EM24: Leikaramet - Tveir leikarar í heimsflokki


Fleiri føroyskir leikarar spældu sera væl í verjupartinum móti Noreg
Ítróttur og rørsla gevur okkara hondbóltshetjum leikaramet fyri teirra samlaða avrik í teimum trimum dystunum í EM-endaspælinum í Týsklandi. Serliga tveir leikarar skaraðu framúr.

EHF hevur savnað øll hagtølini fyri hvønn einstakan leikara í hesum PDF-inum

Leikarametini verða givin eftir somu treytum, sum Kringvarp Føroya brúkti.
- 5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
- 4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
- 3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
- 2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
- 1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”


Hákun West av Teigum 5
23 mál upp á 27 skot. Spælitíð 2:48:52 í 3 dystir
Spældi frálíkt á høgra veingi og skoraði nærum upp á hvørt einasta skot. Varð sera væl vardur móti Noregi og Póllandi, sum royndu at halda honum burtur frá skotum. Skoraði upp á 8 av 8 brotskøstum í seinasta dystinum

Elias Ellefsen av Skipagøtu 5
23 mál upp á 40 skot. Spælitíð 2:29:32 í 3 dystir
Var við í øllum í føroyska álopsspælinum, og vísti øllum hondbóltsheiminum, at hann er ein serstakur úrmælingur, sum megnar at seta ferðina í álopsspælinum. Ger tekniskar finessir, sum hugtaka øll. Viðhvørt domineraði hann kanska føroyska spælið ov nógv, soleiðis at tá ið tað ikki riggaði, steðgaði alt upp.

Teis Horn Rasmussen 4
9 mál upp á 11 skot. Spælitíð 2:31:20 í 3 dystir
Var tann føroyski leikarin, sum spældi mest omanfyri stigið, tað sum vit væntaðu frammanundan. Gjørdist stýrimaður í verjuni, tá ið vanligi stýrimaðurin Peter Krogh ikki spældi so nógv. Serliga í dystinum móti Noregi, spældi hann í heimsflokki í verjuni. Spældi eisini ein frálíkan dyst í álopinum tann dystin.

Vilhelm Poulsen 3,5
7 mál upp á 13 skot. Spælitíð 2:29:43 í 3 dystir
Hevði uppgávuna at spæla á høgra bakki, sum ofta hevur verið trupulleikin hjá landsliðnum. Loysti stóru uppgávuna í álopinum bara heilt væl, hóast hann brendi í so nógvar møguleikar. Serliga í dystinum móti Noregi var hann við í sera góða og neyva álopsspælinum millum okkara bakspælarar. Var sera góður á høgra bakki í verjuni, og vardi norsku heimsstjørnuna, Sander Sagosen so væl, at hann framvegis hevur mist pippið.

Óli Mittún 3,5
7 mál upp á 16 skot. Spælitíð 1:28:33 í 3 dystir

Yngsti maður á landsliðnum spældi stóran leiklut í føroyska álopsspælinum. Vit sóu eisini fleiri dømi upp á hansara sera góðu hondbóltevni. Kviku finturnar voldu stóru verjuleikarunum ávísar trupulleikar. Men Óli manglaði ofta tað seinasta til at bróta í gjøgnum og brendi eisini nógv skot.

Rói Berg Hansen 3
6 mál upp á 10 skot. Spælitíð 1:17:03 í 3 dystir
Var annað val á vinstra veingi, tá ið kappingin byrjaði. Fekk møguleikan móti Noreg, tá ið Leivur brendi heldur nógv, og hevði avgerandi leiklut í seinasta parti av størsta dystinum í føroyskari hondbóltssøgu.. Byrjaði á vøllinum seinasta dystin.

Leivur Mortensen 2
3 mál upp á 7 skot. Spælitíð 1:16:11 í 3 dystir
Var fyrsta val á vinstra veingi fyrst í kappingini. Men brendi ov nógvar møguleikar, sum er tað ein vongur verður mettur eftir.

Tróndur Mikkelsen 3
2 mál upp á 2 skot. Spælitíð 1:22:47 í 3 dystir
Var ikki so eyðsýndur í álopspartinum, sum í fleiri av undandystunum. Hansara leiklutur var serliga í verjupartinum, har hann eins og fleiri aðrir vardi serliga væl móti Noregi.

Pætur Mikkjalsson 3
1 mál upp á 3 skot. Spælitíð 1:23:09 í 3 dystir
Fekk stóran leiklut í miðverjuni, tá ið Peter ikki spældi so nógv. Serliga í dystinum móti Noregi vardi hann sera væl.

Helgi Hildarson Hoydal 2
1 mál upp á 3 skot. Spælitíð 34:37 í 3 dystir
Eitt sindur avmarka við leiktíð, og tí er ringt meta um avrikið. Kundi havt gagnnýtt málmøguleikarnar betri.

Kjartan Johansen 2
1 mál upp á 2 skot. Spælitíð 13:58 í 3 dystir
Eisini avmarkaða tíð á vøllinum. Vit sóu eitt sindur av hansara evnum sum eitt slag av spælskipara á høgra bakki, har hann dugir væl at halda spælinum koyrandi. Skoraði eisini eitt mál.

Peter Krogh 2
0 mál upp á 0 skot. Spælitíð 36:36 í 3 dystir
Risin í føroysku verjuni spældi ikki so stóran leiklut í hesi kappingini, sum vit høvdu væntað og vónað. Hevur verið nógv skaddur, og tað sást aftur. Náddi ikki upp á sítt vanliga stig í verjuni, har hann upp á sítt besta plagar at vera á hægsta altjóða stigi.

Pauli Jacobsen 2
16 bjargingar av 70 skotum. Spælitíð 1:33:50 í 3 dystir
Okkara fyrsta val í málinum hevði eina trupla kapping, og 16 bjargingar av 70 skotum er ov lítið. Hevði tó eina góða løtu, tá ið hann kom inn aftur móti endanum av dystinum móti Noregi, og átti sín leiklut í søguliga javnleikinum.

Nicholas Satchwell 2
11 bjargingar av 41 skotum. Spælitíð 51:55 í 3 dystir
Hevði eins og Pauli ov fáar bjargingar. Var tó dystaravgerandi, tá ið hann í fyrra hálvleiki kom inn í dystin móti Noregi, har hann við nøkrum frálíkum bjargingum fekk Føroyar við í dystin aftur.

Ísak Vedelsbøl (spældi ov lítið til met)
0 mál upp á 0 skot. Spælitíð 1:28 í 1 dyst
Ungi strikuleikarin fekk hálvan annan minutt á vøllinum, og tað tekur hann við sær til komandi landsdystir, sum helst verða nógvir í tali.

Rói Ellefsen á Skipagøtu (spældi ov lítið til met)
0 mál upp á 0 skot. Spælitíð 0:26 í 1 dyst
Spældi hálvan minutt, og tað er sjálvandi ikki nokk til at seta sítt merkið í nakran dyst.

Jónas Gunnarsson Djurhuus (spældi ov lítið til met)
0 mál upp á 0 skot. Spælitíð 0:00 í 2 dystir
Royndi spælskiparin kom ikki á vøllin, nú heilt serligu úrmælingarnir Elias og Óli eru farnir framum hann í røðini.

Allan Norðberg (spældi ov lítið til met)
0 mál upp á 0 skot. Spælitíð 0:00 í 1 dyst
Kom ikki á vøllin. Er endaður sum annað val eftir stjørnuleikarin Hákun.

Pauli Mittún (spældi ov lítið til met)
0 mál upp á 0 skot. Spælitíð 0:00 í 1 dyst
Kom ikki á vøllin, og er eins og Janus aftan fyri Elias og Óla røðini á spælskiparaplássinum

Peter Bredsdorff-Larsen, venjari 4
Hevur meistarliga megnað at leitt landsliðið til EM-endaspælið. Kláraði eisini at fáa okkara hondbóltshetjur at spæla upp móti trimum góðum landsliðum. Brúkti kanska ov lítið breiddina í hópinum, men tað er kanska lættari sagt enn gjørt, tá ið dystirnir eru so tættir og spennandi.