Águst venur ikki hondbóltskvinnurnar longur


Hondbóltssambandið og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, hava avgjørt at enda samstarvið. Tað boðar hondbóltssambandið frá í dag. Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, fer eisini úr starvi.

Fyribils er Julian Johansen venjari fyri tíðarskeiðið mai, juni og juli.