SMS deildin: H71 - Kyndil 36-29 (21-10)
H71 lat als ongan iva vera um, at tær eru besta kvinnuliðið í Føroyum, tá ið nummar tvey á stigatalvuni Kyndil vitjaði uppi í Hoyvík. Spurningurin er, um hetta ikki er besta kvinnuliðið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.Longu tá ið eitt korter var spælt, førdi H71 10-3, og í hálvleikinum var knúsandi 21-10 til H71, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Jana Mittún var flúgvandi í fyrra hálvleiki og skoraði átta ferðir.
Í seinni hálvleiki tók H71 sær av løttum, og málmunurin minkaði nakað. Úrslitið gjørdist 36-29.
Jana Mittún og Marita Mortensen gjørdust toppskjúttar hjá H71 við átta málum hvør. Hjá Kyndli gjørdist Turið Arge, sum ikki einaferð, toppskjútti við 11 málum.