Og søgan helt fram í kvøld, hóast HB var stórfavorittur móti Inter Escaldes úr Andorra.
HB tapti 1-0, og hetta má metast at vera eitt sera skuffandi og als ikki nøktandi úrslit hjá føroyameistarunum.
Einasta málið í dystinum skoraði Betriu Armengol eftir eitt hornaspark, tá ið ein tími var spældur.
Góðskan í stroymingini frá dystinum var sera vánalig, og tí er ringt at siga nakað um gongdina í dystinum. HB sá tó út til at hava nógv spæl í fyrra hálvleiki, meðan Escaldes sá út til at koma longri fram á vøllin í seinna hálvleiki. Eftir málið kom HB longri fram á vøllin, men einki mál spurdist burtur úr, og so var enn eitt vónbrot í Evropa veruleiki hjá HB.
Dysturin á uefa.com