Annað umfar í Betri Deildini verður í vikuskiftinum, og nú sleppa áskoðarar til dystirnar.
Hetta umfarið spælir topp-5 móti botn-5, og tí eru fimm stórfavorittar. Undan umfarinum er longu eitt ávíst trýst á m.ø. Víkingi og KÍ, sum kunnu, um illa vil til, verða fimm og seks stig aftanfyri oddaliðið.
TB - KÍ, leygardagin kl. 14.00
Fyrsti dysturin í vikuskiftinum verður longu leygardagin kl. 14.00 við Stórá í Trongisvági, har TB tekur móti KÍ.Bæði liðini taptu í fyrsta umfari og serliga er trýst á føroyameistararnar úr KÍ at vinna dystin, tí annars kann KÍ longu vera so nógv aftanfyri kappingarneytarnar um meistaraheitið, at tað kann gerast torført at vinna munin innaftur.
ÍF - HB, sunnudagin kl.15.00
Bæði liðini vunnu í fyrsta umfari, og skulu sostatt royna at halda fram við góðu byrjanini upp á kappingina.Hóast HB er stórfavorittur, so HB hevur ofta havt stórar trupulleikar í Fuglafirði, og tað kunnu teir lættliga fáa aftur hesaferð, tí nógv bendir á, at ÍF er nógv betri fyri í ár enn í fjør.
B36 – AB, sunnudagin kl. 15.00
Bæði liðini hava gott sjálvsálit eftir góð úrslit í fyrsta umfari. B36 fekk trý stig við úr Klaksvík, og AB spældi heilt óvæntað javnt móti VíkingiB36 sær sera sterkt út í ár, og tað skal vera heilt løgi, um argjamenn gera nakað við silvurvinnararnar frá í fjør. AB hevur tó havt tað fyri at arga tey bæði stóru havnarfeløgini, so hvør veit?
Víkingur - Skála, sunnudagin 15.00
Bæði liðini taptu í fyrsta umfari, og tí hava bæði liðini brúk fyri at fáa stig. Serliga er trýst á teir úr Víkingi at vinna, tí liðið úr Eysturkommunu ætlar sær heilt longri fram á stigatalvuni.
Spælið hjá Víkingi hekk ikki ordiliga saman í fyrsta umfari, so tað hevur verið nógv at arbeitt við hjá venjaranum, Eyðuni Klakstein, Hjá Skála hevði ein javnleikur á útivølli móti einum topp-5 liði fyri so avgjørt verið góðtikin.
EB/Streymur - NSÍ, sunnudagin kl. 17.00
Øll vænta, at NSÍ vinnur dystin móti EB/Streymi. Men tað kann vísa seg,at gerast alt annað enn lætt, tí EB/Streymur gjørdi tað trupult hjá HB at vinna í fyrsta umfari, og vinardystur móti B36 beint áðrenn kappingina endaði við málleysum javnleiki.
NSÍ plagar tó ikki at hava trupulleikar av teimum “smáu “ feløgunum, menn sum Klæmint Olsen og Petur Knudsen plaga at finna vegin til meskarnar.