Betri Deildin Menn
TB - KÍ 1-2 (0-1)
Alt bendi á, at dysturin í Trongisvági millum vertirnar úr TB og føroyameistararnar KÍ fór at enda við javnleiki 1-1.
Men langt inni í yvirtíðini varð ein KÍ-ari feldur í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark. Jóannes Bjartalíð sett brotssparkið trygt í málið og syrgdi fyri, at KÍ ikki fekk eina sera vánaliga byrjan upp á kappinarárið eftir at hava tapt í fyrsta umfari.
Tað var eisini Jóannes Bjartalíð, sum í fyrra hálvleiki legði KÍ fram um, tá ið hann sendi eitt hálvvánaligt fríspark beint á málverjan, sum tíverri fyri TB misti bóltin í málið, tá ið hann royndi at lofta honum. Tað hevði helst verið betri at bjarga bóltin út til hornaspark í tí nógva vindinum, sum var við Stórá í dag.
Hóast Sebastian Kroner hjá TB varð útvístur í seinna hálvleiki fyri sítt annað gula kort, so eydnaðist TB at javna. Rógvi Joensen sendi eitt brotsspark í málið, so var stór frøi á heimaáskoðarunum.
TB hevur framvegis einki stig, men tað er ikki í dystunum móti topp-5, at teir skulu væntað at sigini koma. Hjá KÍ hevur sigurin helt víst nógv at siga, tí ein ósigur hevði helst merkt, at teir eftir morgindagin vóru heili fimm stig eftir kappingarneytarnar um føroyameistaraheitið.
Stigatalvan á Faroe Soccer
Dystir í morgin 17. mei
15:00 Víkingur - SKÁLA
17:00 EB/Streymur - NSÍ
15:00 B36 - AB
15:00 ÍF - HB