Seinasti neyvleikin á og uttanfyri vøllin manglaði


EM-undanbólkur 4:
Ukraina - Føroyar 29-25 (18-14)


Viðhvørt er torført at skilja avgerðirnar hjá venjarum, og soleiðis var í kvøld, tá ið føroysku hondbóltsmenninir høvdu góðan møguleika at fáa gott úrslit móti Ukraina.

Hví brøðurnir Pauli Mittún og Óli Mittún skuldu av vøllinum, júst vit høvdu fingið samband við Ukraina eftir at hava verið fleiri mál aftanfyri, var ilt at skilja.

Føroyar stóðu einki aftanfyri Ukraina, men tað var sum um venjarin ikki tordi at halda fast í tí uppstillingini, sum riggaði best, og tá ið Pauli og Óli koma aftur á vøllin átta minuttir fyri tíð, var støðan 26-22 til Ukraina, og tá var ov seint at fáa tað mista aftur.

Føroyar byrjaði annars sera væl. Tróndur Mikkelsen skoraði trý tey fyrstu málini og vit førdu 4-2. Pauli Mittún spældi eisini væl bæði í verju og álopið, og Peter Krogh var frá byrjan ein sannur brandur í verjuni. Gjøgnum allan dystin spældi Peter verjuspæla á hægsta altjóða stigi.

Vit fylgdu við til 8-8. Men so kom Ukraina fram um við 17-11, og tað sá einki út. So kom løtan, sum øll hondbóltsáhugaði í Føroyum bíðaðu eftir. Nýggjasti hondbóltsúrmælingurin úr Hoyvík, 17 ára gamli Óli Mittún, kom á vøllin. Óli gjørdi beinanvegin vart við seg, og saman við beiggjanum Paula fekk hann ferð á spælið, spældi Hákun á Teigum leysan til eitt mál, skoraði eitt og fekk eitt mál skeivt kolldømt fyri fet.

Tað eydnaðist at minka niður í 18-14 í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki skoraðu vit í fyrsta álopi, og skjótt vóru vit bara eitt mál aftanfyri.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan 21-20 í heilar seks minuttir, og málverjarnir báðir, okkara Pauli Jacobsen og ukrainski málverjin, skiftust um at bjarga meistarliga.

Av einari ella aðrari løgnari orsøk fóru Føroyar aftur til tað uppstillingina, sum ikki riggaði so væl í fyrra hálvleiki, og tað vísti seg at ganga líka illa hesaferð. Ukreina fór upp á nakrar minuttir fýra mál fram um. So var eingin vegur aftur, og Ukraina vann 29-25.

Okkara hondbóltsmenn vístu enn einferð, at vit klára at spæla upp móti stórum tjóðum. Men enn manglar tann seinasti neyvleikin bæði á vøllinum og í kvøld eisini uttan fyri vøllin.

Sunnukvøldið kl. 18.00 taka Føroyar móti Eysturríki á hølli á Hálsi, og tá eru góðar vónir um eitt veruliga gott úrslit.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Tróndur Mikkelsen 5
Vilhelm Poulsen 4
Rói Berg Hansen 3
Pauli Mittún 3
Óli Mittún 3
Hákun West av Teigum 3 (1)
Teis Horn Rasmussen 2
Kjartan Johansen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 10 bjargingar
Nicholas Satchwell 1 bjarging