Heimsins bestu triðju ferð á rað og kanska nakrantíð

HM-finala í manshondbólti 2023: Frakland- Danmark 29-34 (15-16)
Við at gerast heimsmeistari triðju ferð á rað, má danska landsliðið seinastu árini helst metast sum eitt tað besta landsliðið nakrantíð.

Danmark setti seg á finaluna frá byrjan, og Frakland fótaði sær ongantíð veruliga, hóast teir tvær ferðir tíðliga í seinna hálvleiki komu upp á javnleik. Danmark var gjøgnum allan dystin so mikið nógv betri, at tað faktiskt var imponerandi, at Frakland megnaði at hanga í.

Fyrst í dystinum tók málverjin Niklas Landin nøkur skot, og í hinum endanum herjaðu Simon Pytlick og Mathias Gidsel. Danmark kom fram um eini trý fýra mál, áðrenn Frakland kláraði at stabilisera gongdina, og beint fyri hálvleik komu fraklendingar nærri og nærri, og støðan í steðginum var 16-15 til Danmark.

Hjá Danmark var Mikkel Hansen sjáldsama tamur, og tað hevði við sær, at venjarin, Nicolai Jacobsen, valdi at seta Rasmus Lauge at stýra spælinum. Lauge var næstan sendur heim fyri nøkrum døgum síðan, tí hann var skaddur, og tað kunnu danir vera glaðir fyri í dag, at tað ikki hendi.

Restin av dystinum var eitt stórt Rasmus Lauge show, og hann skoraði 10 av teimum 18 málunum, Danmark skoraði í seinna hálvleiki. 

Eisini aðrir breiddarspælarar komu inn og gjørdu mun, m.a. eykamálverjin Kevin Møller. Í sambandi við málverjar, er eisini vert at nevna, at fronsku málverjarnir als einki tóku í dag, og tað er faktiskt ótrúligt at ein so stór hondbóltstjóð skal hava so vánaligar málverjar. Tað verður ringt hjá Fraklandi at vinna nakað aftur fyrr enn teir finna nýggjar góðar málverjar.

Eftir at Frakland kom upp á javnt fyrst í seinna hálvleiki, kom Danmark skjótt fram um aftur við einum tveimum málum, og har helt støðan seg til Danmark dróg meira frá, tá ið eini tíggju minuttir vóru eftir. 

Hesaferð kláraði Frakland ikki at svara aftur, og heimsins besta manslandslið í hondbólti, Danmark, vann uppiborið 34-29, og líka uppiborið heimsmeistaraheitið triðju ferð á rað. 

Tað skuldi ikki undra, um Danmark eisini ferð at vinna fjórðu ferð á rað, tá ið HM-endaspælið verður aftur um tvey ár.

Til lukku, Danmark