Van Dijk og Gomez tamdu Haaland

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Manchester City 1-0 (0-0)

This is Anfield segði Pep Guardiola, venjari hjá City, í samrøðu eftir dystin, tá ið hann vísti sína ónøgd, málið hjá Foden, sum í fyrra hálvleiki var kolldømt fyri eitt fríspark í uppspælinum móti Fabinho.

Ja, hetta er Anfield, og hetta er skansin hjá Liverpool. Enn einaferð reistu vit okkum, tá ið tað mest trongdi til tað. Og Jürgen Klopp hann gjørdi sanniliga sítt til at halda dampin uppi á Anfield, tá ið hann østi seg til eitt reytt kort í yvirtíðini.

Endurføddi Mohamed Salah skoraði einasta málið, og heimsins besti verjuleikari seinastu fimm árini fann eisini seg sjálvan aftur, og saman við Joe Gomez tamdi hann heimsins besta áleypara, Erling Braut Haaland.

Eg sá ikki allan dystin. Sá fyrra hálvleik, áðrenn eg fór til landsdyst í hondbólti. Fyldi sjálvandi væl við á telefonini og tað var ein lætti, tá ið dómarin bríkslaði av eftir níggju minuttir av longdari leiktíð. Og í gjárkvøldið var stuttligari enn leingi at hyggja eftir Match of the day á BBC One.

Talan var um ein góðan dyst, sum bylgjaði aftur og fram. Bæði liðini høvdu góð álop, góðar støður og góðar møguleikar.

Liverpool spældi besta dystin í kappingarárinum, og serliga verjuparturin sá betri út enn leingi, hóast heimsins besta lið við heimsins besta áleypara var mótstøðulið.

Gomez var í miðverjuni saman við Van Dijk, og hendan verjugreipan, sum spældi sera væl saman meistarakappingarárið 2019/2020, fann aftur til fortíðar dygdir.

Vit kunnu ikki siga, at Haaland ikki fekk eitt bein til jørðina. Men norski úrmælingurin var hildin í stuttum snóri og slapp sjáldan at skjóta móti málinum ótarnaður. Nakrar ferðir slapp hann at skalla rímiliga leysur, men at skalla er ikki hansara sterkasta síða, so kanska tað var kalkulera at hann skuldi sleppa at skalla nakrar ferðir. Og Van Dijk, hann hevur framvegis ikki tapt ein dyst í Premier League heima á Anfield.

Á høgra bakki hevði James Milner evnaríka Phil Foden í síni hulu hond. Tað vóru fleiri, sum stúrdu fyri hesum tvídystinum, men Milner vístu okkum, at hann avgjørt kann vera við enn.

Eisini var sera gott at hava Robertson við aftur á vinstra bakki, og vit mugu staðfesta at Tsmikas er og verður annað val í langa tíð framyvir.

Av tí at eg ikki sá dystin sum heild, so verður hetta ikki nøkur ordilig greining av dystinum. Tað má kortini nevnast, at Salah er um at finna seg sjálvan aftur. Tað sær út til at koma væl við, at hann var skiftur út móti Arsenal og byrjaði á beinkinum móti Rangers. Hann tykist meira tendraður nú, og so sær tað út til at rigga sera væl, at hann er farin meira mitt inn á vøllin at spæla, og harvið hevur styttri veg inn til málið, tá ið hann móttekur bóltin.

Alt í alt ein sera góður og kærkomin sigur. Vónandi hjálpir sigurin til at venda higartil skuffandi kappingarárinum.

Vit hava vunnið tvær ferðir á City, og tað er kanska ikki tilvildarligt, tí teir tora at leypa á og lata pláss verða eftir á egnari hálvur. Mikukvøldið kemur West Ham á vitjan á Anfield, og tá skulu vit aftur vænta eitt lið, sum ikki letur nakað pláss vera aftanfyri verjuna, so tá mugu vit brynja okkum við toli, og tað er als ikki nøkur sjálvfylgja, at tað verður nakar lættari dystur enn dysturin móti City.