Angela Merkel boðaði í dag frá, at týska Bundesligan kann fara í gongd aftur í mei. Hetta segði hon eftir ein fund við teir 16 landspartarnar í Týsklandi.
Bundesligan er tann fyrsta av teimum stóru deildunum í Evropa, sum fær loyvi at byrja aftur.
Týska fótbóltssambandið hevur gjørt eina nágreiniliga ætlan, hvussu fótbólturin kann byrja aftur. M.a eru yvir 1700 fólk við tilknýti til feløg í tveimum teimum bestu deildunum, longu kannað fyri korona.
Eisini í Danmark bendir nógv á fótbólturin kann byrja aftur í næstum. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði í dag, at Danmark hevur brúk fyri at fáa fótbóltin í gongd aftur.