Í hesi grein fylgja Ítróttur og rørsla HM-endaspælinum í manshondbólti
Danmark-Ungarn 40-23 (21-12)
Danmark livdi upp til leiklutin sum favorittur og bukaði heilt einfalt Ungarn av. Tað var ongantíð nakar ivi um nakað sum heltst, og Danmark vann 40-23, og má metast at vera stórfavorittur at vinna HM triðju ferð á rað.
Egyptaland - Svøríki 22-26 (9-15)
Svøríki hevði eitt sindur stórar trupulleikar at basa Egyptalandi. Stóra stjørnan Jim Gotfridsen skaddi sær fingurin týðliga í dystinum og kom ikki inn aftur. Svøríki var kortini framman fyri allan dystin, og í málinum stóð Andreas Palicka sera væl og setti lív í teir 17000 heimaáskoðararnar í Stockholm. Sigurin kom ongantíð í vanda, og endin var at Svøríki vann 26-22.
Noreg – Spania 25-25 (13-12), 29-29, 34-35
Noreg tveitti bókstaviliga sigurin burtur, tá ið teir fóru í álop 20 sekund fyri tíð og førdu 25-24. Rættiliga leysur móti málinum, valdi ein norðmaður at spæla aftur eftir, og so var púra rætt dømt fyri passivum spæli. Spania tók av, kastaði bóltin fram, og javnaði til 25-25.
Fyrri umdysturin endaði eisini við javnleiki 29-29, og í seinna umdystinum eydnaðist Spania at vinna 35-34.
Frakland - Týskland 35-28 (16-16)
Seinastu fjórðingsfinaluna vann Frakland á Týskland, sum fylgdi við nakað inn í seinna hálvleik. Frakland vann at enda greitt 35-26.
21. januar 2023 21.20
Noreg er víðari og Danmark næstan
Noreg hevur við greiðum sigri á Katar spælt seg í fjóringsfinalunar. Noreg kom fram um 5-0 beinanvegin, og gavst ikki fyrr enn dysturin var vunnin 30-17.
Seinni í kvøld vann Týskland á Niðurlondum, og tað merkti, at bæði Týskland og Noreg eru klár til fjóringsfinalurnar, har tey møta antin Fraklandi ella Spania.
Bólkur 4: USA – Danmark 24-33 (10-18)
Danmark vann eisini lættliga sín dyst móti USA 33-24. Danmark skal í seinasta dystinum í millumumfarinum hava minst eitt stig móti Egyptalandi fyri at vera tryggir at koma víðari.
Tapir Danmark, kann Kroatia, um teir vinna ein málmun á 22 mál inn á Danmark, stjala seinasta plássið í fjóringsfinalunum frá Danmark. Egyptaland er komið í fjóringsfinalurnar.
Hini úrslitini í dag:
Bólkur 3:
Serbia – Argentina 28-22 (12-10)
Niðurlond – Týskland 26-33 (12-15)Bólkur 4:
Kroatia – Belgia 34-26 (21-13)
That's a wrap on the second round of the #POLSWE2023 main round — and today saw more quarter-final places booked: 🇪🇬 Egypt, 🇩🇪 Germany and 🇳🇴 Norway 💥 The rankings in groups III and IV with one round to go ⬇️#sticktogether pic.twitter.com/1GJbRiNt2x
— International Handball Federation (@ihf_info) January 21, 2023
20. januar 2023 21.20
Palicka svenski kongurin í málinum
Bólkur 2: Ísland - Svøríki 30-35 (16-17)
Svøríki byrjaði dystin betri og førdi ?-?. Men hóast ísland gjørdi fleiri tekniskar feilir, so eydnaðist Íslandi við einari sterkari verju at koma aftur í aftur og at koma fram um við trimum málum. Ísland helt tó fram at gera nógvar tekniskar feilir, og tað gjørdi Svøríki gagn av, og skoraði upp á fleiri skjót mótálop. Í steðginum førdi Svøríki 17-16.
Svøríki byrjaði betri í seinna hálvleiki. Ísland brendi fleiri góðar møguleikar, og bráddliga var Svøríki framman fyri 20-16. Stjørnan hjá Íslandi, Omar Ingi Magnusson, kom ikki inn aftur, helst tí hann var skaddur, og tað gjørdi tað eyka torført hjá Íslandi at koma aftur í aftur.
Ísland helt munin niðri á fýra málum fyrsta korterið, og hótti eina løtu at koma veruliga inn í dystin aftur. Men í málinum hjá Svøríki tók Andreas Palicka tað mesta við framúr bjargingum, og brendu møguleikarnir kostaðu Íslandi dýrt.
Ísland helt spenninginum í dystin til tíggju minuttir vóru eftir. So fór Svøríki avgerandi frá, og endaði við at vinna dystin
Svøríki hevur við sigrinum vunnið bólkin og er komið í fjóringsfinaluni. Fyri Ísland merki ósigurin, at tað verður sera torført hjá teima at koma í fjóringsfinalurnar. Tað krevur at Kapo Verdi tekur stig frá Ungarn, og tað hendir neyvan.
Bólkur 2:
Kapo Verdi - Portugal 23-25 (12-14)
Brasil - Ungarn 26-31 (14-14)
Í bólki 1 tryggjaðu Frakland og Spania sær í dag pláss í fjóringsfinaluni við sigrum móti ávikavíst Iran og Slovenia.
Bólkur 1:
Slovenia - Spania 26-31 (15-15)
Iran - Frakland 29-41(14-18)
Montenegro - Pólland 20-26 (8-11)
19. januar 2023 23.33
Danmark javnleik í hørðum dysti - Noreg vendi dystinum
Bólkur 4: Danmark – Kroatia 32-32 (15-16)
Heimsmeistararnir úr Danmark møttu fyri fyrstu ferð veruligari mótstøðu, tá ið teir møttu Kroatia í fyrsta dystinum í millumspælinum.
Talan gjørdist um ein hart spældan og javna dyst heilt til tað seinasta. Liðini skiftust um at vera framman fyri, og sjáldan var meira enn eitt mál á muni.
Mikkel Hansen stýrdi danska álopsspælinum meistarliga, meðan nýggja danska størnuskotið, Simon Pytlick, skoraði 9 ferðir. Í verjupartin hevði Danmark hinvegin trupult við at steðga kroatiska álopinum, og strikuspælið inn til Marin Sipic riggaði sera væl. Strekir strikuspælarin skoraði 9 mál.
Í seinasta álopi kastaði Danmark bóltin burtur, tá ið í Emil Jacobsen ikki loftaði á veinginum. Tíbetur fyri danir, so var so lítið eftir av dystinum, at Kroatia ikki náddi at fáa bóltin fram til avgerandi skotið. Danmark kann betri liva við javnleikinum enn Kroatia, og tað skal nógv til, um Danmark ikki kemur í fjóringsfinalurnar.
Bólkur 3: Noreg – Serbia 31-28 (14-17)
Noreg hevur eisini beina kós í fjóringsfinaluna, eftir at teir enn einaferð vendu einum dysti. Hesaferð gekk tað út yvir Serbia, sum førdi 17-14 í hálvleikinum.
Eitt skifti tíðliga í seinna hálvleiki førdi Serbia eisini við fýra málum. Men Noreg kom skjótt upp á javnleik, og fór um miðjan seinna hálvleik fram um við trimum fýra málum, og hildu tann munin dystin út.
Noreg hevur fult stigatal, og tað skal nógv til, um Noreg ikki skal megna at spæla seg víðari í fjóringsfinalunar.
Hini úrslitini í dag
Bólkur 3
Týskland – Argentina 39-19 (24-11)
Katar – Niðurlond 30-32 (19-15)
Bólkur 4
Egyptaland – Belgia 33-28 (22-15)
USA – Barain 27-32 (13-17)
Another big day of main round matches as groups III and IV opened this stage 💥 The rankings after day two of the main round at #POLSWE2023 ⬇️#POLSWE2023 #sticktogether pic.twitter.com/tzfpPzOttG
— International Handball Federation (@ihf_info) January 19, 2023
The opening round of the main round comes to an end 💥 The last results of day nine at #POLSWE2023 👇#sticktogether pic.twitter.com/Y8yDWX0CKy
— International Handball Federation (@ihf_info) January 19, 2023
18. januar 2023 22.04
Ísland og Svøríki vunnu fyrsta dystin í millumspælinum
Bólkur 2: Kapo Verdi - Ísland 30-40 (13-18)
Ísland førdi allan dystin móti Kapo Verdi. Men tað var ikki fyrr enn teir seinastu tíggju minuttirnar, at teir veruliga avgjørdu dystin og vunnu greitt 40-30.
Bólkur 2: Svøríki - Ungarn 37-28 (18-14)
Svøríki møtti eitt sindur sterkari mótstøðu enn Ísland, tá ið teir framman fyri 9000 heimaáskoðarum tóku móti Ungarn í Scandinavium Arena í Gøteborg.
Eftir at hava verið aftan fyri 1-0, var Svøríki framman fyri allan dystin. Í hálvleikinum vóru fýra mál á muni, og tað eydnaðist ongantíð Ungarn at koma nærri enn trý mál. Hvørja ferð Ungarn hótti við at nærkast, so komu nakrar stórbjargingar frá litríka svenska málverjanum Andreas Palicka, sum var avgerandi leikarin í einum dysti, har verjurnar vóru sera opnar.
Sviar skiftu nógv út móti endanum, og tað sá út til at orkan gekk undan hjá risastóru ungarsku spælarunum. Svøríki vann dystin greitt 37-28.
Fríggjakvøldið møtast Svøríki og Ísland. Hjá Ísland er kravið, at teir mugu fáa stig í dystinum, meðan hjá Svøríki er hetta fyrsti møguleikin at spæla seg í hálvfinaluna.
Hini úrslitini í dag:
Bólkur 1: Iran - Slovenia 21-38
Bólkur 1: Frakland - Montenegro 35-24
Bólkur 1: Spania - Pólland 27-23
Bólkur 2: Portugal - Brasil 28-28
17. januar 2023 23:35
Noreg kláraði akkurát fyrsta plássið
Bólkur F: Niðurlond - Noreg 26-27 (17-13)
Noreg var heilt nær við at missa fyrsta plássið í bólkinum, tí Niðurlond vóru nógv betri enn Noreg í endanum av fyrra hálvleiki. Serliga var tað tann einans 172 cm høgi spældeilarin, Luc Steins, sum voldu norsku verjuni stórar trupulleikar. Í hálvleiki sá einki út hjá Noreg, tí støðan var 17-13 til Niðurlond.Í seinna hálvleiki át Noreg spakuliga av Niðurlendsku leiðsluni, og eftir 10 minuttir kom Noreg upp á javnt 20-20. Restina av dystinum fylgdust liðini, har tað stundum var javnt, og stundum var Noreg framman fyri við einum máli. Seinastu minuttirnar fekk Noreg eina tvey máls leiðslu, og endin var at Noreg vann 27-27. Harvið vann Noreg bólk F, og Niðurlond gjørdust nummar tvey.
Bólkur H: Tunisia - Danmark 21-34 (14-19)
Eftir at Tunesia fekk eina góða byrjan lat Danmark ongan iva vera um, at teir vóru betri enn Tunesia. Í hálvleikinum var 19-14 til Danmark, og dysturin endaði 34-21. Mathias Gidsel skoraði 8 ferðir fyri Danmark.
Hini úrslitini, týsdag 17. januar
Bólkur F: Norðurmakedonia - Argentina 26-35 (11-18)
Bólkur G: USA - Egyptaland 16-35 (7-19)
Bólkur E: Algeria - Týskaland 21-27 (9-16)
Bólkur H: Belgia - Barain 28-30 (12-15)
Bólkur E: Katar - Serbia 24-34 (14-17)
Bólkur L: Kroatia - Marokko 36-24 (15-13)
Noreg og Danmark kunnu tryggja sær fyrsta plássið
Danmark og Noreg eru favorittar at vinna á ávíkavist Tunesia og Niðurlondum í kvøld kl. 19.30. Megna tey tað, tryggja tey sær fyrsta plássið í sínum bólkum, og harvið fáa tey eisini betri møguleika at spæla seg víðari úr millumumfarinum í finaluumfarið.Dagsins dystir, týsdag 17. januar
Kl. 17.00
Bólkur F: Norðurmakedonia - Argentina
Bólkur G: USA - Egyptaland
Bólkur E: Algeria - Týskaland
Bólkur H: Belgia - Barain
Kl. 19.30
Bólkur E: Katar - Serbia
Bólkur H: Tunisia - Danmark
Bólkur F: Niðurlond - Noreg
Bólkur L: Kroatia - Marokko
16. januar 2023 21:51
Svøríki og Ísland vunnu seinastu dystirnar í bólkaspælinum
Sum væntað, vunnu Svøríki og Ísland seinastu dystirnar í bólkaspælinum. Svøríki vann heili 47-12 á Uruguai, og hevur harvið vunnið allar dystirnar í bólkaspælinum. Hetta var størsti sigurin hjá svenska manslandsliðnum nakrantíð.
Ísland vann eisini nógv móti Suðurkorea. Úrslitið gjørdist 38-25, og Ísland er komið víðari við tveimum sigrum.
Dagsins dystir:
Allir dystir verða vístir á youtube-rásini IHF-Competitions
Kl. 17.00
Bólkur A : Montenegro - Kili 35-33 (20-18)
Bólkur D: Suðurkorea - Ísland 25-38 (13-19)
Bólkur B: Slovenia - Frakland 31-35 (14-16)
Bólkur C: Brasil - Kapo Verdi 30-28 (17-15)
Kl. 17.00
Bólkur A : Montenegro - Kili 35-33 (20-18)
Bólkur D: Suðurkorea - Ísland 25-38 (13-19)
Bólkur B: Slovenia - Frakland 31-35 (14-16)
Bólkur C: Brasil - Kapo Verdi 30-28 (17-15)
Kl. 19.30
Bólkur C: Uruguai - Svøríki 12-47 (8-25)
Bólkur A: Iran - Spania 22-35 (11-21)
Bólkur D: Portugal - Ungarn 27-20 (16-9)
Bólkur B: Póllandi - Saudiarabia 27-24 (13-12)
16. januar 2023 16:37
Ísland kl. 17 og Svøríki kl. 19.30
Danmark og Noreg vunnu sum væntað lættliga sínar dystir í gjár. Danmark vann 36-21 á Barain, og Noreg vann 32-21 á Argentina. Bæði Danmark og Noreg hava vunnið báðar sínar dystir.
Í dag skulu Ísland og Svøríki so aftur á vøllin.
al reisa seg aftur eftir at teir blakaðu sigurin burtur móti Ungarn, og tað er eisini væntandi, at grannarnir fyri norðan vinna móti Suðurkorea. Dysturin byrjar kl. 17.00.
Svøríki hevur vunnið báðar dystirnar higartil og er eisini stórfavorittur kl. 19.30 í kvøld móti Uruguai.
15. januar 2023 11:13
Danmark og Noreg stórfavorittar í kvøld
Danmark og Noreg spæla í dag móti londum, sum í hondbóltshøpi vanliga vera mett at vera nógv veikari. Tí verður tað sera óvæntað, um nakað annað hendir, enn at Danmark og Noreg vinna sínar dystir móti ávikavíst Barain og Argentina.
Báðir dystirnari Danmark - Barain og Noreg - Argentina verða spældir kl. 19.30 í kvøld.
Dagsins dystir, sunnudagin 15. januar
Kl. 17.00
Bólkur H: Belgia - Tunesia
Bólkur F: Norðurmakedonia - Niðurlond
Bólkur G: Egyptaland - Marokko
Bólkur E: Týskland - Serbia
Kl. 19.30
Bólkur G: Kroatia - USA
Bólkur E: Kater - Algeria
Bólkur H: Danmark - Barain (DR1)
Bólkur F: Noreg - Argentina (TV2 Sport)
Ísland tveitti sigurin burtur - Svøríki vann lættliga
Ísland førdi við seks málum og sá út til at hava beini kós móti enn einum sigri. Men seinastu 12 minuttirnar skoraði Ísland bara eitt mál, og Ungarn hevði við sera sterkari verju og einum framúr málverja stongt málið og vunnið dystin 30-28.
Eftir at Ungarn førdi 1-0, var Ísland framman fyri alla tíðina, og við Omari Inga Magnusson og odda førdi Ísland 17-12 í hálvleikinum. Leiðslan helt sær langt inn í seinna hálvleik. Men so út til at megin gekk undan hjá íslendingum, sum brúka nógv somu leikarar.
Ísland gjørdi harvið vegin til hálvfinalurnar nógv truplari, og tað fer nú helst at krevja ein sigur móti Svøríki í millumumfarinum fyri at spæla seg í hálvfinalurnar.
Svøríki vann sum væntað ein lættan, tó ikki so stóran sigur móti oyggjalandinum Kapo Verdi. 19-8 var støðan í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki tóku sviar sær av løttum og vunnu til endans einans við sjey málum 34-27.
Dagsins dystir, leygardagin 14. januar
Bólkur B: Frakland - Saudiarabia 41-23 (24-14)
Bólkur C: Brasil - Uruguai 35-24 (19-10)
Bólkur A: Montenegro - Iran 34-31 (19-16)
Bólkur D: Portugal - Suðurkorea 32-24 (15-12)
Bólkur A: Spania - Kili 34-26 (18-15)
Bólkur B: Pólland - Slovenia 23-32 (11-17)
14. januar 2022 kl. 9.32
Ísland og Svøríki aftur í eldin
Ísland vann fyrsta dystin móti Portugal og kann við sigri á Ungarn nærmast tryggja sær fyrsta plássi í bólki D. Ísland og Ungarn vunnu bæði fyrsta dystin í HM-endaspælinum. Seinasti dysturin í bólkaspælinum hjá Íslandi er móti Suðurkorea, og tá taka tey flestu ein íslendskan sigur sum givnan.
Svøríki vann fyrsta dystin móti Brasil. Svøríki hevur ein munandi lættari bólk enn Ísland, og er so stórur favorittur at vinna á Kapo Verdi í kvøld, at tað nærum ikki ber til, at nakað annað hendir. Seinastu dystur hjá Svøríki er móti Uruguai.
Dagsins dystir, leygardagin 14. januar
KL. 17.00
Bólkur B: Frakland - Saudiarabia
Bólkur C: Brasil - Uruguai
Bólkur A: Montenegro - Iran
Bólkur D: Portugal - Suðurkorea
Kl. 19.30
Bólkur C: Svøríki - Kapo Verdi
Bólkur A: Spania - Kili
Bólkur D: Ísland - Ungarn
Bólkur B: Pólland - Slovenia
13. januar 2022 kl. 22.55
Danmark og Noreg skoraðu eftir vild
Bæði Danmark og Noreg vunnu lættliga fyrsta dystin í HM-endaspælinum, og bæði skoraðu nærum, sum teimum lysti móti ávikavist Belgia og Norðurmakedonia.
Danmark - Belgia 43-28 (22-15)
Fyrstu 10 minuttirnar megnaði ókenda belgiska liðið at fylgja við Danmark. Men hóast belgiumenn stríddust manniliga, so var einki at gera móti stjørnuliðnum úr Danmark. Danmark skoraði heili 22 mál fyri steðgin og førdi 22-15 í hálvleikinum.
Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og endin var at Danmark vann heili 43-28. Fyri Danmark var Mikkel Hansen toppskjútti við 10 málum, harav 4 upp á brotskast. Mathias Gidsel skoraði 9 ferðir og varð valdur til dagsins leikara.
Noreg - Norðurmakedonia 39-27 (18-11)
Norðurmakedonia fylgdi væl við Noreg fyrstu 20 minuttirnar. Men so fór Noreg frá, og hugdi ikki aftur um seg aftur. Í hálvleikinum var støðan 18-11, og Noreg vann dyst 39-27.
Fyri Noreg skoraði stjørnuleikarin Sander Sagosen 6 ferðir, og tað sama gjørdi Magnus Abelvik Rod.
Hini úrslitini í dag:
Barain - Tunesia 27-27 (16-15)
Argentina - Niðurlond 19-29 (11-24)
Marokko - USA 27-28 (12-12)
Týskland - Katar 31-27 (18-13)
Egyptaland - Kroatia 31-22 (16-12)
Um hini úrslitini er at siga, at USA vann sín fyrsta dyst nakrantíð í einum HM-endaspæli. Kroatia tapti óvæntað fyri Egyptalandi, og Tunesia spældi óvæntað javnt móti Barain.
Her sæst dysturin Danmark - Belgia:
Her sæst dysturin Noreg - Norðurmakedonia:
Danmark og Noreg favorittar í kvøld
13. januar 2022 kl. 17.00
Ísland og Svøríki byrjaðu við sigri í gjár, og í kvøld fara hini bæði Norðurlondini í HM-endaspælinum, Danmark og Noregi, í gongd.
Danmark spælir móti Belgia og er stórfavorittur móti Belgia, sum er eitt óskrivað blað í altjóða hondbólti. Noregi er eisini greiður favorittur at vinna á Norðurmakedonia. Bæði Danmark og Noregi spæla kl. 19.30.
12. januar 2022 kl. 22.53
Bæði Ísland og Svøríki byrjaðu við sigri
Bæði Ísland og Svøríki vunnu fyrsta dystin í HM-endaspælinum.
Bólkur C: Svøríki - Brasil 26-18 (11-9)
Svøríki hevði ávísar trupulleikar at koma frá Brasil, sum fylgdi væl við. Í hálvleikinum var støðan 11-9 til Svøríki, og nakað inn í seinna hálvleik var støðan 16-14 til Svøríki, Men so stongdi litríki málverjin Palicka málið, og Svøríki fór avgerandi frá Brasil. Endin var, at Brasil vann 26-18.
Bólkur D: Island - Portugal 30-26 (15-15)
Dagsins mest áhugaverdi dystur var millum Ísland og Portugal. Talan gjørdist eisini um ein sera javnan dyst, sum skiftivís skifti millum, at Ísland var framman fyri, og at Portugal kom upp á javnt. Í hálvleikinum var 15-15.
Hóast Portugal hevði onkran møguleika at koma fram um, so tóku teir ongantíð av. Endin var í staðin, at Ísland fimm minuttir fyri tið fór avgerandi fram um og vann dystin 30-26.
Úrslitini í hinum fimm dystunum í dag vóru hesi:
Bólkur C: Kapo Verdi - Uruguai 33-21 (17-11)
Bólkur B: Saudiarabia - Slovenia 19-33 (8-16)
Bólkur A: Kili - Iran 24-25 (11-13)
Bólkur D: Ungarn - Suðurkorea 35-27 (21-11)
Bólkur A: Spania - Montenegro 30-25 (15-12)
Her sæst dysturin Svøríki - Brasil:
Her sæst dysturin Ísland - Portugal:
11. januar 2022 kl. 23.30
Pólland gav favorittunum Fraklandi mótstøðu
Frakland - Pólland 26-24 (14-13)
Í heimavølli í einari stústappaðari høll gav Pólland stjørnunum úr Fraklandi mótstøðu, og leingi var dysturin javnur. Í hálvleikinum var 14-13 til Frakland, og tá ið 12 minuttir manglaðu var støðan javnleikur 21-21.
Seinastu minuttirnar kom Frakland fram um og helt leiðsluna til seinasta bríksl. Úrslitið gjørdist 26-24 til Frakland.
Dysturin sæst Youtube-rásini hjá IHF
The first win of the 28th IHF Men's World Championship goes to 🇫🇷 France 🔥 What a match to open #POLSWE2023 🚀#sticktogether pic.twitter.com/6kU9BldkSt
— International Handball Federation (@ihf_info) January 11, 2023
Klárar Danmark at vinna triðju ferð á rað?
HM-endapælið í manshondbólti verður komandi vikurnar leikt í Svøríki og Póllandi.
Onnur vertstjóðin, Pólland, og Frakland spæla í kvøld kl. 20.00 fyrsta dystin í endaspælinum
Fýra Norðurlond hava spælt seg til HM-endaspælið, Ísland, Danmark, Noregi og Svøríki. Danmark kann skrivað hondbóltsøgu, um teimum eydnast at vinna triðja heimsmeistaraheitið á rað, sum tað fyrsta landið nakrantíð.
Endaspælið er skipað í bólkaumfar, millumumfar og finaluumfar
Bólkaumfar
Bólkur A: Kili, Iran, Montenegro og Spania
Bólkur B: Frakland, Pólland, Saudiarabia og Slovenia
Bólkur C: Brasil, Kapo Verdi, Svøríki og Uruguai
Bólkur D: Ungarn, Ísland, Portugal og Suðurkorea
Bólkur E: Týskland, Katar, Serbia og Algeria
Bólkur F: Noregi, Makedonia, Argentina og Niðurlond
Bólkur G: Egyptaland, Kroatia, Marokko og USA
Bólkur H: Danmark, Belgia, Barain, Tunesia
Millumumfar
3 tey bestu í hvørjum bólki fara víðari til millumumfari. Londini hava innanhýsis stigini við sær.
Tveir og tveir bólkar verða lagdir saman. Síðan spæla londini írestandi dystirnar móti londunum úr hinum bólkinum.
Bólkur A og B verða til Bólk 1
Bólkur C og D verða til Bólk 2
Bólkur E og F verða til Bólk 3
Bólkur G og H verða til Bólk 4
Nummar 1 og nummar 2 í hvørjum millumbólki fara víðari til fjórðingsfinalurnar
Finaluumfar
Fjórðingsfinalur, hálvfinalur, finala og dystir um plássini.
HM í sjónvarpi og stroyming
Dystirnir verða ikki vístir í føroyskum sjónvarpi.
Dystirnir verða vístir á youtube-rásini IHF - Competitions
(riggar møguliga ikki í Føroyum orsaka av geoblokering)
(riggar møguliga ikki í Føroyum orsaka av geoblokering)
Hesar rásir hava rættindi at vísa HM-dystir í okkara grannalondum
Ísland: RUV
Danmark. TV2 og DR: Soleiðis verða dystirnir vístir í donskum sjónvarpi.
Noregi; Viaplay. Dystirnir verða vístir á TV3 og stroymdir á Viaplay
Svøríki: Viaplay. Dystirnir verða vístir á TV6, TV10, V Sport Extra og stroymdir á Viaplay