Tað eydnaðist KÍ at halda heimaliðnum frá teimum heilt stóru møguleikunum, og KÍ hevði teir størru møguleikarnar at skora.
Í yvirtíðini var heilt nær við, at KÍ fór heim við einum sigri, tá ið Jákup Andreasen fluktaði eitt langskot á tvørtræið.
KÍ hevur nú sera gott útgangsstøði til seinna dystin, sum verður spældur 27. juli í Klaksvík.