Pelé er deyður 82 ára gamal

Tann fyrsta stóra alheimsstjørnan í fótbólti, tann legendariski brasiliumaðurin Pelé, andaðist í dag 82 ára gamal. Hann hevur seinastu árini verið raktur av krabbameini og hevur verið nógv innlagdur seinastu tíðina.

Undir HM-endaspælinum herfyri frættist, at Pelé lá á deyðastrá og í kvøld kl 18.27 føroyska tíð orkaði kroppurin ikki meira.

Í Brasil verður Pelé mettur at vera tjóðarinnar sonur, og hann er uttan samanbering heimsins kendasta brasiliufólk.

Tá ið Pelé fylti 80 ár í 2020 skrivaði Ítróttur og rørsla hesa greinina:

18 ára gamli Bajcetic avgjørdi

  
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 


Premier League: Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-2)
18 ára gamli spaniólin Stefan Bajcetic, var júst komin inn til sín annan dyst í Premier League, tá ið hann skoraði til 3-1 og avgjørdi dystin móti Aston Villa 2. jóladag.

Málið kom sum ein lætti, tí  Aston Villa hevði sett í spenning í dystin, eftir at Liverpool førdi 2-0 í hálvleikinum. 

Tað lá líka sum í luftini, at Aston Villa frá at javna. Men tíbetur vildi Bajcetic tað øðrvísi.

Messi kann nú javnmetast við Maradona og Pelé

HM-finalan 2022: Argentina - Frakland 2-2 (2-0)
(eftir umdyst 3-3) (eftir brotssparkskapping 7-5)

Í kvøld er veitsla í Buenos Aires. 

36 ár eftir at Maradona førdi Argentina heimsmeistaraheitið í 1986, megnaði Lionel Messi endiliga at vinna heimsmeistaraheitið heim til Argentina, og heimsins kendasta steyp tryggjar honum, at nú kann hann síðustillast við teir stóru, Pelé og Maradona.

Um dystin kann sigast, at hetta uttan iva var besta HM-finalan í langar tíðir, og samstundis var hetta finalan, har heimsins besti seinastu 15 árini, Lionel Messi, vann á einum góðum boði upp á heimsins komandi 15 árini, Kylian Mbappe.

Southgate heldur fram sum enskur landsliðsvenjari

Enska fótbóltssambandið boðar í morgun frá at vælumtókti enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, heldur fram sum landsliðsvenjari fram til EM-endaspælið 2024.
Southgate hevur fingið góð úrslit við Onglandi, og megnaði at spæla Ongland í HM-hálvfinaluna í Russlandi í 2018 og í EM-finaluna í 2021.

Í ársins HM-endaspæli tapti Ongland fyri Fraklandi í fjóringsfinaluni, og síðan hevur verið ivasamt, um Southgate fór at halda fram sum landsliðsvenjari.

Neistin koppaði oddaliðnum í Kollafirði


Burn deildin: KÍF - Neistin 29-30 (12-16)

Neistamenn eru um at koma fyri seg eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið. Við sigrinum á KÍF í dag, hava teir vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar í landskappingini, m.a. móti H71 og so í dag móti KÍF. Harafturat mundu teir koppa VÍF í steypakappingini. So nú megnar Neistin at kappast við øll tey sterkastu liðini í kappingini.

Grundarlagið undir dagsins neistasigri í Kollafirði var lagt miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Neistin fór frá 4-4 til at vera framman fyri 15-8 upp á eitt korter. Í hálvleikinum var 17-12 til Neistan. 

Í seinna hálvleiki minkaði KÍF skjótt um munin, og tá ið eitt korter var spælt eftir steðgin var javnleikur 24-24.

Endin av dystinum gjørdist spennandi. KÍF var frammanfyri, tá ið tveir minuttir manglaðu. Men Tróndur Kragesten og Simon Højmark Pedersen skorðu tvey tey seinastu málini fyri Neistan, sum sostatt fór til Havnar aftur við einum 30-29 sigri.

Hjá KÍF var Karl Martin Olsen toppskjútti við 8 málum, meðan veteranurin Tróndur Kragesten skoraði 11 mál fyri Neistan.

H71 hølvaði Kyndil av



SMS deildin: H71 - Kyndil 36-29 (21-10)
H71 lat als ongan iva vera um, at tær eru besta kvinnuliðið í Føroyum, tá ið nummar tvey á stigatalvuni Kyndil vitjaði uppi í Hoyvík. Spurningurin er, um hetta ikki er besta kvinnuliðið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Longu tá ið eitt korter var spælt, førdi H71 10-3, og í hálvleikinum var knúsandi 21-10 til H71, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Jana Mittún var flúgvandi í fyrra hálvleiki og skoraði átta ferðir.

Í seinni hálvleiki tók H71 sær av løttum, og málmunurin minkaði nakað. Úrslitið gjørdist 36-29.

Jana Mittún og Marita Mortensen gjørdust toppskjúttar hjá H71 við átta málum hvør. Hjá Kyndli gjørdist Turið Arge, sum ikki einaferð, toppskjútti við 11 málum.

Kyndil mundi bjóðað H71 av


Burn deildin: H71 - Kyndil 30-27 (17-15)

Kyndil, sum einans hevur fingið tvey stig hetta kappingarárið, fylgdi væl við H71 í Hoyvíkshøllini í dag. Men tað var ikki nokk, og sum vænta vunnu hoyvíkingar.

Nakrar minuttir fyri tíð var Kyndil annars á veg inn í dystin aftur, eftir at H71 eitt skifti hevði verið frammanfyri 27-20. Kyndil hevði momentum, og hevði fimm minuttir fyri tíð júst minkað munin niður til 29-26, tá ið venjarin hjá Kyndli av onkrari løgnari orsøk tók leikbrá við tí úrsliti, at góða løtan hjá Kyndli steðgaði. Endin var, at H71 vann 30-27.

Í fyrra hálvleiki fylgdi Kyndil við H71 fyrstu 20 minuttirnar, men so fór H71 nøkur mál fram um og helt seg framman fyri restina av dystinum.

StÍF fór fram um VB


SMS Deildin: StÍF - VB 28-22 (16-10)

Vágskvinnur bardu seg heilt úr Vági norður á Skála í kavarokinum í dag at spæla móti StÍF.

Liðini fylgdust fyrsta korterið. Men so fór StÍF undan, og í hálvleikinum var støðan 16-10.

StÍF økti munin, sum seinni hálvleikur leið, og einu løtuna vóru níggju mál á muni. Móti endanum minkaði VB eitt sindur um munin, og úrslitið gjørdist 28-22.

Við sigrinum fór StÍF fram um VB á stigatalvuni upp á sætta plássi, sum gevur atgongd til fjóringsfinalurnar..

Hjá StÍF skoraði Rebekka Justinussen 10 mál, meðan Durita Krosslá Hjelm skoraði 11 ferðir fyri VB.

Vestmannakvinnur vunnu í Klaksvík


SMS deildin: Stjørnan - VÍF 23-25 (12-10)

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu ein góðan sigur móti Stjørnuni í Klaksvík í kvøld. Úrslitið var eitt sindur óvæntað, tí Stjørnan hevur vunnið tvær ferðir móti VÍF fyrr í kappingarárinum, einaferð í landskappingini og einaferð í steypakappingini.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini leingi. Men beint fyri hálvleik legði heinaliðið seg tvey mál fram um, og hálvleiksstøðan var 12-10 til Stjørnuna.

Stjørnan byrjaði seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og legði seg skjótt fram um við fimm málum. Men VÍF át seg spakuliga inn í dystin aftur, og tá ið Stjørnan fekk eina útvísing tríggjar minuttir fyri tíð við støðuna 23-21 til Stjørnuna, tóku vestmannakvinur veruliga av og skoraðu fýra tey seinastu málini í dystinum. Dysturin endaði 25-23 til VÍF.

ES-dómstólur gevur UEFA viðhald í strínum móti Super League

ES-dómstólurin boðar í dag frá, at hann gevur UEFA rætt í, at allar nýggjar kappingar skulu góðkennast av evropeisku fótbóltssamgonguni fyrst.

Evropeiski fótbóltsheimurin skalv, tá ið tólv evropeisk stórfelølg á vári 2021 kunngjørdu ætlanirnar at stovna Super League uttan fyri skipanina hjá UEFA.

Mótmælini vóru stór, og skjótt tóku nýggju av feløgunum seg úr Super League, og eftir vóru bara Real Madrid, Barcelona og Juventus.

UEFA meldaði Super League fyri ES-dómstólin, og í dag hevur ráðgevin hjá ES-dómstólinum, Athanasios Rantos, givið UEFA viðhald.

ES-dómstólurin tekur endaliga avgerð á vári 2023, og tað er framvegis ein lítil møguleiki fyri at endaliga avgerðin verður broytt.

H71 við nýggjum venjara vann á Neistanum

SMS-deildin: Neistin - H71 38-33 (20-15)
Neistakvinnur kundu við einum sigri á H71 minka munin upp til oddaliðið til bara eitt stig. Tað var tó H71 sum legði seg fram um frá byrjan, og tað kom ongantíð veruligur spenningur í dystin, sum H71 vann 38-33 eftir hálvleiksstøðuna 20-15 til H71.

Hóast søguliga góðu úrslitini hjá hoyvíkskvinnum í Evropa, valdi H71 fyrr í vikuni at siga venjaranum, Benjamin Rømer Christiansen, úr starvið. Tað hendi, eftir at tað í eina tíð hevur ljóðað, at ónøgd hevur verið við venjaran. Nýggjur venjari hjá kvinnunum í H71 er Simon Olsen, sum eisini venur menninar hjá H71.

Dysturin í kvøld var, sum úrslitið vísir merktur av vánaligum verjum.

Annars var tað merkisvert, at fyri Neistan skoraði Maria Pálsdóttir Nólsoy heili 17 ferðir. Hjá H71 skoraði einans 17 ára gamla Anna Elisabeth H. Weyhe 10 mál.

Vár nýtt føroyskt met í 100 metra frí

Mynd: svimjing.com
Vár Ejdesgaard er einasti føroyski svimjarin, sum er við í HM-kappingini á stuttgeil í Melbourne í Avstralia. Hon var við í tveimum kappingum.

Í gjár setti hon nýtt føroyskt met í 100 metra frísvimjing við tíðini 56,21 sekund. Vár átti sjálv gamla metið við tíðini 56.48 sekund.

Fyrradagin svam Vár 400 metra frísvimjing við tíðini 4.16,97.

Les meira á Facebooksíðuni hjá svimjing.com og á svimjing.com

Hoyvíkskvinnur móti sponskum liði

Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla móti spanska liðnum Atletico Guardés í áttandapartsfinaluni í European Cup.

Spanska deildin er sterk. Atletico Guardés er í løtuni nummar 7, og var spanskur meistari í 2017.

Áttandapartsfinalurnar verða leiktar 7. -15. januar.

Klæmint til íslendsku meistararnar

NSÍ boðar í morgun frá, at felagið hevur longt sáttmálan við landsliðsáleyparan, Klæmint Olsen. Samstundis váttar NSÍ tíðindini, sum hava ljóðað seinastu dagaranar, at Klæmint verður leigaður út til íslendska meistaraliðið, Breiðablik.

Tá ið NSÍ óvæntað flutti niður í 1. deild, gjørdi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, greitt, at Klæmint ikki var upp á tal til landsliðið, um hann fór at spæla við NSÍ í 1. deild

Hátøkniligi HM-bólturin skal løðast


Myndir frá HM hava víst, at HM-bóltarnir verða løddur undan dystinum. Tað verður gjørt, so at tøknin inni í bóltinum skal rigga.

Tá ið Portugal skoraði móti Uruguai, sá út til at Ronaldo royndi at taka heiðurin fyri at skora málið. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at Bruno Fernandes skoraði beinleiðis upp á fríspark. 

Fyri at stafesta, at Fernandes skoraði málið, var ein sensorur inn í bóltinum brúktur, og hann vísti, at høvdið á Ronaldo ikki nært við bóltin.

Adidas og FIFA boðaðu í heyst frá ein sensorur er í HM bóltinum, m.a. fyri at hjálpa VAR at koma til røttu dómaraavgerðirnar. Ein full løðing varðar í seks tímar.



StíF og VÍF í hálvfinaluna


Í dag gjørdist greitt, at StÍF og VÍF fylgja H71 og KÍF í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum.

Eitt sindur óvæntað vann StÍF móti Team Klaksvík í Klaksvík. Talan var um ein javnan dyst, har Team Klaksvík kortini fyri tað mesta hevði nøsina framman fyri.

Tá ið 9 minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 22-19, og tað sá út til, at heimaliðið hevði beina kós í hálvfinalurnar.

Eftir tað steðgaði fullkomiliga upp hjá Team Klaksvík, og við einum ordiligum endaspurti eydnaðist strandingum at vinna dystin 24-22. StÍF skal í hálvfinalunum spæla móti H71.

Dómararseðil: Team Klaksvík - StÍF 22-24 (14-11) Steypakapping bólkur 1 menn

Í Vestmanna máttu favorittarnir VÍF veruliga stríðast fyri at knógva Neistanum, sum mátti vinna dystin fyri at koma víðari. Hjá VÍF var javnleikur nóg mikið.

Neistamenn løgdu seg beinanvegin fram um, og øktu leiðsluna allan fyrra hálvleik. Heili 20 ferðir lá bólturin í málinum hjá VÍF fyri steðgin, og Neistin førdi 20-16 í hálvleikinum.

VÍF byrjaði væl í seinna hálvleiki, og tað tók fimm minuttir at koma upp á javnt 21-21. Restina av dystinum fylgdust liðini, og ongantíð var meira enn eitt mál á muni.

Neistin legði seg fram um 34-33 í næstseinasta minutti, men VÍF javnaði hálvan minutt fyri tíð. Neistin megnaði ikki at koma til skot seinasta álopinum, og endin var, at eitt fríkast var skotið upp um málið, tá ið tíðin var farin. VÍF skal spæla móti KÍF í hálvfinalunum.

Dómaraseðil: VÍF - Neistin 16-20 (34-34) Steypakapping bólkur 2 menn

Í bólki 1 hjá kvinnunum vann Stjørnan seg lættliga í hálvfinaluna við 37-24 sigri á StÍF. Stjørnan spælir móti Kyndli í hálvfinalunum.

Dómararseðil: Stjørnan - StÍF 37-24 (18-8) Steypakapping bólkur 1 kvinnur 1

Í Vestmanna vann H71 sum væntað á vestmannakvinnum. Spenningur var í dystinum í 50 minuttir, men at endan vann H71 greitt 35-27. H71 møtir Neistanum í hálvfinalunum.

Dómararseðil: VÍF - H71 27-35 (13-18) Steypakapping bólkur 1 kvinnur 1


Tróndur ríkaði føroyskan fótbólt

Tróndur verður fagnaður eftir at hava skotið trý mál í avgerandi dysitnum móti HB í 1977 (skermmynd frá  KvF)

Ein legenda í føroyskum fótbólti er farin, nú TB-legendan, Tróndur Nolsøe, andaðist 67 ára gamal.

Tróndur var partur av liðnum hjá TB, sum kollvelti føroyskan fótbólt í 1970-árunum, tá ið hann saman við m.ø. tvíburðabeiggjanum, Ásmundi, og úrmælinginum Henriki Thomsen hugtóku føroyska fótbóltsheimin. TB vann føroyameistaraheitið í 1976, 1977 og 1980.

Glæsiligasta løtan hjá Tróndi á vøllinum, var helst, tá ið hann skoraði tríggjar ferðir í avgerandi dystinum um FM móti HB í Gundadali í 1977. 

Alisson bjargaði HM-frítíðini

  

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 
Premier League: Liverpool - Southampton 3-1 (3-1)

3-1 sigurin á Southampton ljóðar at vera ein rímiliga greiður sigur. Men var tað ikki fyri einar tríggjar framúr bjargingar frá Alisson í seinna hálvleiki, so kundi saktans verið talan um eitt heilt annað og verri úrslit.

Firmino skallaði Liverpool fram um tíðliga í dystinum. Southampton javnaði beinanvegin, og vit mugu ásanna, at verjan hjá okkum klárar ikki at halda tætt. Liverpool spældi kortini ein góðan fyrra hálvleik, og Nunez skoraði tvær ferðir. Áleyparin úr Uruguai er veruliga um at koma á rætta lagið, eftir truplu byrjanina í Liverpool.

Sum seinni hálvleikur leið, tók Southampton yvir alsamt meira av spælinum. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum.

Kelleher vann enn eina brotssparkskapping

 
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Carabao Cup: Liverpool - Derby 0-0 (0-0)
(Eftir brotssparkskapping 3-2)

Kelleher gjørdist enn einaferð bjargingarmaðurin hjá Liverpool, tá ið hann bjargaði tríggjar ferðir í brotssparkskappingini.

Annars var ikki nógv at skriva heim um, tá ið Liverpool í kvøld tók móti Derby County úr triðbestu deildini í Carabao Cup.

Klopp valdi, at spæla við einum eykaliðið, har Kelleher, Gomez, Phillips, Tsimikas, Oxlaide-Champerlain og Carvalho vóru teir royndu menninir á liðnum.

Dysturin sjálvur koyrdi nærum í tómgongd. Tað kom eitt sindur av lívið í, tá ið Nunez, Ellitot og Firmino koma á vøllin. Men trýstið fánaði skjótt, og dysturin endaði málleysur.

Tann blaðungi, 16 ára gamli, Ben Doak kom eisini á vøllin, og hann var kanska tann sum vísti best taktir í kvøld við knøppum vendingum og áleypandi spælihátti. Spennandi leikari.

Í brotssparkskappingini brendu ungi Bajcetic og Firmino. Men við Kelleher í málinum, sær út til, at vit eru í tryggum hondum, tá ið tað kemur til brotssparkskappingar. Tríggjar flottar brotssparksbjargingar var tað til í kvøld.

Tveir ymiskir hálvleikir

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Tottenham - Liverpool 1-2 (0-2)
Sigurin í dag móti Tottenham var kærkomin, tó at tað framvegis stendur øllum greitt, at Liverpool er langt frá tí støðinum, sum hevur eyðkent liðið seinastu árini.

Fyrri hálvleikur var í lagi. Ikki tað at vit spældu framúr, men vit vóru betri enn Tottenham, sum spældi sera illa fyri steðgin. Salah skoraði bæði málini.

Tottenham kom á vøllin sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, meðan Liverpool ongantíð kom úr aftur skiftiríminum. Vit skulu prísa okkum lukkuligan fyri, at Tottenham einans skoraði eitt mál, og at vit harvið vunnið trý kærkomin stig.

Knógvaðu Napoli

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

UEFA Champions League: Liverpool - Napoli 2-0 (0-0)


Liverpool vann seinasta dystin í bólkaspælinum í Champions League 2-0 á Napoli. 

Talan var um ein javnan dyst, sum sá út til at enda málleysur. Men við tveimum málum móti endanum av dystinum komu vit upp á sama stigatal sum Napoli. Innanhýsis málúrtøkan ger kortini, at Napoli vinnur bólkin.

Málini hjá okkum skoraðu Salah og Nunez, í báðum førum eftir returar

Eitt tíðarskeið er av

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Leeds 1-2 (1-1)

Tað gongur bara av h...... til hjá okkum fyri tíðina og Liverpool tapti í kvøld annan dystin á rað í Premier League, tá ið Leeds vitjaði á Anfield. 

Salah javnaði fyri Liverpool í fyrra hálvleiki, eftir at Gomez hevði serverað bóltin fyri føturnar á Rodrigo, sum hevði lagt Leeds fram um. 

Liverpool spældi ikki ein góðan dyst. Men móti endanum legði Liverpool stórt trýst á málið hjá Leeds, og hevði ivaleyst av møguleikum at avgera seg dystin, men inn vildi bólturin ikki

Í staðin skoraði Leeds sigursmálið, og kreppan stendur við og versnar í Liverpool. 

Trilvandi spæl - góður sigur

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

UEFA Champions League: Ajax - Liverpool 0-3 (0-1)


Vit vunnu greitt og eru víðari. Men Guð viti, hvussu Liverpool kom livandi frá fyrra hálvleiki móti Ajax í kvøld. Vertirnir skuldu verið framman fyri við tveimum málum, áðrenn Salah legði okkum óuppiborið fram um. Ajax var betri í øllum fasettum av spælinum, og okkara spæl var milt sagt vánaligt.

Í seinna hálvleiki gjørdu vit skjótt av. Nunez skallaði enn eitt mál, og Elliott avgjørdi dystin longu sjey minuttir inn í seinna hálvleik.

Tað stendur við og versnar

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Nottingham Forest - Liverpool 1-0 (0-0)


Eftir eina hampiliga góða gongd, var aftur gerandisdagur, og við tapinum í dag móti Nottingham í dag mugu vit staðfesta, at hetta er ikki okkara kappingarár. Neistin er ikki í spælinum. Lítil ferð, einki hugflog og als eingin vilji. 

Vit høvdu bóltin mest. Men teir skoraðu, og tað er tað sum telur. Gongdin minnir um tíðina áðrenn Klopp, tá ið vit ofta taptu móti botnliðum og vunnu móti toppliðum.

Ósigurin í dag og ósigurin vóru av tí flovisliga slagnum. Huff huff.

Vánligt spæl og trý stig

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - West Ham 1-0 (1-0)


Eftir flotta sigurin á City mátti Liverpool aftur vinna í dag, um vit skulu bjóða av í kappingini um plássini í Champions League.

Tað eydnaðist eisini, men tað var ikki talan um nakran góðan dyst frá okkara síðu.

Nunez skoraði málið í fyrra hálvleiki, og West Ham brendi eitt brotsspark.

Seinni hálvleikur var eitt verri rót, og einki mál kom afturat í dystinum, og vit fingu trý stig á kontuna.

Van Dijk og Gomez tamdu Haaland

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Manchester City 1-0 (0-0)

This is Anfield segði Pep Guardiola, venjari hjá City, í samrøðu eftir dystin, tá ið hann vísti sína ónøgd, málið hjá Foden, sum í fyrra hálvleiki var kolldømt fyri eitt fríspark í uppspælinum móti Fabinho.

Ja, hetta er Anfield, og hetta er skansin hjá Liverpool. Enn einaferð reistu vit okkum, tá ið tað mest trongdi til tað. Og Jürgen Klopp hann gjørdi sanniliga sítt til at halda dampin uppi á Anfield, tá ið hann østi seg til eitt reytt kort í yvirtíðini.

Endurføddi Mohamed Salah skoraði einasta málið, og heimsins besti verjuleikari seinastu fimm árini fann eisini seg sjálvan aftur, og saman við Joe Gomez tamdi hann heimsins besta áleypara, Erling Braut Haaland.

Óli í heimsflokki var ikki nokk

.



EM-undanbólkur 4:
Føroyar - Eysturríki 28-30 (14-14)

Óli Mittún trein í kvøld veruliga inn á føroyska landsliðspallin, tá ið hann vísti spæl í avgjørdum heimsflokki í landsdystinum móti Eysturríki í høllini á Hálsi.

Endin var tó, at Eysturríki vann dystin 30-28, og enn manglar eitt sindur í, áðrenn Føroyar eru ordliga klárar at fylgja við stóru tjóðunum. Men vit eru væl á veg

Seinasti neyvleikin á og uttanfyri vøllin manglaði


EM-undanbólkur 4:
Ukraina - Føroyar 29-25 (18-14)


Viðhvørt er torført at skilja avgerðirnar hjá venjarum, og soleiðis var í kvøld, tá ið føroysku hondbóltsmenninir høvdu góðan møguleika at fáa gott úrslit móti Ukraina.

Hví brøðurnir Pauli Mittún og Óli Mittún skuldu av vøllinum, júst vit høvdu fingið samband við Ukraina eftir at hava verið fleiri mál aftanfyri, var ilt at skilja.

Føroyar stóðu einki aftanfyri Ukraina, men tað var sum um venjarin ikki tordi at halda fast í tí uppstillingini, sum riggaði best, og tá ið Pauli og Óli koma aftur á vøllin átta minuttir fyri tíð, var støðan 26-22 til Ukraina, og tá var ov seint at fáa tað mista aftur.

Eitt evarska lítið stig rætta vegin

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

UEFA Champions League: Liverpool - Rangers (Skotland) 2-0 (1-0)

So vunnu vit aftur. Tað er sjálvandi gott. Men spurningurin er, um vit skulu leggja so nógv meira í tað, tí skotsk mótstøða er í besta føri miðal, og avgjørt ikki nógv at reypa av.

Eg sá sjálvur bara dystin partvíst, so nøkur verulig dystareftirmeting verður hetta ikki. 

Tað mest áhugaverda var sjálvandi tann nýggja spæli skipanin. 4-2-1-3 við Jota sum einum 10-ara aftanfyri Gomez, Nunez og Salah riggaði bara væl, og vit skaptu eina rúgvu av møguleikum og átta helst at havt vunnið meira. Vit oyðslaðu aftur við møguleikum, og okkara nýggju áleyparar Gomez og Nunez eru tíverri ikki komnir á lagi, hvat viðvíkjur at skjóta mál.

Huff huff

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Brighton 3-3 (1-2)

Vit høvdu vóna, at langi steðgurin kom okkum til góða, og at okkara spælarar vaknaðu eftir sera vánaligu byrjanina upp á kappingarárið. Men tað má bara staðfestast, at Liverpool er als ikki til at kenna aftur, og einki bendir á, at gongdin fer at venda.

Eftirmeting: KÍ yvirtekur landsliðið


UEFA Nations League: Føroyar - Turkaland 2-1 (0-0)


Tað var sum um okkurt hendi við landsliðnum móti Turkalandi á Tórsvølli í kvøld. Har var nýggj orka í liðnum, og lutfalsliga nýggir leikarar, sum veruliga tóku av møguleikanum at vinna sær fast pláss á landsliðnum.

Vekk vóru leikarar sum Brandur Hendriksson, Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad, sum fyri nøkrum árum síðan vóru berandi leikarar á einum føroyskum liði í framgongd. Men sum nú eru skaddir ella bara ikki hava sama støði longur.

Eftir dystin í kvøld tykist greitt, at teir tríggir omanfyri nevndu veruliga mugu stríðast fyri at koma aftur á landsliðið, um teir ynskja tað tað. Í kvøld vóru tað klaksvíkingarnir Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen sum settu dagskránna, nú sigursvanda KÍ-liðið er um at yvirtaka landsliðið. Fýra KÍ-arar byrjaðu á vøllinum fyri Føroyar og ein kom inn, og tað er heilt greitt, at menninir hjá Mikkjal Thomassen eru sera væl fyri at spæla altjóða fótbólt.

Raktu rætta orkustøðið
Hetta var nógv besti landsdysturin undir Håkan Ericson. Ja, besti landsdystur í nógv harrans ár. Gaman í var Turkaland ikki serliga imponerandi. Men tað tekur einki frá okkara monnum.

Frá byrjan tyktist alt liðið at raka júst rætta orkustøðið. Alt liðið fór langt fram á vøllin at trýsta, og bóltahaldarin hjá Turkalandi fekk frá byrjan og næstan allan dystin á tamb ongantíð frið at hava bóltin.

Á odda í trýstinum var Jóán Símun Edmundsson, sum við hvørt einasta høvi legði alla orku í at órógva turkisku verjuna, bæði tá ið vit høvdu bóltin, og tá ið Turkaland hevði bóltin. Jóan Símun tyktist veruliga at vilja prógva, at hann framvegis hoyrir heima á landsliðnum, eftir at hann hevur fingið ávísan kritikk seinnu árini.

Tað má vera strævið at spæla móti Jóan Símun, sum við sínum eitt sindur óortodoksa stílið fer inn í hvønn einasta nærdyst, og letur mótstøðuleikaran merka, at hann er har.

Sum krúnan á verkinum skoraði Jóan Símun eitt frálíkt mál, tá ið hann lyfti sendingina frá Jákup Andreasen upp um málverjan úr spískum vinkli.

Bjartalíð setur nýggjan standard
Staddur á Tórsvølli, var tann leikarin, sum eg legði mest merki til, Jóannes Bjartalíð. Eftir at hann var besti maður í Litava, helt eg, at hann endurtók bragdið í kvøld. Í mínum hugaheimi havi eg ikki sæð so gott einstaklinga avrik frá einum landsliðsleikara, síðan tann blaðungi Brandur Hendriksson trein inn á landsliðið fyri skjótt nógvum árum síðan.

Hann sær út til at geva landsliðnum nakað nýtt. Er við vinstra beininum róligur á bóltinum, meðan hann sera hegnisliga verjir bóltin við kroppinum. Hann sleppur altíð skilagott av við bóltin, og samspælið við Gilla Sørensen riggaði framúr væl í kvøld. So væl, at hetta var besti dystur í álopspartinum hjá Gilla í fleiri ár.

Harafturat legði Jóannes Bjartalíð eina øðiliga orku fyri. Hann rann og tuskaði allan dystin. Í mínum optikki var hann allastaðni á vøllinum, og so er hann eisini so kroppsliga sterkur, at hann vinnur eina rúgvu av nærdystum.

Eisini hin ungi klaksvíkingurin, Jákup B. Andreasen, skaraði fram úr á verjukenda miðvøllinum, og tað er lítið at ivast í, at vit langt um leingi hava funnið avloysaran hjá Fróða Benjaminsen. Stórur og sterkur, og ikki minst tryggur við bóltinum.

Håkan rakti rætt
Nú havi eg nevnt nakrar leikarar burturúr. Men sjálvandi spældu allir væl, tá ið liðið spælir so gott.

Teitur gav neyðuga friðin yvir spælið við sínum trygga bóltspæli. Miðverjan við Gunnar Vatnhamar og Heina Vatnsdal var solid, og liðskiparin Viljormur Davidsen er sum gott vín og gerst bara betri og betri við árunum. Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen og Meinard Olsen spældu eisini ein góðan landsdyst, tó uttan at vera so sjónligir.

Spæliætlanin hjá Håkan tyktist eisini at rigga væl. Tað riggaði sera væl at leggja trýst á yvirlegnu turkarnar, sum als ikki tímdu at venja á Tórsvølli undan dystinum. Og sum Håkan greiddi frá í sjónvarpnum, so vóru tað leikararnir sum vildu halda fram við ágangandi spælinum eftir steðgin, og har skal altíð væl klæddi svenski landsliðsvenjarin hava rós fyri, at hann dugdi og tordi at lurta eftir røttu signalunum.

Samanumtikið ein av heilt stóru løtunum í føroyskum landsliðsfótbólti, og tað ger tað ikki verri, at tað ljóðar, at sigurin á Turkalandi hevur við sær, at Føroyar vera í einum hægri styrkisbólki, tá ið lutakastið til EM-undanbólkarnar verður í næstum.

Dystartøl

Matip bjargaði kvøldinum

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Champions League: Liverpool - Ajax 2-1 (1-1)

Heimaáskoðararnir kláraðu at tiga, meðan tøgn var í ein minutt fyri Elisabeth drotning, og so var klárt at spæla fótbólt. 

Liverpool royndi frá byrjan at seta ferð á spælið, men nakað veruligt trýst ella nakran veruligan møguleika varð tað ikki til beinanvegin.

Liverpool slapp at hava bóltin nógv mest. Men trupulleikin var tann sami sum higartil í ár. Bólturin varð spældur alt ov seint runt, og verjan hjá Ajax kundi í stóran mun bara standa og hyggja.

Liverpool í upploysn

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

UEFA Champions League: Napoli - Liverpool 4-1 (3-0)


Vánaliga byrjanin upp á kappingarárið heldur fram, og í kvøld bukaði Napoli okkum av í fyrsta dystinum í Champions League hetta kappingarárið. Liverpool fekk ikki eitt bein til jørðina og spældi ein sera vánaligan dyst, har als einki hekk saman. Napoli kundi lættliga havt vunnið meira enn 4-1.


Vánaligt spæl og vánaligt úrslit


 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Everton - Liverpool 0-0 (0-0)

Liverpool er ikki tað, sum teir hava verið seinnu árini. Undanfarnu ár hava vit av og á tapt dystir, men vit hava næstan altíð verið leikliga betri enn hitt liðið.

Soleiðis hevur kortini ikki verið higartil hetta kappingarárið, og móti Everton í dag var einki undantak, tí Everton spældi upp við okkum meginpartin av dystinum, og var líka nær við sigrinum sum vit.

Eg sá ikki fyrra hálvleik, bara endan og hæddarpunkt, so tað, sum eg skrivið her byggir mest á seinna hálvleik.

Um fyrra hálvleik var stutt at siga, at móti endanum av fyrra hálvleiki rakti fyrst Everton træverkið eina ferð, og so Liverpool tvær ferðir. Nunez sendi úr spískum ein fluktara umvegis Pickford í málinum hjá Everton bóltin á tvørtræðið, og Diaz hamraði í eyðkendan stíl bóltin á stongina.

Carvalho fekk eisini eina harða takkling, og kom ikki inn aftur til seinna hálvleik.

Seinni hálvleikur var eitt verri rót, og bæði liðini høvdu møgueikar at avgera dystin. Liverpool sær als ikki út til at hava tað neyðuga tolið og ferðina á spælinum til at spæla verjurnar hjá mótstøðuliðnum sundir. Í staðin vóru ómotiveraðir bóltar sendir inn í málteigin, og tað nyttar lítið móti tøttum defensivum verjum.

Teir, sum hava verið bestir hini árini, Salah, Trent og Van Dijk, sýnast at vera rættiliga ómotiveraðir, og síggja næstan út til at treingja til ein túr á beinkin. Serliga Salah fær sera lítið burtur úr, og kemur ikki fram við einum einasta manni.

Uppskriftin hjá Everton var líka sum hjá Fulham, Newcastle og Manchester United. Teir fóru hart til okkum á miðvøllinum, og tá ið okkara leikarar spæla seint, og als ikki hava tolið at spæla hini liðini tunn, so er lætt hjá teimum at vinna bóltin frá okkum.

Einu løtuna bíðaðu øll eftir, at Everton fór at skora, og tað gjørdu teir eisini, men fyrrverandi Liverpool unglingin Conor Cohen var rangstaddur.

Tá ið alt tað ringa er sagt um Liverpool, so má eisini sigast, at vit høvdu okkara møguleikar at vinna dystin, og Pickford hevði nógvar sera góðar bjargingar og varð valdur til dagsins leikara av BT Sport.

Javnleikur var eitt rættvíst úrslit í dystinum, men tíverri kunnu vit ikki brúka tað til tað stóra, og nú er meistaratokið koyrt. Nú ræður um, at koma í topp 4 fyri at tryggja luttøku í Champions League komandi kappingarár.




Unglingarnir bjargaðu Liverpool


 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 


Premier League: Liverpool - Newcastle 2-1 (0-1)

Sjey minuttir vóru spældir av yvirtíðini, og aftur sá út til, at Liverpool fór at missa stig. Skuffandi 1-1 vísti máltalvan. Men sum tað sá svartast út, trein unglingin Fabio Carvalho á pallin og hamraði bóltin upp undir nettakið, tá ið bólturin var leysur beint undir málinum eftir eitt hornaspark.

So bragdaði og Bournmouth varð hølvað av

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 


Premier League: Liverpool -Bournmouth 9-0 (5-0)

Í dag runnu okkara leikarar frá fyrsta bríksli, og teir snøgt sagt trumlaðu Bournmouth niður. Alt, sum ikki vara givið í fyrstu dystunum, var givið í dag, bert spell at tað skuldi taka tríggjar dystir at vakna.

So er kreppa í Liverpool


 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Manchester - United - Liverpool 2-1 (1-0)

Liverpool vísti frá byrjan als einki tekin upp á, at teir ætla at fáa gongd á kappingarárið. Manchester United var betri, spældi skjótari og okkara leikarar vóru als ikki til stðar. Robertson og Trent vóru hvør í sínum lagi vánaligir. Miðjan við Henderson og Milner var ov stirvin og Elliot kom als ikki inn í dystin, og longri fram ivaðist ein í, um Firmino var á vøllinum.

Liverpool ikki vaknað

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Crystal Palace 1-1 (0-1)
Eftir tvey mist stig móti Fulham, og góðu byrjanina hjá City upp á kappingarárið, var Liverpool hálvavegna noytt at vinna dystin móti Crystal Palace.

James Milner og Nat Phillips vóru óvæntað á vøllinum frá byrjan, meðan Jordan Hendersen og Joe Gomez vóru á beinkinum.

U18 dreingir nummar níggju í Evropa

Vit fylgja føroysku U18 hondbóltsdreingjunum í EM-endaspælinum í Montenegro

Dagført 13. august kl. 18.30

Okkara U18 manslandslið í hondbólti vunnu dystin um níggjanda plássinum í EM-endaspælinum móti grannunum úr Íslandi.

Tað gekst ikki eftir vild í fyrra hálvleiki, og í hálvleikinum var Ísland á odda 15-13.

Í seinna hálvleiki komu Føroyar skjótt upp á javnt. Við góðum verjuspæli og málmansspæli, og Óla Mittún og Róki Ziskason í hopla í hinum endanum komu okkara dreingir eisini skjótt fram um og hildu seg har restina av dystinum. Endin var, at Føroyar vunnu 29-27.

Óli Mittún var toppskjútti hjá Føroyum við 11 málum. Meðan Rókur Ziskason var valdur til dagsins leikara hjá Føroyum.

Óli Mittún er greiður toppskjútti í kappingini við heili 80 málum í 7 dystum.

KÍ tapti brotssparkskappingina

UEFA Conference League, 3. undanumfar - seinni dystur. Á Tórsvølli í Havn kl. 19.00
KÍ - Ballkani 2-1 (0-0), (samanlagt 2-2), (eftir umdyst samanlagt 2-2), (eftir brotssparkskapping samanlagt 5-6)

Eftir eina tapta brotssparkskapping móti Ballkani úr Kosovo er KÍ úti úr evropeiskum fótbólti fyri í ár, og harvið er einki føroyskt felag við í Evropa longur.

Anders Sølvsten Holvad og Jóannes Kalsø Danielsen brendu brotsspark fyri KÍ. Fjórða brotssparkið hjá Ballkani varð eisini brent. Men tíverri so skoraði Lindon Emërllahu averandi brotssparkið.

Sjálvan dystin vann KÍ fult uppiborið 2-1, og KÍ kundi saktans havt vunnið meira, tí teir vóru sum heild væl vandamiklari enn gestirnir Ballkani.

Mads Boe Mikkelsen legði KÍ fram um við einum sera góðum skoti eftir eina hornsparkskombinatión.

Nakrar minuttir fyri tíð javnaði Ermal Krasniqi fyri gestirnar við einum frálíkum fløtum langskotið. 

Nú sá einki út hjá KÍ, men sera væl leikandi Patrick da Silva javnaði beint fyri tíð. So var umdystur, og har kom sum vanligt einki mál, og so var farið til brotssparkskapping.


B36 fall við æru

Uppgávan at koma víðari tyktist ómøgulig, eftir at Viborg vann fyrra dystin í Danmark 3-0.

B36 spældi tó væl upp við Viborg í fyrra hálvleiki. Men í seinni hálvleiki sást alsamt betri, at tað er munur á støðinum í Betri Deildini og Superliguni.

Viborg gjørdi nakrar útskiftingar nakað inn í seinna hálvleik, og tað sást beinanvegin, og í 64. minutti legði Nils Mortimer gestirnar fram um. 

Hóast Viborg nú hevði alt spælið, so eydnaðist Michal Przybilski at javna. Tíverri so eydnaðist eisini Viborg at skora sigursmálið, og so vann Viborg samanlagt 5-1.

Alt í alt eitt væl og viruliga góðkent avrik hjá B36 í Evropa í ár.

B36 – Viborg 1-2 (0-0) (Viborg vann samanlagt  5-1)
0-1: Nils Mortimer 64
1-1: Michal Przybylski 79
1-2: Alassana Jatta 86


U18 gentur nummar 19 í heiminum

Fylg føroysku U18 gentunum í HM-endaspælinum í Norður Makedonia

Føroysku U18 genturnar vunnu dystin um 19. plássið í HM-endaspælinum móti Slovenia. Endaliga úrslitið gjørdist 31-28.

Føroyar vóru framman fyri stóran part av dystinum, og í hálvleikinum var støðan 16-12 til Føroyar.

Slovenia kom kortini aftur í aftur, og seinasta korterið var sera spennandi. Føroyar avgjørdi tó dystin seinastu minuttirnar og gjørdust harvið nummar 19 í heiminum.

Føroyskur toppskjútti var Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe við 8 málum. Maria Pálsdóttir Nólsoy varð vald til dagsins leikara.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 8, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Lukka Arge 4, Karin Egholm 3, Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 3, Karina Debes Heinesen 3, Bjørk Franksdóttir Joensen 2, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1, Barbara Hammer 1, Inga Maria Roysdóttir 1, Silja Heðinsdóttir 1

Haaland kom, sá og sigraði

Vit fylgja 1. umfari í Premier League 2022/2023

Nýggja superstjørnan hjá Manchester City, Erling Haaland, setti øll ivamál til viks, tá ið hann longu í fyrsta dystinum í Premier League skoraði tvey mál. Harvið vunnu meistararnir 2-0 í trupla útidystinum móti West Ham.

Tað merkir, at City longu er tvey stig frammanfyri Liverpool, sum eftir skuffandi avrik móti Fulham mátti taka til takkar við ein 2-2 javnleiki. Á góðu síðuni hjá Liverpool var, at teirra nýggi áleypari, Darwin Nunez skoraði eitt og var við í hinum málinum hjá Liverpool.

Avbjóðararnir hjá City og Liverpool í meistarastríðnum, Chelsea, Tottenham og Arsenal komu øll væl frá byrjan við einum sigri. Arsenal vann fríggjakvøldið fyrsta dystin í Premier League hetta kappingarárið 2-0 á útivølli móti Crystal Palace. Tottenham vann sannførandi 4-1 á Southampton, og Chelsea knógvaði seg til ein 1-0 sigur úti móti Everton.

Hjá United fjeppari var einki at frøast um í fyrsta dystinum hjá nýggja venjaranum Erik ten Haag. Á Old Trafford vann Brighton fyri fyrstu ferð í Premier League, og tað má veruliga sannast, at tykist at verða ein langur og drúgvur vegur hjá ten Haag at endurreisa stórfelagið Manchester United.

Av øðrum úrslitum kann nevnast, at Newcastle helt fram, har teir sleptu, og vunnu 2-0 móti uppflytarnunum Nottingham Forrest.

B68 setti lív í niðurflytingarstríðið

Vit fylgja Betri Deildini hjá monnum um vikuskifti

Dagført 8. august kl. 07.55
Eftir eyðmýkjandi 7-2 ósigurin fyri B68, tykist rímiliga greitt, at Skála má tað tungu leið niður í fyrstu deild

Hinvegin so harðnar stríðið, um at sleppa undan seinna niðurflytingarplássinum, og B68 hevur undir Jákup á Borg spakuliga etið seg inn feløgini beint omanfyri á stigatalvuni, og bráddliga eru NSÍ, AB og 07 Vestur aftur í niðurflytingarvanda.

Við einum 1-0 sigri móti NSÍ í Runavík, vísti EB/Streymur, at teir meina tað í álvara, at teir ikki eru eitt botnlið longur. EB/Streymur bjoðar nú veruliga B36 upp til dans í stríðnum seinasta plássið í Evropa.

Víkingur reistist leygardagin aftur, eftir ósigurin og laka avrikið móti HB mitt í viku. 07 Vestur helt tørn í hálvan tíma, men eftir tað fingu teir ikki eitt bein til jørðina í Sarpugerði, og endin var, at Víkingur vann heili 6-1. 

Stóri maðurin í dystinum var Føroya besti leikari í løtuni, Sølvi Vatnhamar, sum heldur fram í sama stíli, hóast hann nú er vorðin 36 ára gamal.

Eg var til dystin í Gundadali, og har hevði HB ikki stórvegis trupulleikar at vinna 3-0 á AB. HB líkist spakuliga meira og meira sær sjálvum undir nýggja venjaranum. Álopsspælið glíður betri, menn spæla á rætta plássi, og móti AB var eisini nakað av biti í álopinum. So tað er okkurt at frøast um hjá kræsnu viðhaldsfólkunum hjá HB.

Kortini manglar nógv, um teir skulu bjóða KÍ upp til dans, og serliga ørkymlandi, er, at okkurt er heilt galið í verjupartinum. Eins og seinasta kappingarár, so er alt ov lætt at koma til møguleikar móti HB, hóast verjan fyri tað mesta er manna við leikarum, sum hava verið á landsliðnum seinastu árini.

Nærum hvørja einastu ferð AB slapp fram á vøllin, kom teir til ein stóran møguleika, og tað sigur væl eitt sindur, at viðhaldsfólkini hjá HB valdu málverjan, Teit Gestsson, til dagsins leikara, hóast HB hevði bóltin alla tíðina.

Fulham tók Liverpool á bóli


 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Fulham - Liverpool 2-2 (1-0)

Tað er altíð torført at spæla móti einum uppflytara á útivølli á fyrsta leikdegi, og tað mátti Liverpool sanna móti Fulham í dag.

Fulham byrjaði dystin betri, og  uppflytararnir trýstu høgt á vøllinum, og góvu ikki Liverpool frið at spæla. 

Ikki búgvin til evropeiskan fótbólt

 Meining 

Ruðuleikin seinastu dagarnar um dystin millum B36 og Skála hevur víst okkum á, at samskipan av føroyskum landskappingardystum og dystum í Evropa ikki er nóg góð.

Mín meining er, at feløgini, sum umboða Føroyar í Evropa, mugu vera klár upp á at spæla tveir dystir um vikuna tað tíðarskeiðið, tey eru við í Evropa.

Pætur feldi tamar víkingar

 Dystarfrásøgn 

Betri Deildin hjá monnum: HB - Víkingur 2-1 (0-1)

Skuffandi Víkingaspæl

Víkingur hevur leingi verið einasti avbjóðarin hjá KÍ í føroyameistarastríðnum. Men týskvøldið var tað so avgjørt ikki føroyameistarafótbóltur, sum Víkingur vísti í Gundadali móti HB.

Og kortini var nær við, at Víkingur fór til húsa aftur við øllum trimum stigunum. Tí tað mundi eydnast at verja sigurin í hús, eftir at Martin Klein longu í ørðum minutti legði Víking fram um eftir eitt skjótt mótálop.

Darwin stjól myndina frá Haaland

Dysturin um Community skjøldurin merkir, at nú er bara ein vika til Premier League fer í gongd aftur, og í dag møttust tvey tey bestu liðini í Onglandi seinastu árini, Manchester City og Liverpool í hesum søguliga dysti millum meistara og steypavinnara frá undanfarna kappingarári-

Undan dystinum vóru flest eygu vend móti nýggja stjørnuáleyparanum hjá City, norðmanninum Erling Haaland. Men tað var ikki hann, ið fór við dagsins yvirskriftum.

Í staðin var tað nýggi áleyparin hjá Liverpool, Darwin Nunez, sum varð skiftur inn í seinna hálvleiki, sum hevði avgerandi ávirkan á úrslitið.

Yngsti beiggin Ingebrigtsen HM-gull á 5000 metrum

21 ára gamli norðmaðurin Jacob Ingebrigtsen er heimsmeistari í 5000 metra renning. Hann vann rættiliga greitt við tíðini 13.09,24. 
Harvið fær hann endurreisn, eftir a vónbrotið á 1500 metra teininum fyri nøkrum døgum síðan, har tað bara varð til silvurmerkið.

Jacob Ingebrigtsen er tann yngsti av kendu norsku rennibeiggjunum Ingebrigtsen, og hann er tann av beiggjunum, sum hevur bestu úrslitini at vísa á. Í fjør gjørdist hann olympiskur meistari á 1500 metrum.


Niðanfyri sæst, tá ið Jacob Ingebrigtsen vann gullið:




Duplantis nýtt svenskt heimsmet í stangarlopi

Amerikanskt føddi sviin, stangarlopsúrmælingurin, Armand Duplantis, vann í nátt fyrst sítt fyrsta heimsmeistaraheitið, og síðan bøtti hann um sítt egnað heimsmet.

Longu tá ið hann hevði lopið 6,00 metrar var hann heimsmeistari, og í øðrum lopið á 6,21 metrum eydnaðist 22 ára gamla Duplantis at seta heimsmet fyri fimtu ferð. 

Síggj metlopið hjá Duplantis í Twitter-greinini niðanfyri

Duplantis er eitt fenomen í stangarlopið eins og ukrainin Sergai Bubka var tað fyrst í 90-árunum.

Gongdin í heimsmetinum í hæddarlopi síðan 1994 er hendan:
  • 31. juli 1994: Serhij Bubka, Ukraina – 6,14 metur
  • 15. februar 2014: Renaud Lavillenie, Frakland – 6,16
  • 8. februar 2020: Armand Duplantis, Svøríki – 6,17
  • 15. februar 2020: Armand Duplantis – 6,18
  • 7. mars 2022: Armand Duplantis – 6,19
  • 20. mars 2022: Armand Duplantis – 6,20
  • 24. juli 2022: Armand Duplantis – 6,21