Vit áttu kanska, at verið glað fyri at klára eitt heiðurligt eitt máls tap móti kroatisku fótbóltsstjørnunum. Men tann tíðin má vera farin nú, og tað var ógvuliga skuffandi, at tað ikki eydnaðist at fáa okkurt stig burtur úr hetta fyrsta heystarkenda kvøldið í ár. Og tað var eisini gott at síggja skuffilsið lýsa av okkara leikarum eftir dystin.
Landsliðsvenjararnri, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava megnað, at vent tunga huglaginum, sum var um landsliðið undir Håkan Ericson, og nú er nógv meira sprell í. Nú tíma fólk aftur at hyggja eftir landsliðnum, álopsspælið er komið aftur, og í heila tikið hava teir funnið fram ein spælistíl, sum hóskar nógv betri til Føroyar.
Nú manglar bara veruligu at lyfta seg eins og hondbólturin, so at vit vinna stig og dystir. Áskoðararnir kundu eisini nógv fleiri verið í landsliðstroyggju, og so hevði eisini verið gott, um allir áskoðararnir vóru komnir inn, tá ið tjóðsangurin verður sungin. Forrestin, so ljóðaði tað framúr, tá ið Pól Arni Holm sang fyri tjóðsangin við síni kraftmiklu rødd.
----------
Heimsstjørnan, fyrrverandi ballon d'or vinnarin, Luca Modric, byrjaði á beinkinum, og inn á vøllinum hevði Hanus Sørensen ein rimmar møguleika beinanvegin, tá ið Árni Frederiksberg í skjótum mótálopið úr høgru síðu servaraði bóltin fyri føturnar á honum, men tað eydnaðist málverjanum at kom út í móti og gera málið lítið. Hanus hevði eisini ein annan góðan møguleika, og tað sama hevði Jákup Andreasen.
Annars sóu vit nógv gott tekniskt kroatiskt spæl, sum var væl kryddrað við nógvum bóltum innfyri málið. Teir vóru eisini sterkir í luftspælinunum, og vunnu heilt nógvar luftdystir móti okkara stóru miðverjum, sum gjørdi, at Mattias Lamhauge í føroyska málinum mátti gera fleiri góðar bjargingar.
Í fyrra hálvleiki gjørdist kroatiska trýstið sera stórt, og tá ið hálvur tími var spældur, sá út til Viljormur Davidsen hevði vart fyri einari støðu úti í okkara vinstru síðu. Men hann gjørdi ikki arbeiði ordiliga liðugt, og í tí bólturin var á veg út av baklinjuni, eydnaðist teimum at leggja innfyri. Bólturin varð longdur, og beint frammanfyri málið kom ein kroati sníkjandi, og skallaði bóltin í málið.
So fór at regna at regna, og leingi sá út til, at Kroatia helst fór at økja. Ikki sovorðnir rimmar møguleikar, men kortini lá akkruát sum eitt mál móti okkum í luftini.
Tí var gott at koma til hálvleiks, og sum seinni hálvleikur leið komu Føroyar betri við í dystin.
Eitt sum eyðkendi føroyska spælið, vóru tey skótu mótálopini, sum venjararnir báðir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, eisini brúktu nógv á U21-landsliðnum. Við fullari ferð fram eftir hvørja ferð høvið beyðst. Ógvuliga gott at síggja, samanborið við tað sera afturhaldandi álopsspælið undir Håkan Ericson.
Hesi skjótu mótálopini hava tann eginleikan, umframt at vera málsøkin, so vekja tey eisini køldu áskoðararnar og gera tað áhugavert at síggja landsliðið. Og tá ið áskoðararnir vaknað, so smittar tað aftur inn á vøllin, og soleiðis eiga føroysku leikararnir og áskoðararnir at vera ein eind.
Á føroyska liðnum vóru fleiri góð avrik. Mattias bjargaði øllum so hann skuldi og var eisini tryggur í bóltspælinum. Í verjupartinum skaraði Andrias Edmundsson burturúr, og tað sæst, at 24 ára gamli toftamaðurin spælir á hægri støði enn hinir, í bestu pólsku deildini. Hann vann nærum hvønn einasta nærdyst, einferð var hann sum ein hvirluvindur og kom fyri, tá ið ein kroati gjørdist púra leysur, og einaferð takklaði hann so hart í gjøgnum, sum vit sjáldan hava sæð á landsliðnum.
Heilt frammi spældi Meinhard Olsen eisini væl undir truplum umstøðum, og kláraði ofta at halda bóltin á føroyskum fótum, til hinir náddu fram.
Eisini má nevnast, at skapandi evnini hjá Árna Frederiksberg kom til sín rætt, og flestu vandamiklu føroysku støðurnar komu onkursvegna umvegis Árna.
Miðjan var tann parturin av liðnum, sum hevði tað truplast, serliga í fyrra hálvleiki. Ikki tað, Hanus dugdi væl at koma fram at hjálpa Meinhardi, og Jákup Andreasen fylti eisini nógv í verjupartinum. Hinvegin so kom tryggja bóltspælið hjá Brandi Olsen sjálvdan til sín rætt, og tó so, átti hann góðu sendingina út til Árni í onkrum vandamiklum mótálopi.
Eitt av okkara fáu hornaspørkum í fyrra hálvleiki má eisini nevnast. Endiliga høvdu vit møguleikan at hótta teirra mál, Men hvat? Vit tóku eitt stutt hornaspark, sum endaði við einum sera vandamiklum kroatiskum mótálopið, sum tað sama kundi kostað mál.
------------
Seinni hálvleikur gjørdist ein heilt annar enn fyrri. Hóast kroatar framvegis høvdu bóltin, so høvdu vit alla tíðina okkara løtur, og millum annað hevði Meinhard eitt gott skot.
Spælið bylgaði nakað aftur og fram, og kroatar tyktust nøgdir við støðuna, ein sigur uttan stórvegis hóvasták.
Um miðjan seinna hálvleik, kom stóra stjørnan, Modric, endiliga á vøllin, og føroysku áskoðararnir klappaðu fyri honum. Tað gjørdi tó ikki spælið hjá Kroatia betri, og hann misti tveir bóltar.
Fyri Føroyar komu Jóan Símun Edmundsson, Martin Agnarson, Geza Turi og Jóannes Bjartalíð á vøllin fyri Viljorm, Meinhard, Árna og Brand.
Tað gav liðnum nýggja orku. Geza yvirtók miðjuna í sínum fyrsta landsdystn. Martin Agnarsson vísti við sínum kvikleika og góða tekniska førleika, at hann er avloysarin hjá Viljormi, og tað skifti hendir helst nakað skjótt. Jóan Símun kom væl inn í sín landsdyst nummar 95 og tangeraði landsdystarmetið hjá bygdamanninum, Fróða Benjaminsen. Og so var eisini gott, at síggja Jóannes Bjartalíð aftur, eftur skaðasteðg.
Tað hevði helst verið nakað av einum stuldri, um vit javnaðu. Men Føroyar yvirtóku spælið seinastu tjúgu minuttirnar, uttan at tað gjørdist til nakran rimmar møguleika.
Kanska kundu vit havt lagt upp aftur meira fyri allarseinastu løtuna, og havt fleiri afturat Jóan Símuni heilt har frammi.
Stuttligt var tó at síggja stóru kroatisku stjørnurnar dríggja tíðina í yvirtíðini, tí heilt álviligir vóru teir ikki.
Ein ósigur telur einki á stigatalvuni, og so kann spælið vera so gott, sum tað vera vil. Men kósin sær út til at vera røtt, og mánadagin vænta vit ein sigur niðri á Gibraltar, hóast tað heldur ikki verður lætt.