Víkingur spældi væl upp við Streda í kvøld. Tekniskt góðu gestirnir vóru tó leikliga omaná stórar partar av dystinum, og tað at teir skoraðu longu eftir átta minuttir, gjørdi at teir kundu rulla bóltin róliga runt restina av dystinum, uttan at loypa serliga nógv á málið hjá Víkingi.
Fyrsta málið hjá Streda skoraði Nikola Krstovic við einum frálíkum saksasparki.
Annars hevði Víkingur teir bestu møguleikarnar í dystinum. Einar tvær tríggjar ferðir var nær við.
Í staðin skoraði Streda enn eitt mál, tá ið átta minuttir restaðu í av dystinum. Nakrir markeringsfeilir í verjuni hjá Víkingi endaðu við, at Andrejs Ciganiks í høgru síðu hamraði bóltin í málið.

Í yvirtíðini var heilt nær við, at Víkingur skoraði eftir eitt frísparksinnlegg, men bólturin rakti stongina.
Seinni dysturin móti Streda verður niðri í Slovakia 28. juli.