Tróndur ríkaði føroyskan fótbólt

Tróndur verður fagnaður eftir at hava skotið trý mál í avgerandi dysitnum móti HB í 1977 (skermmynd frá  KvF)

Ein legenda í føroyskum fótbólti er farin, nú TB-legendan, Tróndur Nolsøe, andaðist 67 ára gamal.

Tróndur var partur av liðnum hjá TB, sum kollvelti føroyskan fótbólt í 1970-árunum, tá ið hann saman við m.ø. tvíburðabeiggjanum, Ásmundi, og úrmælinginum Henriki Thomsen hugtóku føroyska fótbóltsheimin. TB vann føroyameistaraheitið í 1976, 1977 og 1980.

Glæsiligasta løtan hjá Tróndi á vøllinum, var helst, tá ið hann skoraði tríggjar ferðir í avgerandi dystinum um FM móti HB í Gundadali í 1977. 

Tróndur spældi sambært FaroeSoccer frá 1973 160 dystir fyri TB og skoraði 68 mál. Seinasta dystin á besta liðnum spældi hann í steypakappingini í 1987.

Sjálvur eri eg ov ungur at minnast Trónd á vøllinum. Men sum ungdómsvenjari fyri nøkrum árum síðan merkti eg fleiri ferðir blíðskapin hjá hesum fryntliga manninum.

Hóast týðiliga merktur av parkinsonsjúkuni, so var hann trúfastur at koyra leikarar aftur og fram á Tvøroyri, og honum dámdi sera væl at siga søgur um gamlar dagar í TB.

Eisini dámdi honum væl, at vísa smádreingjunum úr Havn, hvat hann dugdi við einum bólti, og teir vóru hugtiknir, tá ið hesin "gamli" maðurin vísti síni kynstur á vøllinum við Stórá.

Friður veri við minninum um Trónd Nolsøe ❤️

-------------------------------

Í 2013 vísti Sjónvarpið heimildarsendingina hjá Suni Merkistein, "Eitt fótbóltslið sum TB". 
Sendingin er so avgjørt verd at síggja umaftur.

Hagtøl frá FaroeSoccer