Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
Premier League: Liverpool - Leeds 1-2 (1-1)
Tað gongur bara av h...... til hjá okkum fyri tíðina og Liverpool tapti í kvøld annan dystin á rað í Premier League, tá ið Leeds vitjaði á Anfield.
Salah javnaði fyri Liverpool í fyrra hálvleiki, eftir at Gomez hevði serverað bóltin fyri føturnar á Rodrigo, sum hevði lagt Leeds fram um.
Liverpool spældi ikki ein góðan dyst. Men móti endanum legði Liverpool stórt trýst á málið hjá Leeds, og hevði ivaleyst av møguleikum at avgera seg dystin, men inn vildi bólturin ikki
Ein ímynd upp á góðu árini hjá Liverpool hevur verið, at Virgil van Dijk ongan dyst hevur tapt heima á Anfield í Premier League. Sjálvt ikki hetta vánaliga kappingarárið hevur van Dijk ikki tapt á Anfield.
Men í kvøld tapti Liverpool á Anfield við van Dijk á liðnum, og kreppan í Liverpool náddi nýggjar hæddir. Við fyrsta ósigrinum á Anfield hjá van Dijk ber til at siga, at eitt tíðarskeið er av, og Liverpool má enduruppfinna seg sjálvan upp á onkran máta.
Hóast okkara menn høvdu nógvar møguleikar at avgera dystin, so vildi bólturin ikki inn, og tað er vorðin fastur táttur, at málverjin hjá mótstøðuliðnum er dagsins maður, og tað var Meslier í málinum hjá Leeds eisini í kvøld.
Í hinum endanum var verjan og serliga Gomez heilt við síðunar av sær sjálvum. Hann gav Leeds fyrsta málið, og mundi kosta fleiri.
Sum heild hekk spælið ikki saman, og gjøgnum dystin hevði Liverpool torført við at fáa spælið at hanga saman. Nógvar skeiva sendingar og óneyveiki í øllum lutum.
Tað hjálpir einki, at vit átta at havt vunnið, og tað hjálpir heldur einki, at vit vunnu móti City fyri nøkrum vikum síðan.
At vit vinna á liðum á lægri støði í Champions League er einasti glottin fyri tíðina, og í løtuni sær út til, at besti møguleikin at spæla seg til Champions League komandi ár, er at vinna júst Champions League.
Tíverri eru tveir dystir eftir í Premier League, áðrenn HM-endaspælið brýtur kappingarárið av. Næsta sunnudag vitja vit Tottenham í London. Men áðrenn tað spæla vit ein týdningarleysan dyst í Champions League móti Napoli týskvøldið á Anfield.