Óli í heimsflokki var ikki nokk

.



EM-undanbólkur 4:
Føroyar - Eysturríki 28-30 (14-14)

Óli Mittún trein í kvøld veruliga inn á føroyska landsliðspallin, tá ið hann vísti spæl í avgjørdum heimsflokki í landsdystinum móti Eysturríki í høllini á Hálsi.

Endin var tó, at Eysturríki vann dystin 30-28, og enn manglar eitt sindur í, áðrenn Føroyar eru ordliga klárar at fylgja við stóru tjóðunum. Men vit eru væl á veg

Myndatekstur: Óli Mittún var helst ikki nøgdur við úrslitið. Men hann kann verða nøgdur við sítt egnað avrik í sínum fyrsta A-landsdysti á heimavølli

Føroyar fingu góða byrjan upp á dystin. Eysturríkska verjan hevði trupulleikar av kvika føroyska álopsspælinum væl stýrt av Paula Mittún mitt á miðjuni.

Eins og fyrra dystin so byrjaði Tróndur Mikkelsen eisini sera væl á vinstra bakki og skoraði trý mál fyrstu løtuna. Eisini stóð Pauli Jacobsen væl aftanfyri eina sterka verju.

Eina løtu førdu vit 6-3. Men eitt, tvey, trý so streyk Eysturríki avstað, og máltalvan vísti 6-7. Eysturríki kom eisini á odda 11-8.

Nú var Óli Mittún komin á vøllin, og eftir eina eitt lítið sindur trilvandi byrjan tók unglingin fat, og vísti at ungur aldur er eingin forðing í altjóða hondbólti.

Meira ferð kom á álopið, og í tí eina førinum vísti Óli eina fintu í avgjørdum heimsflokki, og eysturríkska verjan sá nóg illa, hvat hendi, áðrenn bólturin lá í málinum. Seinni í dystinum komu nógvar slíkar fintur í heimsflokki frá 17 ára gamla hoyvíkinginum.

Føroyar komu upp á javnt, og fram til hálvleiks gekk javnt á. Óli var framhaldandi tað stóra upplivilsi í fullsettu høllini á Hálsi. Í hálvleikinum var støðan 14-14.

Í seinna hálvleiki helt Óli fram, har hann slepti. Skoraði og legði upp til tvey tey fyrstu málini, og trekti onkra útvísing.

Føroyar fingu ov lítið burtur úr, tá ið vit í tveimum førum vóru í yvirtali, einaferð við einum manni, og einaferð við tveimum monnum. Tað vísti seg at vera ein feilur at taka Óla út í yvirtalsstøðunum, tí spælið stirvnaði beinanvegin.

Føroyar komu tó fram um 18-17. Men Eysturríki kom skjótt fram um aftur, og føroyska verjan hevði trupult við at steðga teirra spældeildara Lukas Hutecek, sum voldi føroysku verjuni stórt høvuðbrýggj. Hann streyk eins og Óli ferð eftir ferð gjøgnum okkara verju.

Føroyar vóru fyri tað mesta eitt ella tvey mál aftanfyri. Vit komu viðhvørt upp á javnleik, men so drógu teir frá aftur. Tann seinasta konsentratiónin manglaði at taka seinasta stigið at leggja seg fram um.

Í avgerandi minuttunum kláraði verjan hjá okkum ikki at steðga álopsspælinum hjá teimum. Framhaldandi var tað Hutecek, sum setti tempoið hjá teimum, og verjan fekk ongantíð fatur á honum.

Tá ið fimm minuttir vóru eftir, fór Eysturríki avgerandi fram um við trimum málum, og so var eingin vegur aftur.

Endin var, at gestirnir vunnu 30-28.

Óli stórspældi, Pauli í málinum spældu ein sera góðan dyst og Peter Krogh var ein brandur í verjuni. Fleiri aðrir spældu eisini væl partar av dystinum. Men tað var ikki nokk, og tað manglaði akkurát sum onkur annar, sum veruliga tók ábyrgd og traðkaði í karakter.

Verjan var, sum nevnt, heldur ikki nóg góð í seinna hálvleiki, har tað serliga var lætt at koma í gjøgnum mitt fyri.

Hetta var eitt sindur sum mangan hjá fótbóltslandsliðnum, nærvið og næstan. Vit mugu gerast eina tonn betri , um vit skulu skulu knógva tjóðum sum Eysturríki.

Tað er tó ein áhugaverdur tanki, hvat tað kann verða til, tá ið Elias á Skipagøtu verður við aftur. At sleppa at síggja hann og Óla spæla saman á A-landsliðnum gleða vit okkum til.



Beinleiðis dystargongd