Burndeildin menn: Kyndil - H71 19-36 (9-15) og VÍF - StÍF 26-28 (12-15)
StÍF blandar seg við sigrinum í Vestmanna í kvøld veruliga upp í stríðið, um tvey tey seinastu plássini í FM-endaspælinum. Fyrri hálvleikur var javnur, men beint fyri hálvleik fór StÍF við Bjarna í Selvindi á odda frá VÍF og helt seg framman fyri restina av dystinum.
Í høllini á Hálsi lat H71 ongan iva vera um, at teir er í einum øðrum flokki enn Kyndil. Kyndil var framman fyri teir fyrstu minuttirnar. H71 kom tó skjótt fram um, og endaði við at smyrja Kyndil av 19-36.
H71 hevur beina kós móti fyrsta plássinum í grundspælinum, meðan Kyndil í løtuni tykist at vera einasta liðið, sum ikki er við í stríðnum at náa seinastu plássini í FM-endaspælinum.