Showing posts with label Fótbóltur. Show all posts
Showing posts with label Fótbóltur. Show all posts

Mannið alt landsliðið við KÍ-arum

Árni skorar sigursmálið við "kalda" høgra beininum

Champions League, 3. undanumfar: KÍ - Molde 2-1 (0-0)
Vit eru eftir hondini vorðin von við at síggja eitt hálvgum reyvasítt landslið spæla á Tórsvølli, og hýrurin á Tórsvølli lyftir seg sjálvan upp um tað, sum nakrir meira og minni fullir fjepparar hjá Skansanum skapa í einum skýmaskoti uttanfyri FSF-húsið.

Í kvøld var øðrvísi. Tórsvøllur var fullsettur við garvillum norðoyingum, og teir høvdu eisini funnið út av seta Bláu bylgju, hornblásarar og trummusláarar mitt á langsíðuna, og KÍ-sangir rungaðu um allan Tórsvøll.

HB fekk ferð á spælið í seinna hálvleiki

Betrideildin menn: HB - AB 5-0 (2-0)
Eftir enn eina skuffandi luttøku í Evropa og higartil eitt nokk so skuffandi kappingarár, spældi HB aftur betrideildar fótbólt í Gundadali í dag. Argjamenn komu heim til Havnar at spæla móti stórfelagnum úr Havn, og eftir góðu gongdina seinastu tíðina var kanska hugsandi, at AB fór at arga HB.

... har pengarnir fólkið flyta

Fótbólturin er undir hóttan av arabiskum pengum, og gloymt tykist fagra prátið um mannarættindi, sum var í sambandi við HM-endaspælið í Katar í desembur í fjør. Í gjár brast bumban, at arabisk feløg royna at keypa fleiri leikarar úr Liverpool. Mitt í øllum rokanum er Jordan Henderson, okkara liðskipari, ímyndin og stríðsmaðurin fyri mannarættindi, líka inntil nú.

Framúr fríspark avgjørdi deydligan grannadyst

Betri Deildin Menn: HB  - B36 1-0 (0-0)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

Tað sá út til, at einki mál fór at verða skorað í Gundadali, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla av grannadystinum millum HB og B36. Men við einum dreymafrísparki sendi Mads Borchers bóltin í málhornið, og so vann HB enn einaferð móti B36, sum ikki hevur vunnið móti HB í fleiri ár.

10 toftamenn argaðu HB

 
Betri Deildin Menn: B68 - HB 0-0 (0-2)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

B68 gav HB góða mótstøðu á Svangaskarði í dag. Men eitt rætt dømt reytt kort seint í fyrra hálvleiki gjørdu uppgávuna enn truplari hjá toftamonnum, sum kortini hildu stand hálvan tíma inn í seinna hálvleik. Tá var Mohamed Samba óheppin at skalla bóltin í egið mál, og nakrar minuttir seinni avgjørdi Mikkel Dahl dystin.

So var HB-spæl aftur at síggja í Gundadali


Betri Deildin Menn: HB - EB/Streymur 6-1 (4-0)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

Mótstøðan, sum illa mannaða liðið hjá EB/Streymi veitti í dag, var kanska ikki nógv at reypa av. Men HB spældi fyri fyrstu ferð, síðan meistaraárið 2020 nakað, sum minnir um frálíka undirhaldandi spælið, sum vit fyrst sóu undir Heimi Guðjónssyni og síðan undir Berthel Askou.

Í dag sóu vit skjótar bóltflytingar, nógvar renningar, langar neyvar tvørsendingar og trýstspæl, sum líktist nøkrum.

Hesaferð knógvaði HB tvørámonnum




Betri Deildin hjá monnum: HB - TB 4-0 (0-0)
HB hevði aftur trupulleikar av at vinna tann væntaða sigurin móti TB í Gundadali í dag. Men tá ið HB fekk hol á, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki eftir eitt brotsspark, var als eingin ivi um, at HB fór at fáa øll trý stigini.

HB gjørdi einki við KÍ


Betri Deildin hjá monnum: HB - KÍ 0-1 (0-0)

Eingin ger nakað við KÍ, og vit kunnu staðfesta, at KÍ hevur beina kós móti FM triðja árið á rað.

Nógv hevur verið tosað um, at KÍ ikki er líka gott í ár sum í fjørð. Men higartil hava gjørt slætt borð í bestu deildini, og hava einans tapt fyri B36 í steypakappingini.

HB mátti næstan vinna hendan dystin fyri at fylgja KÍ. Teir máttu í øllum førum ikki tapa. KÍ kundu gott liva við javnleiki.

Talan gjørdist ongantíð um nakran góðan dyst, og higartil í ár hava oddaliðini ikki spælt við sama neyvleika og orku, sum tey allarbestu liðini undanfarnu árini, har serliga HB og KÍ tey bestu árini hava lyft bestu føroysku deildina upp á nýtt stig..

Áki til Borchers og umvent

Fjórðingsfinala, Løgmanssteypið: B36 - HB 0-2 (0-0)
Tvey mótálop og tvær tvørsendingar avgjørdu reellu “finaluna” í steypakappingin, tá ið havnarfeløgini B36 og HB spældu fjórðingsfinalu í Gundadali í kvøld.

Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær í Gundadal, nú ársins fyrsta lýkka rakti høvuðsstaðin. Tey vóru vitni til ein sera vánaligan fyrra hálvleik, har B36 var eitt vet betri.

Í seinna hálvleiki økti HB leikferðina, og eftir eitt mótálop skallaði Mads Borchers eitt frálíkt innlegg frá Áka Samuelsen í málið. Løtu seinni hevði B36 bóltinum málinum, men linjudómari hevði flaggið á lofti.

Í staðin avgjørdi HB dystin. Nú býttu Borchers og Áki um. Borchers setti í mótálopið ferð á í vinstru síðu, og í hinumegin tók Áki ein ordiligan rennitúr, fekk bóltin frá Borchers, legði hann til rættis, og skoraði hegnisliga úr spískum vinkli.

HB vann lættliga á turra vøllinum á Eiði

Betri Deildin við monnum:
EB/Streymur  - HB 0-3 (0-2)
Tað var ikki nakar ivi um, hvat var tað betra liðið á Eiði í dag, tá ið EB/Streymur tók móti HB. Havnarmenn vóru omaná frá byrjan, og tað hjálpti sjálvandi sera væl hjá HB, at teir fingu hol á longu í 7. minutti.

EB/Streymur hevði valt ikki at vatna turra vøllin fyri at gera umstøðurnar verri hjá bólttryggu leikarunum hjá HB. Turri vøllurin ávirkaði eisini spælið hjá báðum liðum allan dystin, og hevði eisini ávirkan á fyrsta málið hjá HB.

Ikki nóg gott

EM-undanbólkur E: Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)

Føroyar fáa sjáldan so góðan møguleika at vinna ein undandyst á útivølli sum í kvøld. Mótstøðuliðið Moldova var ikki nógv at reypa av. Men tað vóru Føroyar heldur ikki.

Kortini vóru Føroyar nógv betri í í fyrra hálvleiki, og tað var uppiborið, at Føroyar vóru framman fyri 1-0.

Eitt frálíkt mótálop byrjaði við einari góðari sending frá Jákupi Andreasen langt aftur á egnari hálvu. Meinhard Olsen rak síðan fram eftir vøllinum, og legði eina minst líka góða sending til Mads Mikkelsen, sum úr eitt sindur spískum vinkli fekk so mikið gott skot á bóltin, at hann fór í málið.

Hóast Føroyar ikki vóru góðir í fyrra hálvleiki, so gjørdist enn og verri í seinni. Liðið lá alt ov langt afturi á vøllinum, og sum hálvleikurin leið, so gjørdust atsóknirnar hjá Moldova alt meira vandamiklar, og tað var bara spurningur um tíð, so fór at enda galið. 

Nakrar minuttir fyri tí dømdi dómarin brotspark, tá ið Heini Vatnsdal kom til at sláa ein áleypara hjá Moldova í høvdið. Brotsparkið sendu moldovar trygt í málið, og so endaði dysturin 1-1.

Borchers gjørdi munin

Dystarfrásøgn
Betri Deildini menn: HB - B68 4-1 (3-1) Dystartøl á faroesoccer.com

B68 loypti veruliga hvøkk á HB, tá ið Sebastian Lau Nielsen legði B68 fram um. Men HB svaraði aftur og vann dystin 4-1. Matthias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Mads Borchers og Jákup Thomsen skoraðu málini.

Samandráttir frá dystunum í 1. umfari í Betri Deildini

B36 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í fyrsta umfarið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Her eru hæddarpunkt, sum Televarpið hevur gjørt frá dystunum í fyrsta umfari.

Víðari í FA Cup

 
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

FA Cup, 3. umfar, umdystur: Wolverhampton - Liverpool 0-1 (0-1)

Vit eru víðari til 4. umfar í FA Cup. Harvey Elliott skoraði einasta málið tíðliga í dysitnum við einum frálíkum langskotið í einum skjótum mótálopi.

Málið var avgjørda hæddarpunktið í einum vánaligum dysti, og tað er torført at fáa eyga á nakað annað gott enn sjálvan sigurin.

What to do?

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Brighton - Liverpool 3-0 (0-0)
Liverpool tapti heili 3-0 úti móti Brighton, og eingi tekin vóru um, at vánaliga gongdin fer at venda í næstum.

Brighton var betri í øllum lutum, og Liverpool slapp væl við 0-0 í fyrra hálvleiki.

Vánaliga gongdin gjørdist verri í seinna hálvleiki, og skjótt var 2-0 til Brighton. Endin var, at Liverpool tapti 3-0, og kreppan verður djúpari fyri hvønn dyst, sum verður spældur.

Eingir glottar at hóma

FA-cup: Liverpool - Wolves 2-2 (1-1)
Thigao og serliga Alisson góvu Wolves fyrsta málið. Nunez skoraði endiliga aftur og javnaði eftir eina góða sending frá Arnold.

Salah fekk eina gávu og skoraði lættliga til 2-1. Wolves javnaði og skoraði eisini eitt sigursmál, sum helst var skeivt kolldømt av VAR.

Enn ein vánaligur dystur og enn eitt vánaligt úrslit. Nær ferð hetta at venda?

Fyrrverandi italski landsliðsleikarin Vialli deyður


Gianluca Villa hevur seinnu árini stríðst við krabbamein og fór í desembur fyribils úr starvinum sum hjálparvenjari hjá Italia. Nú hann andaðist var hann 58 ára gamal.

Vialli var stóri stjørnuleikarin hjá Italia seinast 80-unum og fyrst í 90-unum. Hann var mest týðandi leikarin, tá ið Sampdoria vann italska meistaraheitið í 1991, og seinni vann hann eisini meistaraheitið við stórfelagnum Juventus.

Vialli endaði yrkisleiðina við trimum kappingarárum í Chelsea, har hann í 1998 gjørdist leikandi venjari. Hann gavst sum leikari á summri í 1998.

Vialli vandi eitt skifti fyrst í øldini Watford, og síðan 2019 hevur hann verið knýttur at venjarahópinum hjá Mancini á italalska landsliðnum, sum gjørdist evropameistari 2021.

Vialli spældi 59 landsdystir fyri Italia fram til 1992. Hann var við í EM-endaspælinum í 1988 og HM-endaspælinum í Italia í 1990.

Eingin tungmálmur at hóma

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Brentford - Liverpool 3-1 (2-0)
Liverpool møtti ongantíð veruliga upp til dystin móti Brentford í London. Serliga fyrri hálvleikur var undir alt lágmark vánaligur, og hóast Liverpool hevði bóltin alla tíðina, so var tað væl ov virðuliga uppiborið, at Brentford førdi við tveimum málum til hálvleiks.

Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki spældi Liverpool við orku og ferð, og tað førdi til eitt mál. Men so fall Liverpool aftur niður í ferð og intensiteti og fór aftur at spæla í gangitempo.

Móti endanum av dystinum skoraði Brentford eitt mál afturat, og vit Liverpoolviðhaldsfólk mugu bara staðfesta, at enn er sera langt upp á tað støðið, sum  hevur eyðkent Liverpool undir Klopp.

Vunnu uttan at skora

  
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Leicester 2-1 (2-1)
Talan var so avgjørt ikki um nakað stórt fótbóltsupplivilsi, tá ið Liverpool vann sær trý stig móti Leicester á Anfield.

Leicester kom fram um beinanvegin eftir sera vánaligt verjuspæl hjá Liverpool, og hóast Liverpool ikki skoraði nakað mál, sum vunnu vit 2-1 takkað verið tveimum sjálvmálum hjá sama spælara.

Pelé er deyður 82 ára gamal

Tann fyrsta stóra alheimsstjørnan í fótbólti, tann legendariski brasiliumaðurin Pelé, andaðist í dag 82 ára gamal. Hann hevur seinastu árini verið raktur av krabbameini og hevur verið nógv innlagdur seinastu tíðina.

Undir HM-endaspælinum herfyri frættist, at Pelé lá á deyðastrá og í kvøld kl 18.27 føroyska tíð orkaði kroppurin ikki meira.

Í Brasil verður Pelé mettur at vera tjóðarinnar sonur, og hann er uttan samanbering heimsins kendasta brasiliufólk.

Tá ið Pelé fylti 80 ár í 2020 skrivaði Ítróttur og rørsla hesa greinina: