What to do?

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Brighton - Liverpool 3-0 (0-0)
Liverpool tapti heili 3-0 úti móti Brighton, og eingi tekin vóru um, at vánaliga gongdin fer at venda í næstum.

Brighton var betri í øllum lutum, og Liverpool slapp væl við 0-0 í fyrra hálvleiki.

Vánaliga gongdin gjørdist verri í seinna hálvleiki, og skjótt var 2-0 til Brighton. Endin var, at Liverpool tapti 3-0, og kreppan verður djúpari fyri hvønn dyst, sum verður spældur.

Dysturin byrjaði líka vánaligt, sum eg stúrdi fyri. Brighton setti seg á spælið frá byrjan og hevði fleiri góðar álopsrroyndir. 

Hjá okkara monnum hekk framvegis einki saman. Liverpool kláraði als ikki at hava tamarhald á bóltinum bara eina løtu, og alt tað vánaliga í undanfarnu dystum helt fram. Seinir í nærdystum, seinir í vendingini, og eingin stríðsvilji. Okkara menn vóru næstbest í øllum lutum, og teir hjá Brighton vóru allir kvikari enn okkara spælarar. 

Tað var bara spurningur um tíð, so skoraði Brighton. Men vit sluppu við hvøkkinum í fyrra hálvleiki. Brighton vann sær eitt brotsspark einaferð, Men VAR fann eina rangstøðu.

Tað kundi næstan ikki gerast verri í seinna hálvleiki. Men tað gjørdi tað, og so nógv verri eisini. 

Klopp valdi løgið nokk ikki at broyta nakað.

Beint eftir steðgin gav Matip teimum bóltin, ein sending og so var 1-0. Nakrar minuttir seinni var 2-0, tá ið Brighton enn einaferð spældi seg lættliga gjøgnum. Solly March skoraði bæði málini.

Tað var ongantíð nakað tekin upp á, at Liverpool fór at koma inn í dystin aftur. 

Klopp bíðaði heilar 25 minttir eftir steðgin at broyta nakað. Fýra leikarar komu inn, Gomez, Doak, Elliott og Keita fyri Matip, Fabinho, Henderson og Ox.

Tó at tað framvegis ikki var nakað skil á, so var ein lítil løta, har tað sá eitt sindur betri út. Elliott skeyt við síðuna av, og Gakpo klárði ikki at beina eitt innlegg frá Arnold í málið.

Í staðin gjørdist tað enn og verri, og eftir eitt innkast til Brighton og sera vánaligt verjuspæl gjørdi Welbeck tað til 3-0.

Enn eitt út av lagi vánaligt avrik, og vit mugu staðfesta, at vit  hava tíverri ikki nátt botnin enn. 

Topp 4, sum gevur atgongd til Champions League, náa vit ikki hetta kappingarárið. Klopp má finna upp á okkurt nýtt, tí tað nyttar ikki at blíva við at gera tað sama sum ikki riggar. 

Vit kunnu tað sama seta allar teir ungu mennirnar inn, og byrja at byggja eitt nýtt lið upp frá skratsj.

Einasti møguleikin at spæla Champions League komandi kappingarár er at vinna Champions League í ár 😀