Tveir ymiskir hálvleikir

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Tottenham - Liverpool 1-2 (0-2)
Sigurin í dag móti Tottenham var kærkomin, tó at tað framvegis stendur øllum greitt, at Liverpool er langt frá tí støðinum, sum hevur eyðkent liðið seinastu árini.

Fyrri hálvleikur var í lagi. Ikki tað at vit spældu framúr, men vit vóru betri enn Tottenham, sum spældi sera illa fyri steðgin. Salah skoraði bæði málini.

Tottenham kom á vøllin sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, meðan Liverpool ongantíð kom úr aftur skiftiríminum. Vit skulu prísa okkum lukkuligan fyri, at Tottenham einans skoraði eitt mál, og at vit harvið vunnið trý kærkomin stig.

Eftirmeting av dystinum
Tað eru nú nakrir tímar síðan dysturin endaði, og satt at siga, so var eg ikki serliga glaður, beint tá ið dysturin endaði, tí eg var fortørnaður inn á sera vánaliga seinna hálvleikin hjá Liverpool, har Tottenham hevði bóltin fyri tað mesta og hevði ivaleyst av møguleikum at javna og kanska eisini vinna dystin.

Men lat okkum fyrst taka fyrra hálvleik.

Ein miðvøllur í trupulleikum
Longu í fyrsta minutti gjørdi Thiago eina skeiva sending í eini ótrýstari støðu. Hesin samanspælsserfrøðingurin eigur ikki at gera so. Men júst hetta er vorið eyðkenni hjá Liverpool í ár. Vit duga ikki at spæla saman og missa nógvar bóltar, tá ið einfaldar bóltar skulu spælast. Tað hendir í øllum ketum. 

Serliga miðvøllurin sær út til at hava sera torført við at finna fótafesti í ár. Heldur ikki í dag, fann nakar miðvallarleikari formin. Fabinho er framvegis ein skuggi av sær sjálvum, og Thiago var heldur ikki nær á námind at vera so bólttryggur, sum hann eigur at vera. Harafturat var so Elliot, sum hósast eyðsýnd fótbóltsevni, diggaðist ov nógv við bóltinum og fekk alt ov lítið burtur úr.

Trent ikki mentalt til staðar
Ein annar risatrupulleiki er verjuspælið hjá Trent Alexander-Arnold. Óneyva og ósamanhangandi spælið hjá okkum ger, at verjan hjá okkum hevur nógv meira at gera enn undanfarin ár, og tað er vorðið øllum greitt, at verjuparturin ikki er sterka síðan hjá honum. 

Tottenham gjørdi sjálvandi sum øll hini liðið, og spældi næstan øllum álopini í síðuni hjá Trent, og hann var fleiri ferðir um ein háls. Tað er næstan, sum Trent als ikki er til staðar mentalt í verjupartinum. Tíbetrur spældi afturvendi Kanaté ein góðan dyst undir liðini á Trent og var millum okkara bestu leikarar, so feilirnir hjá Trent kostaðu einki.

Salah trívist sentralt
Tað mest positiva í dag og seinastu tíðina, er, at Salah er um at finna aftur á rætta lagið. Tað riggaði aftur í dag væl, at hann er farin at spæla meira sentralt, og hann skoraði bæði málini. Tað fyrra eftir gott forarbeiði av Nunez, sum spakuliga er um at spæla seg í form. Og tað seinna eftir ein risa feil í verjuni hjá Tottenham. Tá ið góða lagið er á Salah, skorar hann.

Brúktu ikki nógva plássið
Avrikið hjá Liverpool í seinna hálvleiki var, sum nevnt, sera vánaligt. At okkara verja kom undir stórt trýst er so tað, sum tað er. Tottenham satsaði alt, og burdi havt fingið í minsta lagi eitt stig. Verri er at vit als ikki dugdu at gera gagn at nógv plássinum, sum Tottenham lat vera eftir á egnari hálvu. Tað var massar av plássi at fara í mótálop, men óneyvleikin í sendingum og lága ferðin í spælinum gjørdu, at vit ikki avgjørdu dystin.

Spurningur um tíð, áðrenn Tottenham javnaði
Tað var sjálvandi Harry Kane, sum skoraði fyri Tottenham. Úr rættiliga spíðskum vinkli, staddur til høgru fyri okkara mál, sendi hann bóltin hart og flatt í málið við einum sera góðum skoti. Ringt at lasta nakrar beinleiðis fyri málið, tí skotið var gott. 

Málið mátti eisini koma, eftir áhaldandi trýstið hjá Tottenham, og tað var bara ein spurningur um tíð, so fór Tottenham eisini at javna. Tað gjørdu teir kortini ikki, og Liverpool vann trý tiltrongd stig, 

Klára vit at vinna á liði undir strikuni
Vónandi fylgja vit upp við trimum stigum komandi leygardag kl. 15.00, tá ið Southampton kemur á vitjan á Anfield í seinasta dystinum áðrenn HM-endaspælið. Tíverri fyri okkum, so liggur Southampton undir niðurflytingarstrikuni, og teimum liðunum hava vit ikki góðar royndir við higartil hetta kappingarárið. Ein sigur er nærum eitt krav, og kann eisini vísa okkum og øllum øðrum, at vit kanska eru á rættari kós.

Drúgvur samandráttur frá dystinum 

(nógvar lýsingar koma fyri í samandráttinum)

Dystartøl