Vánligt spæl og trý stig

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - West Ham 1-0 (1-0)


Eftir flotta sigurin á City mátti Liverpool aftur vinna í dag, um vit skulu bjóða av í kappingini um plássini í Champions League.

Tað eydnaðist eisini, men tað var ikki talan um nakran góðan dyst frá okkara síðu.

Nunez skoraði málið í fyrra hálvleiki, og West Ham brendi eitt brotsspark.

Seinni hálvleikur var eitt verri rót, og einki mál kom afturat í dystinum, og vit fingu trý stig á kontuna.

Fyrsta korterið leikaði rímliga javnt á á Anfield. Liverpool hevði líla yvirvág, og hevði eisini fleiri atsóknir á málið. Serliga var eitt skot frá Darwin Nunez var nær við, tá ið hann fluktaði úr nakað spíðskum vinkli høgru megin. Men málverjin bjargaði lyfti bóltin upp um yvirleggjaran út til horna.

Liverpool legði seg fram um eftir 21 minuttir. Tsmikas fekk góðan frið at leggja inn fyri úr vinstru síðu, og innyfyri málið skallaði Darwin bóltin niður í vøllin og inn við handaru stong, og harvið hevði hann skorað sítt fyrsta mál heima á Anfield.

Eftir málið tók Liverpool yvir spælið, og høvdu onkra góða roynd afturat. Hóast okkara høvdu bóltin nógv, so var samanspælið ofta ikki nóg neyvt, og spælið gekk eisini ov seint.

Liverpool fekk tó betri og betri fatur á spælinum, og trýsti gjørdist størri og størri. Salah var sjónligur, men sýntist aftur at vera óneyvur við skotunum

Nunez, sum var besti maður í álopsspælinum hjá Liverpool í fyrra hálvleiki hamraði bóltin á stongina, og alt sá gott út hjá Liverpool.

So kom aftur ein løta við óneyvum sendingum og líkaglaðum verjuspæli. West Ham fekk nøkur góð álop, og so kom Joe Gomez harliga í ryggin á Bowen, og eftir eina góða løtu við VAR-døming, peikaði dómarin á brotssparksblettin. Eitt býtt brotsspark og eitt sindur bíligt. Sum hetta árið hevur lagað seg, so høvdu vit neyvan fingið brotsspark í hasi støðuni.

Allison bjargaði tíbetur brotssparkinum, og vit sluppu til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu, hóast Liverpool og verjan skinklaðu seinastu løtuna fyri hálvleik.

Seinni hálvleikur helt fram har seinni endaði. Okkara leikarar sýntust ómotiveraðir og har var eingin konsentratión til staðar. Nógvar skeivar sendingar, og ein løtu sá út til, at okkara leikarar hiildu at vit spældu í hvítum, tí nærum allir bóltar endaðu hjá West Ham.

Elliott, Fabinho og Jones komu inn fyri Thiago, Carvalho og Nunez. Men lítið hjálpti, og Liverpool hevði framvegis ikki tamarhald á dystinum.

Sum heild var sera lítið skil á dystinum, og hvørki av liðunum hevði nakað samanhangandi spæl. Fáir møguleikar vóra at skriva heim um, og tað var sum lítið, sum bendi á nakað mál kom afturat í dystinum.

Robertson og Milner komu inn í ein roynd at tryggja sigurin, og tað eydnaðist eisini. Trý kærkomin stig. Men vit mugu ásannað at leikliga eru vit langt frá tí støðinum, sum vit hava sæð seinnu árini.

Fáir leikarar spældu væl í kvøld. Undantøkini vóru Allison, Van Dijk og Nunez. Gomez kláraði ikki at endurtaka frálíka avrikið móti City, og Arnold hevði aftur stórar trupulleikar í verjupartinum. Á miðvøllinum er bara eingin, sum spælir væl hetta kappingarárið, so tað er lítið at ivast í, at Liverpool má leita eftir nýggjari góðsku á miðvøllinum.

Leygardagin tíðliga vitja vit í Nottingham, og tá er kravið enn ein sigur.