Knógvaðu Napoli

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

UEFA Champions League: Liverpool - Napoli 2-0 (0-0)


Liverpool vann seinasta dystin í bólkaspælinum í Champions League 2-0 á Napoli. 

Talan var um ein javnan dyst, sum sá út til at enda málleysur. Men við tveimum málum móti endanum av dystinum komu vit upp á sama stigatal sum Napoli. Innanhýsis málúrtøkan ger kortini, at Napoli vinnur bólkin.

Málini hjá okkum skoraðu Salah og Nunez, í báðum førum eftir returar

Frá fyrsta bríksli sóu vit, at Napoli hevur orku, at Liverpool mátti vera á toppinum fyri at fylgja við Napoli, sum hevur verið millum allar bestu liðini í Evropa í heyst.

Liverpool fótaði sær tó skjótt eftir fyrstu løtuna og hevði eina góða løtu, har m.a. Jones hevði eina góða roynd, tá ið Salah spældi hann leysan, men tætt við málverjan í spískum vinkli lyfti hann bóltin upp á nettakið.

Vit sóu alla tíðina, at Napoli er eitt lið við stórum sjálvsáliti, sum spælir beint móti málinum. Í einum umfarið, datt nýggja stjørnuskotið hjá Napoli, Kvaratskhelia, í brotsteiginum, men dómarin dømdi einki.

Liverpool hevði eisini stóra virðing fyri Napoli, og okkara menn fóru ikki í tað eyðkenda høga trýstið, sum heldur ikki hevur riggað hetta kappingarárið.

Hjá Liverpool var "the grand old man", James Milner, millum teir frægastu, men tað var sum so ofta hetta kappingarárið, vit høvdu bóltin nógv uttan at skapa nakað serligt framyvir.

Napoli var næstan ikki framman fyri miðjuna, men tá ið í teir vóru, voldi Kvaratskhelia nærum hvørja ferð truplleikar.

Tá ið umleið hálvur tími var spældur, fekk Thiago fyrsta møguleikan hjá Liverpool, tá ið Salah spældi út til hann eftir eitt skjótt mótálop, men málverjin bjargaði. Beint eftir skallaði Salah upp um úr torførari støðu.

Beint fyri hálvleik brendi Salah ein rimmar møguleika, tá ið Jones spældi hann leysan, men tað var rangstøða.

Í seinna hálvleiki helt javni dysturin fram. Tá ið eitt korter var spælt skoraði Napoli eftir eitt fríspark var lagt inn fyri. Men eftir meira enn tríggjar minuttir avgjørdi VAR at kolldøma málið fyri rangstøðu. Eitt gott dømi um hvussu býtt VAR er, men hesaferð kom tað okkum til góðar.

Seinni hálvleikur minti eitt sindur um hondbólt, upp á tann mátan, at liðini skiftust at vera í álopi. 

Hjá Liverpool gongur framvegis strilti at fáa samanspælið at hanga saman. Tað er stirvið, gongur seint fyri seg við nógvum nertinum, og tá ið tað so einaferð eydnast við nøkrum góðum kvikum sendingum, so kemur hvørja ferð onkur býtt skeiv sending. Tað er sum um, okkara leikarar ikki eru nóg hugsavnaðir  til at spæla á allarhægsta stigi.

Best sum dysturin sá út til at enda málleysur, so skoraði Liverpool. Innskifti Darwin Nunez vísti aftur styrki í luftin, tá ið hann skallaði hart á málverjan, sum júst helt bóltin uttanfyri strikuna, áðrenn Salah prikaði leysa bóltin í málið.

Seint inni í yvirtíðina varð 2-0, tá ið Nunez setti ein retur í málið, eftir at van Dijk hevði skallað beint á málverjan. Málið var góðtikið, eftir at VAR hevði hugt at málinum eina góða løtu, 

Sigurin var ikki nokk til at taka fyrsta plássið, og kann í veruleikanum ikki brúkast til tað stóra. Vit eru víðari sum tveyarar, og kunnu í áttandapartsfinalunum møta FC Porto, Bayern Munchen, Real Madrid ella Leipzig, og PSG. So tað er so avgjørt møguleiki fyri evropeiskum stórdysti á Anfield í vár.

Góður sigur. Men tað nyttar lítið, tá ið vit tapa móti Nottingham Forest og Leeds.

Sunnudagin skulu vit til London at vitja Tottenham, og tað mugu vit helst vinna og í minsta lagi hava stig, tí annars eru vit í ferð við at enda í niðurflytingarvanda. 

Dystartøl