Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
UEFA Champions League: Liverpool - Rangers (Skotland) 2-0 (1-0)
So vunnu vit aftur. Tað er sjálvandi gott. Men spurningurin er, um vit skulu leggja so nógv meira í tað, tí skotsk mótstøða er í besta føri miðal, og avgjørt ikki nógv at reypa av.
Eg sá sjálvur bara dystin partvíst, so nøkur verulig dystareftirmeting verður hetta ikki.
Tað mest áhugaverda var sjálvandi tann nýggja spæli skipanin. 4-2-1-3 við Jota sum einum 10-ara aftanfyri Gomez, Nunez og Salah riggaði bara væl, og vit skaptu eina rúgvu av møguleikum og átta helst at havt vunnið meira. Vit oyðslaðu aftur við møguleikum, og okkara nýggju áleyparar Gomez og Nunez eru tíverri ikki komnir á lagi, hvat viðvíkjur at skjóta mál.
Tíbetur skoraðu vit týðliga, og fyri einaferð skyld komu vit fram um í einum dysti. Nógv umrøddi, Trent Arnold, sum ikki higartil ikki hevur havt sítt besta kappingarár, hamraði eitt fríspark í málið úr 25 metrum, og so kundu vit slappa eitt sindur av.
Sum nevnt, gekst illa at fáa mál burtur í møguleikunum, og tað skuldi eisini enn ein deyðbóltur til at økja. Sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið Diaz varð feldur í brotsteiginum, og Salah skoraði trygt upp á brotssparkið.
Sigurin var ongantíð veruliga hóttur, men Rangers var um reppið at seta spenning í dystin aftur móti endanum av dystinum við tveimum góðum møguleikum.
Tsmikas bjargaði á strikuni, tá ið hann onkursvegna kláraði at stýra einum bólti, sum var á veg í málið, upp um. Og eftir hornasparkið aftaná bjargaði Allison meistarliga.
Vit vunnu 2-0. Eitt evarska lítið stig rætta vegin, men sunnudagin bíðar heilt onnur mótstøða í London, tá ið vit vitja oddaliðið í Onglandi, Arsenal.