StíF og VÍF í hálvfinaluna


Í dag gjørdist greitt, at StÍF og VÍF fylgja H71 og KÍF í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum.

Eitt sindur óvæntað vann StÍF móti Team Klaksvík í Klaksvík. Talan var um ein javnan dyst, har Team Klaksvík kortini fyri tað mesta hevði nøsina framman fyri.

Tá ið 9 minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 22-19, og tað sá út til, at heimaliðið hevði beina kós í hálvfinalurnar.

Eftir tað steðgaði fullkomiliga upp hjá Team Klaksvík, og við einum ordiligum endaspurti eydnaðist strandingum at vinna dystin 24-22. StÍF skal í hálvfinalunum spæla móti H71.

Dómararseðil: Team Klaksvík - StÍF 22-24 (14-11) Steypakapping bólkur 1 menn

Í Vestmanna máttu favorittarnir VÍF veruliga stríðast fyri at knógva Neistanum, sum mátti vinna dystin fyri at koma víðari. Hjá VÍF var javnleikur nóg mikið.

Neistamenn løgdu seg beinanvegin fram um, og øktu leiðsluna allan fyrra hálvleik. Heili 20 ferðir lá bólturin í málinum hjá VÍF fyri steðgin, og Neistin førdi 20-16 í hálvleikinum.

VÍF byrjaði væl í seinna hálvleiki, og tað tók fimm minuttir at koma upp á javnt 21-21. Restina av dystinum fylgdust liðini, og ongantíð var meira enn eitt mál á muni.

Neistin legði seg fram um 34-33 í næstseinasta minutti, men VÍF javnaði hálvan minutt fyri tíð. Neistin megnaði ikki at koma til skot seinasta álopinum, og endin var, at eitt fríkast var skotið upp um málið, tá ið tíðin var farin. VÍF skal spæla móti KÍF í hálvfinalunum.

Dómaraseðil: VÍF - Neistin 16-20 (34-34) Steypakapping bólkur 2 menn

Í bólki 1 hjá kvinnunum vann Stjørnan seg lættliga í hálvfinaluna við 37-24 sigri á StÍF. Stjørnan spælir móti Kyndli í hálvfinalunum.

Dómararseðil: Stjørnan - StÍF 37-24 (18-8) Steypakapping bólkur 1 kvinnur 1

Í Vestmanna vann H71 sum væntað á vestmannakvinnum. Spenningur var í dystinum í 50 minuttir, men at endan vann H71 greitt 35-27. H71 møtir Neistanum í hálvfinalunum.

Dómararseðil: VÍF - H71 27-35 (13-18) Steypakapping bólkur 1 kvinnur 1