Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
FA Cup, 3. umfar, umdystur: Wolverhampton - Liverpool 0-1 (0-1)
Vit eru víðari til 4. umfar í FA Cup. Harvey Elliott skoraði einasta málið tíðliga í dysitnum við einum frálíkum langskotið í einum skjótum mótálopi.
Málið var avgjørda hæddarpunktið í einum vánaligum dysti, og tað er torført at fáa eyga á nakað annað gott enn sjálvan sigurin.
Nógvir nýggir mans á liðnum, og tað var tiltrongt. Bæði tí leikarar hava brúk fyri hvíld, og tí nógvir leikarar hava spælt elendugt í fleiri vikur.
Dysturin byrjaði við at bylgja eitt sindur aftur og fram, og leikliga var Wolves omaná. Heimaliðið fekk eisini tann fyrsta líkinda møguleika, men skotið varð blokerað..
Eftirfylgjandi fór Livepool í álop. Elliott førdi bóltin fram, og tá ið hann nærkaðist brotsteiginum sendi hann eitt frálíkt langskot, sum kavaði niður í málið til 1-0.
Restina av fyrra hálvleiki og fyri so vítt restina av dystinum, var okkara spæl ikki nógv at reypa av. Wolves hevði bóltin mest, og hjá okkum var trupulleikin tann sami, sum vit kenna alt ov væl eftir hondini. Spælið var óneyvt, okkara leikarar sýnast tungir og vit tapa allar nærdystirnar.
Tað hendi ikki meira í dystinum, og vit komu viðari. Men tað er tíverri eingi tekin í sól og mána, at vánaliga gongdin í spælinum fer at venda.
Sjálvur haldi eg, næstan at tað er keðiligt at vit komu víðari í FA Cup. Tað sum vit hava brúk fyri er at konsentrera okkum um Premier League, og tí er FA Cup líka nógv eitt órógvandi element, sum ein spennandi steypakappinga at spæla í.
Tað einasta, sum telur beint nú, er næsti dystir í Premier League, tá ið Liverpool møtir einum øðrum liðið kreppu, tá ið Chelsea vitjar á Anfield kl. 12.30 leygardagin.