Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
Vit vunnu greitt og eru víðari. Men Guð viti, hvussu Liverpool kom livandi frá fyrra hálvleiki móti Ajax í kvøld. Vertirnir skuldu verið framman fyri við tveimum málum, áðrenn Salah legði okkum óuppiborið fram um. Ajax var betri í øllum fasettum av spælinum, og okkara spæl var milt sagt vánaligt.
Í seinna hálvleiki gjørdu vit skjótt av. Nunez skallaði enn eitt mál, og Elliott avgjørdi dystin longu sjey minuttir inn í seinna hálvleik.
Áðrenn vit taka tað góða, so mugu vit taka vánaliga fyrra hálvleikin, sum enn einaferð vísti okkum, at tað framvegis manglar nógv hjá Liverpool í øllum lutum.
Liverpool skuldi verið aftanfyri beinanvegin, og Ajax hevði eisini ein annan rimmar møguleika at leggja seg fram um.
Hjá okkum hekk einki saman. Afturhaldandi verjuspæl, og lítil ferð á spælinum sum heild. Tað er akkurát, sum um eingin strukturur er á liðnum og fáir spælmøguleikar hjá tí, sum hevði bóltin. Tí minti tað ofta um "gyppa og renn" fótbólt frá 80-unum, har Trent sparkaði bóltin fram, og so hopaðu vit tað besta.
Eingin spældi væl hesa í fyrra hálvleiki, og stjørnukeypið frá í summar, Darwin Nunez, skuffaði eisini. Hann hevur havt eina trupla byrjan í Liverpool, og í kvøld var einki undantak.
Hann var lítið við í spælinum og brilleraði við at tveita seg skammiliga í vøllin haldandi fyri andlitið, tá ið hann var raktur spakuliga í bringuna. Slíkur atburður hoyrir ikki heima í Liverpool, og Nunez má gevast við hasum í stundini, BEINT NÚ. Nunez brendi eisini ein gigantiskan møguleika.
Tíbetur skoraði Nunez í seinna hálvleiki, og enn einaferð sóu vit, at hann dugir sera væl at skalla.
Tríggjar minuttir fyri steðgin hevði Salah lagt okkum fram um. Henderson stakk bóltin fram til hann, og tá ið málverjin var komin púrasta skeivt langt út úr málinum, var lætt at skora. Nú skuldi Ajax skora tríggjar ferðir fyri at halda lív í vónini.
Tíbetur avgjørdu vit beinanvegin í seinna hálvleiki. Sum nevnt skoraði Nunez fyrst, og so skoraði Ellitot hegnisliga.
Restin av dystinum koyrdi í tómgongd, og dysturin endaði 3-0. Vit er víðari, og enda nærum heilt víst nummar tvey í bólkinum. Vit skulu vinna við minst trimum málum heima móti Napoli, um vit skulu taka fyrsta plássið.
Leygarkvøldið vitjar Leeds á Anfield, og tá krevst eitt nógv betri avrik í enn í kvøld, tí Premier League er heilt einfalt nógv sterkari enn støðið hjá Ajax.