Showing posts with label Bundesligan. Show all posts
Showing posts with label Bundesligan. Show all posts

Bayern beina kós móti 8. meistaraheitinum á rað

Bayern München vann “Der Klassiker”, um í kvøld varð spældur á Westfalen leikvøllinum hjá Dortmund.
Einasta málið í dystinum skoraði Joshua Kimich, tá ið hann beint fyri hálvleiki kippaði bóltin hegnisliga upp um málverjan hjá Dortmund.

Bayern München er nú sjey stig fremst í Bundesliguni, og tað er torført at ímynda sær, at nakað kann steðga týska stórfelagnum at vinna áttanda meistaraheitið á rað.

"Der klassiker" kl. 17.30 í dag

Í hesum tíðum við lítið av fótbólti í sjónvarpinum, verður stórdystur í týsku Bundesliguni í kvøld millum Dortmund og Bayern München. Bayern München er fremst í Bundesliguni fýra stig framman fyri Dortmund, sum sostatt nærum eru tvungnir at vinna fyri at varveita vónina, at bróta sjey ára meistararaðið hjá Bayern München.

Dysturin verður m.a. vístur á BT-Sport 1 og TV3+



Altíð dagførd stigatalva í Bundesliguni



Bayern heldur fast og Dortmund hongur í

Bayern München heldur fast í oddasessinum í Bundesliguni nú átta umfør eru eftir at spæla. Leygardagin vann Bayern 5-2 á Frankfurt.

Leon Goretzka, Thomas Müller og Robert Lewandowski sendu Bayern á sigurskós, áðrenn Martin Hinteregger setti spenning aftur í dystin við tveimum skjótum málum tíðliga í seinni hálvleiki. Alphonso Davies og eitt sjálvmál frá Martin Hinteregger staðfestu 5-2 sigurin hjá Bayern.

Dortmund gjørdi sítt at hanga í Bayern við at vinna 2-0 á útivølli móti Wolfsburg. Raphaël Guerreiro og Achraf Hakimi skoraðu málini.

Dortmund vann og Haaland skoraði aftur

Bundesligan byrjaði aftur í dag, og Dortmund gjørdi sítt til at skapa spenning í oddinum.

Dortmund vann 4-0 móti Schalke 04, og eru nú bara eitt stig aftanfyri Bayern Munchen, sum spælir í morgin.

Norska stórtallentið, Erling Haaland skoraði fyrsta málið hjá Dormund og harvið eisini fyrsta málið eftir korona í Týsklandi.

Dagsins úrslit


Bundesligan byrjar í dag

Sum tann fyrstu stóra deildin í Evropa byrjar Bundesligan aftur í dag, eftir at hava ligið still í meira
enn tveir mánaðir.

Dortmund v Schalke
Leipzig v Freiburg
Hoffenheim v Hertha Berlin
Augsburg v Wolfsburg
Fortuna Dusseldorf v Paderborn
Frankfurt v Gladbach
Cologne v Mainz
Union Berlin v Bayern
Werder Bremen v Leverkusen

Miroslav Klose hjálparvenjari hjá Bayern München

Týska stórfelagið Bayern München boðar í dag frá, at fyrrverandi týski málrevurin, Miroslav Klose, skal vera hjálparvenjari hjá Hansi Flick.

Klose hevur verið venjari í ungdómsdeildini hjá Bayern, men tekur nú stigið upp í vaksnamannafótbólt.

Klose er við 16 málum tann mest skorandi leikarin nakrantíð í HM-endakappingum.


Bundesligan byrjar 16. mei

Bundesliga - Wikipedia
Felagið hjá týsku fótbóltsdeildunum, DFL, boðaði í tíðindafundi í dag frá, at 1.- og 2. Bundesliga byrja aftur 16. mei. Fyrsti dysturin verður millum Borussia Dortmund og Schalke 04.

Harvið er greit, at Bundesligan verður tann fyrsta av stóru deildunum í Evropa, sum byrja aftur eftir koronakreppuna.

Allir dystirnir verða spældir við ongum áskoðarum, og allir leikarar skulu kannast ofta fyri korona.

Eftir ætlan verður seinasta umfar í Bundesliguni spælt leygardagin 27. juni.

Bundesligan fer í gongd aftur í mei

Angela Merkel boðaði í dag frá, at týska Bundesligan kann fara í gongd aftur í mei. Hetta segði hon eftir ein fund við teir 16 landspartarnar í Týsklandi.

Bundesligan er tann fyrsta av teimum stóru deildunum í Evropa, sum fær loyvi at byrja aftur.

Týska fótbóltssambandið hevur gjørt eina nágreiniliga ætlan, hvussu fótbólturin kann byrja aftur. M.a eru yvir 1700 fólk við tilknýti til feløg í tveimum teimum bestu deildunum, longu kannað fyri korona.

Eisini í Danmark bendir nógv á fótbólturin kann byrja aftur í næstum. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði í dag, at Danmark hevur brúk fyri at fáa fótbóltin í gongd aftur.

1724 fólk í Bundesliguni kannað fyri korona

Bundesliga - Wikipedia
1724 spælarar og fólk við tilknýti til tey 36 feløgini í 1.- og 2. Bundesliguna eru kannaði. Tíggju fólk vístu seg at hava korona

FC Köln boðaði fyri nøkrum døgum síðan, at tveir leikarar og ein fysioterapeutur í felagnum høvdu korona. Ógreitt er, hvørjum felagi hini sjey smittaðu eru úr.

Nógvu kanningarnar eru liður í ætlanini at taka Bundesliguna upp aftur. Fleiri kanningar verða gjørdar í hesari vikuni, og áðrenn Bundeligan kann byrjar aftur, skulu allir leikararnir í eina sóttarhaldsvenjingarlegu.

Lokalir myndugleikar skulu góðtaka, at feløgini sleppa at venja aftur. Mikudagin hevur Angela Merkel fund við umboð fyri teir 16 landspartarnar í Týsklandi.