Hálvan vegin úr Florida til Føroya

Jákup Jacobsen og Edmund Berg hava nú róð hálvan vegin til Føroya úr Florida. Tað sæst á heimasíðuni Riding the Gulf Stream.

Tað var 28. mei, at teir báðir havnamenninir og Neil Blackerby úr Florida settust við árarnar í bárinum Guðrun við kósini móti Føroyum. Amerikumaðurin gjørdist longu eftir eina viku illa fyri, og fór av bátinum, síðan hava teir báðir føroyingarnir róð einsamallir.

Netsambandið mitt í Atlantshavinum er sum vera man vánaligt, og seinast teir lótu frætta frá sær á heimasiðuni var tann 11. juli. Tá ið var nógvur vindur, og teir bíðaðu eftir betri líkindum. Teir greiddu eisini frá, at hóast truplu umstøðurnar, so vóru teir við gott mót.

Á heimasíðui sæst, at teir í løtuni eru staddir nakað eystur úr Kanada og eru komnir hálvan vegin til Føroya.

Dreymurin var annars at koma til Føroya á ólavsøku, men við einum manni færri verður tað sjálvandi av ongum.

Á heimasíðuni Riding the Gulf Stream sæst m.a., hvar teir eru staddir

Facebook-síðan Riding the Gulf Stream to the Faroe Islands