Dybala frískur av korona

Aleyparin hjá Juventus, Paolo Dybala er vorðin frískur aftur, eftir at hava verið sjúkur av korona í  enn ein heilan mánaða.

Juventus boðar frá, at tvær tær seinastu korona-kanningarnar hjá Dybala eru negativar.
Sjálvur skrivaði Dybala á sínum Instagram-vanga mikudagin: "Andlitið hjá mær sigur alt, endiliga eri eg frískur av COVID-19".


Liðini í Seriu A byrjaðu at venja aftur hesa vikuna, men enn er ógreitt nær farið verður at spæla dystir aftur.