Men fyrst og fremst er missurin svárur hjá konuni, børnunum og foreldrunum, sum mistu tveir synir í bestu árum. Tað ber ikki til at seta seg inn í teirra støðu, og má jesuspápi fylgja teimum í hesi sváru tíð.
Fyri okkum Liverpoolfjepparar í Føroyum og um allan heimin, var Jota ein av leikarunum, sum kom inn í stovuna hjá okkum hvørt vikuskifti, tá ið Liverpool spældi og ofta eisini mitt í viku.
Eisini hava nógvir føroyskir fjepparar verið niðri á Anfield og sæð Jota spæla. Myndin omanfyri er tikin undan dystinum móti Tottenham í apríl, tá ið undirritaði, saman við einum feraðlagi hjá Liverpool Føroyum, sá okkara hetjur tryggja sær meistaraheitið.
Vit fara at minnast Jota fyri eleganta og klóka spælistílin, tá ið hann í eyðkendum stíli gleið nærum sveimandi gjøgnum verjuna. Og hvussu hann inni í tronganum beint framman fyri málið dugdi at leggja bóltin soleiðis til rættis, at hann kundi skjóta í akkurát røttu løtu. Hann var eisini hóast sín lága vøkstur sera sterkur í luftspælinum, og skallaðu okkum nógv kærkomin mál.
Eitt tað minniligasta tíðarskeiðið hjá Jota hesi fimm árini í Liverpool var í í januar og februar 2024. Mohamed Salah var farin til African Nations Cup, og nógv stúrdu, hvussu tað fór at spæla av.
Men vit høvdu onga orsøk at stúra, tí altíð smílandi Diogo Jota tók yvir sum málskjútti hjá Liverpool, og hevði sítt besta tíðarskeið í felagnum. Hann skeyt nógv mál, og onkran av dystunum spældi hann heilt einastandandi væl, áðrenn ein skaði enn einaferð steðgaði honum.
Tey fægstu mundu kenna serliga nógv til Jota, tá ið hann í 2020 kom úr Wolves til Liverpool. Eitt typistk Liverpoolekeyp, ein heldur ókendur leikari við stórum potentiali. Hann var tó ein sonn hetja í Wolves, og fjepparar hjá Wolves vóru eisini týðiliga rørdir, tá ið syrgiliga boðini frættust í gjár. Ein teirra, segði, at nú var dreymurin brostin, at síggja Jota aftur í Wolves-troyggjuni.
Fyrstu tíðina hjá Jota í Liverpool í 2020 gekst eisini sera væl hjá honum, og hann skoraði nógv mál fyrstu dystirnar. Tíverri varð tíðin í Liverpool nógv merkt av skaðum, og var hann tí fyri tað mesta brúktur sum innskiftari. Tað riggaði eisini væl, tí hann skoraði heilt nógv mál, tá ið hugsað verður um, hvussu lítið hann spældi.
Samanlagt spældi Jota 6.964 minuttir í Premier League fyri Liverpool, sum svarar til 77 heilar dystir. Hann skoraði 47 mál, ella 0,61 mál fyri hvørjar 90 minuttir. Til samanberingar hevur Salah skotið 0,68 mál fyri hvørjar 90 minuttir fyri Liverpool í Premier League, so Jota var veruliga ein góður málskjútti.
Vit fara sjálvandi altíð, at minnast Jota sum leikaran, sum við sínum málum og sínum smíli fekk okkum at frøast framman fyri sjónvarpi.
Vit fara heldur ongantið at gloyma myndina, tá ið hann saman við konu og børnum gleðist um at hava vunnið enska meistaraheitið.
Hvíl í friði
You’ll never walk alone
You’ll never walk alone