Alisson bjargaði HM-frítíðini

  

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 
Premier League: Liverpool - Southampton 3-1 (3-1)

3-1 sigurin á Southampton ljóðar at vera ein rímiliga greiður sigur. Men var tað ikki fyri einar tríggjar framúr bjargingar frá Alisson í seinna hálvleiki, so kundi saktans verið talan um eitt heilt annað og verri úrslit.

Firmino skallaði Liverpool fram um tíðliga í dystinum. Southampton javnaði beinanvegin, og vit mugu ásanna, at verjan hjá okkum klárar ikki at halda tætt. Liverpool spældi kortini ein góðan fyrra hálvleik, og Nunez skoraði tvær ferðir. Áleyparin úr Uruguai er veruliga um at koma á rætta lagið, eftir truplu byrjanina í Liverpool.

Sum seinni hálvleikur leið, tók Southampton yvir alsamt meira av spælinum. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum.

Tað, sum stendir eftir, aftaná dystin, er, at spælið hjá Liverpool hongur framvegis ikki saman, men kortini hava vit seinastu tíðina skava so mikið av stigum saman, at tað avgjørt er realistiskt at náa upp millum fýra tey bestu. Tað er eisini vert at hugsa um, at tað "bert" eru tíggju stig upp til Manchester City, so teir kunnu heldur ikki hava havt so øgiliga gott kappingarár.

Einstaklingar bjarga okkum
Størsta orsøkin til, at vit liggja so ovarliga sum nummar seks, er, at góðir einstaklingar bjarga okkum hóast vánaliga spælið. Í dag eins og fleiri aðrar dystir, vísti Alisson, at hann er okkara besti maður hetta kappingarárið. Tað er sjálvandi gott, at málverjin er okkara bjargingarmaður, men tað ber bara til, tí at verjuparturin á liðnum als ikki hongur saman. Vónandi verður tað ikki sum hjá Manchester United, har De Gea hevur verið besti maður seinastu tíggju árini.

Álopið var eisini gott og lívligt í dag. Salah hevur funnið formin, og Nunez gerst berti fyri hvønn dyst hann spælir, hóast alt ikki riggar enn.

600 ferðir í Premier League
Umframt Alisson, so er tað bara Milner, sum kann vera nøgdur við sítt avrik hetta kappingarárið. 36 ára gamli "unglingin" kom aftur í dag inn í eini roynd at rætta upp á skútuna, sum var um at kollsigla í seinna hálvleiki.

Milner gjørdi ikki tær stóru skreytirnar í dag. Hann var kortini í sentrum, tí hetta var hansara dystur nummar 600 í Premier League, og tað hava bert tríggir aðrir leikarar nátt undan honum. Klopp greiddi frá, at hann helt talu fyri Milner eftir dystin, og at veteranurin var rørdur av venjarans orðum.

Miðvøllurin ikki í javnvág
Tíverri var aftur í dag alt ov nógv, sum ikki riggaði. Framvegis vóru nógvir bóltar mistir á miðjuni, og í verjupartinum  er tað serliga okkara høgra síða, sum hevur trupulleikar. Hví Konaté ikki var við í dag, veit eg ikki. Men tað er heilt greitt, at Gomez er sera óstabilur, og tá ið hann er undir liðini á Trent, so verður høgra verjusíða okkara størsti veikleiki.

Kærkomin HM-steðgur
Sæð í Champions League-eygum, so hava vit júst fingið høvdið upp í vatnskorpuna, eftir eitt heyst, har vit fyri tað mesta hava verið undir vatninum.

HM-steðgurin er kærkomin eftir hetta misseydnaða heystið, og upp á nógvar mátar er tað gott, at Liverpool ikki hevur alt ov nógvar spælarar við til HM, so teir kunnu løða battaríini til seinastu tveir triðingarnar av kappingarárinum

Næsti dysturin í Premier League verður móti Aston Villa á útivølli 2. Jóladag kl. 17.30.

19. desembur spæla vit úti móti Manchester City í Carabao Cup, og móti so góðum liðum plaga vit at vinna 😀

Dystartøl