Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
Eftir eina hampiliga góða gongd, var aftur gerandisdagur, og við tapinum í dag móti Nottingham í dag mugu vit staðfesta, at hetta er ikki okkara kappingarár. Neistin er ikki í spælinum. Lítil ferð, einki hugflog og als eingin vilji.
Vit høvdu bóltin mest. Men teir skoraðu, og tað er tað sum telur. Gongdin minnir um tíðina áðrenn Klopp, tá ið vit ofta taptu móti botnliðum og vunnu móti toppliðum.
Ósigurin í dag og ósigurin vóru av tí flovisliga slagnum. Huff huff.
Liverpool er nærum tvungin at vinna hvønn einasta dyst, um vit veruliga skulu bjóða av í stríðnum at náa toppfýra, sum gevur pláss til Champions League komandi kappingarár. So tað var bara eitt, sum taldi í Nottingham í dag, og tað var ein sigur.
Uppflytarin Nottingham hevur fingið eina sera vánaliga byrjan í Premier League, og hóast felagið keypti dúgliga inn í summars, so lógu teir undan dystinum í dag á niðasta plássinum við 6 stigum fyri ellivu dystir.
Liverpool hevði alt spælið frá byrjan, meðan Nottingham royndi seg við mótálopum.
Fyrsti møguleikin kom eftir 9 minuttir, tá ið Carvalho hegnisliga tamdi ein bólt, sum var spældur inn um verjuna. Hann var tó staddur nær við málverjanum, sum bjargaði. Í hornasparksstøðuni beint aftaná skallaði Milner við síðuna av.
Eins og fleiri dystir í ár, gekk spælið hjá Liverpool seint við nógvum nertingum. Tað gjørdi at tað var rímiliga lætt hjá Nottingham at verja fyri.
Langt var millum møguleikarnar, og spælið hjá Liverpool gjørdist minni og minni málsøki, sum fyrri hálvleikur gekk.
Van Dijk átti tó at hava lagt Liverpool fram um, tá ið hann av einari ella aðrari løgnari orsøk valdi at skalla tvørtur um málið, tá ið hann púra leysur skallaði eitt innlegg frá Milner.
Seinni hálvleikur helt fram sum fyrri. Vit høvdu sera torført við at koma til møgulleikar, og so hendi tað sum ikki mátti henda.
Gomez regulert misti ein bólt á miðjuni, mátti gera fríspark, og slapp við gulum korti. Upp á eftirfylgjandi álop, sendi Nottingham bóltin inn fyri, og endin var, at Wwoniyi sendi bóltin í málið.
Enn vóru 35 minuttir eftir, og ein kundi vóna, at Liverpool fór at vakna nú. Men tað hendi ikki tað stóra. Trent kom inn fyri Milner, og Henderson fyri Carvalho. Hví Milner skuldi út, veit eg ikki, tí hann var millum teir frægu spælararnar í dag.
Vit hødu onkrar møguleikar. Van Dijk slapp at skalla fleiri ferðir, og skuldi minst havt skorað eitt mál. Eisini Trent hevði ein góðan møguleika.
Í hinum endanum helt Allison okkum inni í dystin, og hann var einasti maður saman við Milner, sum kann vera nøgdur við sítt avrik í dag. Restin spældi vánaligt og í besta føri miðal.
Teir gomul sýnast ov gamlir, og teir ungu, Elliott, Jones og Carvalho eru ikki nóg búnir enn at lyfta liðið. Spæla allir í tómgongd uttan nakran sum helst X-factor 🙁 (Kanska Edva kann hjálpa teimum🤣)
Komandi leygarkvøld kl. 19.45 kemur Leeds á vitjan í Liverpool. Undan tí, mikukvøldið kl. 20.00, spælir Liverpool dyst í Champions League móti Ajax í Amsterdam.