Slíkir stásiligir karmar søma seg eisini ÍtróttaFagnaðinum, sum sjónvarpið varpaði út í hvørja stovu í landinum.
Hákun var upplagda valið
Fyri nøkrum vikum síðan kom eitt bræv frá ÍSF í teldupostkassan við nøkrum uppskotum, hvønn atkvøðast kundi fyri, sum ársins ítróttanavn 2022. Eingin Elias á Skipagøtu stóð á listanum, og hann spældi heldur ikki so nógv í fjør. Saknaði eisini onkran annan á listanum, men lat tað fara.
Beinanvegin helt eg, at av teimum á listanum, so mátti Hákun West av Teigum metast hægst. Fyrst at spæla seg til eitt fæst pláss í bestu donsku hondbóltsdeildini, síðan at vera valdur til heimsins besta unga høgra vong og so at fáa sáttmála við fremsta liðið í týsku bundesliguni, Füchse Berlin, tað má av sonnum metast at vera eitt megnaavrik. Hákun er enn ein av hondbóltsúrmælingunum úr H71, sum veruliga hevur staðfest sítt navn í føroyska ítróttaheiminum.
Hákun stóð ovast á mínum lista, og onnur hildu tað sama, tí tá ið samanum kom, var tað upplagt og uppiborið, at vælvaksni og kviki hoyvíkingurin við góðu lopkraftini var ÍtróttaNavnið 2022.
2022 gott ár hjá Óla
Hondbólturin og H71 gjørdu eisini bart, tá ið ÍtróttaStjørnuskotið skuldi veljast, og tað kom valla óvært á nakran, at 17 ára gamli Óli Mittún vann hendan heiður.
Óli hevur spælt seg til fast pláss á fremsta svenska hondbóltsfelagnum, Sävehof, og var valdur til besta spælara í U18 EM-endaspælinum seinasta summar. Harafturat spældi hann sín fyrsta A-landsdyst, og var besti maður hjá Føroyum, tá ið landsliðið tapti tepurt fyri Eysturríki. Fleiri hildu, at var Óli komin inn fyrr, so høvdu Føroyar helst vunnið.
Øll hava heiðurin uppibornan
Meðan ÍtróttaNavnið og ÍtróttaStjørnuskotið verða latin fyri avrik á vøllinum, so eru hinir heiðrarnir á ÍtróttaFagnaðinum latnir fyri munagott arbeiði uttan fyri vøllin. Trý uppskot vóru til hvønn av heiðrunum, ÍtróttaÁtakið, ÍtróttaFelagsskapurin og ÍtróttaFyrimyndin.
Tá ið tað kemur til slíkar heiðrar, er nærum ómøguligt at taka dagar millum tey, sum eru í uppskoti. Tey hava í veruleiknum øll uppiborið at verða heiðraði. Men onkur skal veljast.
Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB var valt til ársins ÍtróttaÁtak, og tað hevur eisini verið ein fragd at síggja hesar ungu menninar venja og hugna sær í Gundadali seinastu mongu árini. Saknaði at síggja røsku garparna á pallinum í Norðurlandahúsinum.
Fótbóltsfelagið Víkingur vann uppiborið heiðurin ÍtróttaFelagskapurin. Felagið samansjóvar bygdirnar í Eysturkommunum, Leirvík og Gøtu, og sum venjari og áskoðari hevur tað í nógv ár verið ein fragd at koma við liðum til Gøtu og Leirvíkar og síggja, hvussu væl skipað felagið er.
Heiðurin ársins ÍtróttaFyrimynd fór til Jógvan K. Glerfoss venjara í frælsa ítróttafelagnum Bragdinum. Eg havi í mong ár á veg til hús úr Gundadali, sæð Jógvan venja ungdómin í Bragdinum á Tórsbreyt í vindi og regni og viðhvørt í sól. Altíð eitt smíl, og tað var eisini týðiligt, at Jógvan var sera fegin um heiðurin á ársins ÍtróttaFagnaði.
Kvøldsins seinasti heiður, var tann mætasti av øllum. Heiðursskjal Poul E. Petersens var latið Hansinu á Plógv fyri hennara ótroyttiliga arbeiði fyri kappróðrinum í Sandavági í fleiri áratíggju. Mong eru við at skipa fyri ítrótti í eitt áratíggju. Men fá eru tey, sum ogna alt sítt lív til ein ítrótt og eitt ítróttafelag. Tí hava hesi uppiborið hendan heilt serliga heiður.
ÍtróttaFagnaður vinnarayvirlit
ÍtróttaNAVN
2018 Torkil Veye, súkkling2019 Sverri Sandberg Nielsen, rógving
2020 Sverri Sandberg Nielsen, rógving
2021 Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur
2022 Hákun West á Teigum, hondbóltur
ÍtróttaSTJØRNUSKOT
2019 Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur2020 Samuel Johansen Chukwudi, fótbóltur
2021 Elisabeth Erlendsdóttir, svimjing
2022 Óli Mittún, hondbóltur
ÍtróttaÁTAK
2018 Flogbørn, Flogbóltssamband Føroya2019 Eydnudeild Føroyar, Hondbóltur
2020 Faroe Islands Handball Cup, Vágur
2021 Fótbóltsskúlin við Stórá, Trongisvágur
2022 Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB
ÍtróttaFELAGSSKAPUR
2019 Taekwondosamband Føroya2020 Hondbóltssamband Føroya
2021 Føroya Styrkisamband
2022 Fótbóltsfelagið Víkingur
ÍtróttaFYRIMYND
2019 Høgni Kunoy Dávason, taekwondo2020 Gurið Krosslá Augustinussen, hondbóltur
2021 Brynjar Poulsen, fótbóltur
2022 Jógvan K. Glerfoss, Frælsur ítróttur
Heiðursskjal Poul E. Petersen
29. desember 2001 Birgit Hestoy, svimjing29. desember 2001 Niels Jákup Jakobsen, frælsur ítróttur
desember 2002 Kaj Aage Troest, fimleikur
27. oktober 2004 Jógvan á Lað, fótbóltur
5. mai 2018 Guttormur Sørensen, frælsur ítróttur
1. februar 2019 Peter Hentze Niclasen, borðtennis
28. desember 2019 Súsanna "Ussa" Krossteig Hansen, hondbóltur
13. februar 2021 Jóhanna Troest, fimleikur
5. februar 2022 Jákup Mortensen, fótbóltur
4. februar 2023 Hansinu á Plógv, kappróður