Burn deildin: KÍF - Neistin 29-30 (12-16)
Neistamenn eru um at koma fyri seg eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið. Við sigrinum á KÍF í dag, hava teir vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar í landskappingini, m.a. móti H71 og so í dag móti KÍF. Harafturat mundu teir koppa VÍF í steypakappingini. So nú megnar Neistin at kappast við øll tey sterkastu liðini í kappingini.
Grundarlagið undir dagsins neistasigri í Kollafirði var lagt miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Neistin fór frá 4-4 til at vera framman fyri 15-8 upp á eitt korter. Í hálvleikinum var 17-12 til Neistan.
Í seinna hálvleiki minkaði KÍF skjótt um munin, og tá ið eitt korter var spælt eftir steðgin var javnleikur 24-24.
Endin av dystinum gjørdist spennandi. KÍF var frammanfyri, tá ið tveir minuttir manglaðu. Men Tróndur Kragesten og Simon Højmark Pedersen skorðu tvey tey seinastu málini fyri Neistan, sum sostatt fór til Havnar aftur við einum 30-29 sigri.
Hjá KÍF var Karl Martin Olsen toppskjútti við 8 málum, meðan veteranurin Tróndur Kragesten skoraði 11 mál fyri Neistan.