AB - HB 0-5 (0-5)
Er tað nakað, sum eitt lið ikki skal gera móti HB, so er tað fríspark. Tað er heilt víst eitt, sum venjararnir hjá AB hava sagt við sínar spælarar undan dystinum. Men tað er synd at siga, at AB-leikarar lurtaðu. Tí tá ið 17 minuttir vóru spældir hevði AB gjørt fýra fríspark móti HB á egnari hálvu, og støðan var 4-0 til HB. Sjálvandi sparkaði Adrian Justinussen øll fríspørkini. Øssur Dalbúð skallaði tað fyrsta í málið, meðan hini trý setti Adrian sjálvur í málið, tað seinasta umvegis ein AB-verjuleikara.So var dysturin avgjørdur, hóast HB annan dystin á rað fekk eitt býtt reytt kort í støðuni, tá ið HB fekk frísparkið til 4-0. Hesaferð var tað Heðin Hansen, sum kastaði bóltin eftir einum AB-ara, eftir at dómarin hevði dømt fríspark til Heðin, sum nú missir dystin hósdagin móti Víkingi, har hann sjálvur er uppvaksin.
Adrian skoraði í 21. minutti sítt fjórða mál. Hesaferð var tað ikki eitt fríspark, men eitt langskot í vanligum spæli.
Tað er sera torført at finna røttu lýsingarorðini at lýsa fríspørkini hjá Adriani. Tey eru heilt einfalt í heimsflokki, og tað er neyvan at siga ov nógv, at Adrian er heimsins besti frísparksskjútti í løtuni.
Tað skal vera løgið, um ikki nógv feløg úti úr heimi eru áhugað í einum so góðum frísparksskjútta, og nú Adrian er sloppin av við ræðsluna fyri at flúgva og sjálvur hevur boðað frá, at hann er áhugaður at fara uttanlands at spæla, so skal tað vera løgið, um hetta ikki er seinasta kappingarárið hjá honum í Føroyum. Hvør veit, kanska hann ikki spælir kappingarárið liðugt, áðrenn fer av landinum.
Restin av dystinum var ógvuliga tamar. HB kláraði sjálvandi ikki at leggja sama trýst langt frammi á vøllinum og vóru nøgdir við at føra 5-0. AB formáddi ikki at gera sær dælt av at vera ein maður meira, HB-ararnir vóru heilt einfalt alt ov sterkir fyri argjamenninar. Tí kom einki mál afturat í dystinum.
Betri Deildin Menn úti í Vika á Argjum, 24. mei 2020, kl. 15.00
AB - HB 0-5 (0-5)
0-1, 5. Øssur Dalbúð 0-2, 8. Adrian Justinussen
0-3, 12. Adrian Justinussen
0-4, 17. Adrian Justinussen
0-5, 21 Adrian Justinussen
Dómari: Rúni Gaardbo
AB: 1 Silas Eyðsteinsson - 14 Trondur á Høvdanum (62. 8 Janus Svabo Samuelsen), 19 Sørin Samuelsen, 10 Bjarni Skála, 4 Ásbjørn Heðinsson – 9 Tóki á Lofti (73. 11 Hans Jákup Annfinsson, (76. 3 Ragnar Rasmussen)), 17 Bartal Petersen, 18 Jákup Pauli Breckmann, 7 Jasper Van Der Heiyden, 22 Bjarki Nielsen - 30 Adeshina Lawal,
Á beinkinum: 25 Bjarki Vitalis Mørk , 13 Jónas Stenberg, 24 Jón Krosslá Poulsen, 27 Rógvi Skálá
Venjari: Símun Samuelsen
Gult kort: 54. Tróndur á Høvdanum, 63. Bartal Petersen, 76. Ásbjørn Heðinsson, 83. Jákup Pauli Breckmann)
HB:
1 Teitur Gestsson - 10 René Shaki Joensen, 17 Bartal Wardum, 4 Heðin Hansen, 15 Heri Hjalt Mohr, – 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch (79. 22 Dánjal Reginsson), 8 Dan í Soylu - 11 Pætur Petersen (88. 20 Ási Dam), 25 Øssur Dalbúð, 7 Adrian Justinussen
Á beinkinum: 16 Jákup Højgaard, 5 Delphin Tshiembe, 26 Gilli Róason,
Venjari: Jens Berthel Askou
Reytt kort: 17. Heðin Hansen
Gult kort: 54. Tróndur á Høvdanum, 63. Bartal Petersen, 76. Ásbjørn Heðinsson, 83. Jákup Pauli Breckmann)
HB:
1 Teitur Gestsson - 10 René Shaki Joensen, 17 Bartal Wardum, 4 Heðin Hansen, 15 Heri Hjalt Mohr, – 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch (79. 22 Dánjal Reginsson), 8 Dan í Soylu - 11 Pætur Petersen (88. 20 Ási Dam), 25 Øssur Dalbúð, 7 Adrian Justinussen
Á beinkinum: 16 Jákup Højgaard, 5 Delphin Tshiembe, 26 Gilli Róason,
Venjari: Jens Berthel Askou
Reytt kort: 17. Heðin Hansen