ið ein verjuleikari hjá Brighton beindi bóltin í egið mál, eftir at málverjin kiksaði eftir eitt hornaspark.
Hesin dysturin var kortini langt frá liðugur, og tað var vandi á ferð, hvørja ferð Brighton kom í álop, og Trent Arnold var framvegis veika punktið í okkara verjuparti.
Brighton javnaði eisini, og aftur hesa ferð komu teir í gjøgnum í okkara høgru síðu, men tað var tó Van Dijk sum átti størsta feilin, tá ið hann ikki rakti bóltin, sum endaði hjá Trossard, ið skoraði sítt triðja mál.
Enn eitt stórt skuffilsi, og vit høvdu ikki uppiborið betri.
Verjuparturin kostaði okkum dystin, og trý mál eiga at vera nokk at vinna ein dystin. Tað er sum heild skipanin av verjupartinum, sum er vánalig, og so slepst ikki undan at nevna sera vánaliga verjuspælið hjá Trent Arnold, sum øll mótstøðuliðini hava valt sum tað veika punktið hjá Liverpool. Arnold treingir til ein steðg fyri at finna seg sjálvan, tí í løtuni klárar hann ikki at hugsavna seg at spæla fótbólt á hægsta stigi.
Týskvøldið kemur Rangers á vitjan á Anfield í Champions League. Næsta sunnudag vitjar Liverpool sera væl upplagda oddaliðið Arsenal, sum í løtuni er 11 stig framman fyri Liverpool. Tá skulu heilt aðrir bollar í súpanina, um nakað skal fáast burtur úr tí dystinum.