Framúr fríspark avgjørdi deydligan grannadyst

Betri Deildin Menn: HB  - B36 1-0 (0-0)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

Tað sá út til, at einki mál fór at verða skorað í Gundadali, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla av grannadystinum millum HB og B36. Men við einum dreymafrísparki sendi Mads Borchers bóltin í málhornið, og so vann HB enn einaferð móti B36, sum ikki hevur vunnið móti HB í fleiri ár.

10 toftamenn argaðu HB

 
Betri Deildin Menn: B68 - HB 0-0 (0-2)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

B68 gav HB góða mótstøðu á Svangaskarði í dag. Men eitt rætt dømt reytt kort seint í fyrra hálvleiki gjørdu uppgávuna enn truplari hjá toftamonnum, sum kortini hildu stand hálvan tíma inn í seinna hálvleik. Tá var Mohamed Samba óheppin at skalla bóltin í egið mál, og nakrar minuttir seinni avgjørdi Mikkel Dahl dystin.

So var HB-spæl aftur at síggja í Gundadali


Betri Deildin Menn: HB - EB/Streymur 6-1 (4-0)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

Mótstøðan, sum illa mannaða liðið hjá EB/Streymi veitti í dag, var kanska ikki nógv at reypa av. Men HB spældi fyri fyrstu ferð, síðan meistaraárið 2020 nakað, sum minnir um frálíka undirhaldandi spælið, sum vit fyrst sóu undir Heimi Guðjónssyni og síðan undir Berthel Askou.

Í dag sóu vit skjótar bóltflytingar, nógvar renningar, langar neyvar tvørsendingar og trýstspæl, sum líktist nøkrum.

Her skal Stórhøllin byggjast


Í løtuni grevur Articon út fyri nýggju Stórhøllini úti í óbygdum í Hoyvíkshaganum. Økið er við Stórutjørn nakað omanfyri ruskstøðina á Hjalla beint við nýggja innkomuvegin til Havnar.

Hetta er ikki staðið, har Stórhøllin upprunaliga var teknað, tí tá var høllin teknað í Hoyvík millum rundkoyringina ovast á Løgmannabreyt og nýggja kirkjugarðin í Hoyvík.

Sävehof tapti - Elias høvuðskaða


Eftir tvær ferðir longda leiktíð tapti IK Sävehof við Eliasi á Skipagøtu og Óla Mittún á liðnum aðru finaluna um svenska meistaraheitið móti IFK Kristianstad 44-45. Liðini hava nú vunnið hvør sína SM-finalu. Tað verða í mesta lagi fimm finalur.

Hesaferð knógvaði HB tvørámonnum




Betri Deildin hjá monnum: HB - TB 4-0 (0-0)
HB hevði aftur trupulleikar av at vinna tann væntaða sigurin móti TB í Gundadali í dag. Men tá ið HB fekk hol á, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki eftir eitt brotsspark, var als eingin ivi um, at HB fór at fáa øll trý stigini.

H71 skrivar søgu eftir søgu


Mynd: Harald Bjørgvin

Burn Deildin, 4. FM-finala
H71 - VÍF 25-21 (13-12), (H71 føroyameistari)


Tað eru longu nakrir dagar síðan, at menninir hjá H71 endurvunnu føroyameistaraheitið og samstundis vunnu greipuna.

Tað serliga er, at kvinnurnar hjá sigursvanda felagnum úr Hoyvík eisini vunnu greipuna nakrar dagar frammanundan, og tað er fyrstu ferð í føroyskari hondbóltssøgu, at bæði kvinnur og menn hjá sama felagi vinna greipuna.

HB gjørdi einki við KÍ


Betri Deildin hjá monnum: HB - KÍ 0-1 (0-0)

Eingin ger nakað við KÍ, og vit kunnu staðfesta, at KÍ hevur beina kós móti FM triðja árið á rað.

Nógv hevur verið tosað um, at KÍ ikki er líka gott í ár sum í fjørð. Men higartil hava gjørt slætt borð í bestu deildini, og hava einans tapt fyri B36 í steypakappingini.

HB mátti næstan vinna hendan dystin fyri at fylgja KÍ. Teir máttu í øllum førum ikki tapa. KÍ kundu gott liva við javnleiki.

Talan gjørdist ongantíð um nakran góðan dyst, og higartil í ár hava oddaliðini ikki spælt við sama neyvleika og orku, sum tey allarbestu liðini undanfarnu árini, har serliga HB og KÍ tey bestu árini hava lyft bestu føroysku deildina upp á nýtt stig..

H71 á meistarakós


Mynd: Harald Bjørgvin

Burn Deildin, 3. FM-finala
VÍF – H71 28-31 (8-14), (støðan er 1-2, eftir 3 finalur av 5 møguligum)

H71 vann triðju FM-finaluna hjá monnum og kann nú gerast føroyameistari annað árið á rað, um teir vinna á VÍF í fjórðu finaluni í høllini í Hoyvík mikukvøldið.

VÍF royndi seg í triðju FM-finaluni við somu uppskrift í álopinum, sum ikki riggaði í aðru FM-finaluni. Heldur ikki hesaferð riggaði, og tí eydnaðist H71 at avgera dystin, áðrenn venjararnir hjá VÍF vaknaðu, og royndu okkurt annað.

VÍF kom ongantíð til Hoyvíkar



Burn Deildin, 2. FM-finala
H71 - VÍF 28-21 (13-8), (støðan er 1-1, eftir 2 finalur av 5 møguligum)

Sum vestmenningur var ikki stuttligt at vera til aðru FM-finaluna í høllini í Hoyvík mikukvøldið. VÍF var als ikki til staðar, og sjáldan um ikki ongantíð hevur eitt lið avrikað so vánaligt í einari FM-finalu. 

H71 vann tí lættliga aðru FM-finaluna í manshondbólti móti VÍF, so at liðini nú hava vunnið hvør sína finalu.

Móti Noregi, Slovenia og Pólandi í Berlin

Føroyar eru bólki D saman við Noregi, Slovenia og Pólandi  í EM-endaspælinum manshondbólti, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Tað var úrslitið av lutakastinum, sum var í Düsseldorf nú seinnapartin.

Bólkur D verður spældur í Berlin, so tað kann væntast at hundraðtals føroyingar leggja leiðina til týska høvuðsstaðin í døgunum frá 10. til 16. Januar 2024.

Áki til Borchers og umvent

Fjórðingsfinala, Løgmanssteypið: B36 - HB 0-2 (0-0)
Tvey mótálop og tvær tvørsendingar avgjørdu reellu “finaluna” í steypakappingin, tá ið havnarfeløgini B36 og HB spældu fjórðingsfinalu í Gundadali í kvøld.

Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær í Gundadal, nú ársins fyrsta lýkka rakti høvuðsstaðin. Tey vóru vitni til ein sera vánaligan fyrra hálvleik, har B36 var eitt vet betri.

Í seinna hálvleiki økti HB leikferðina, og eftir eitt mótálop skallaði Mads Borchers eitt frálíkt innlegg frá Áka Samuelsen í málið. Løtu seinni hevði B36 bóltinum málinum, men linjudómari hevði flaggið á lofti.

Í staðin avgjørdi HB dystin. Nú býttu Borchers og Áki um. Borchers setti í mótálopið ferð á í vinstru síðu, og í hinumegin tók Áki ein ordiligan rennitúr, fekk bóltin frá Borchers, legði hann til rættis, og skoraði hegnisliga úr spískum vinkli.

Besta kvinnuliðið í føroyskari hondbóltssøgu greipuvinnari

Mynd: hsf.fo
SMS Deildin: H71 - Kyndil 25-24 (12-15)
H71 føroyameistari eftir 3 vunnar finalur


H71-kvinnur kláraðu akkurát at hála sigurin heim móti Kyndli í triðju FM-finaluni, og harvið vunnu hoyvíkskvinnur meistaraheitið annað árið á rað og fyri fyrstu ferð nakrantíð greipuna.

Greipusigurin hjá hoyvíkskvinnum er fyribils krúnan á verkinum á einum miðvísum arbeiði á gentu og kvinnusíðuni, sum H71 byrjaði nærum á berum fyri eini 15 árum síðan.

Eftir nógv meistaraheiti í gentudeildunum í fleiri ár, tók H71 kappingarárið 2017/18 tað stóra stigið at melda lið í bestu kvinnudeildina. Nú fimm ár seinni eru tær greipuvinnarar við besta kvinnuliðnum í føroyskari hondbóltssøgu.

HB vann lættliga á turra vøllinum á Eiði

Betri Deildin við monnum:
EB/Streymur  - HB 0-3 (0-2)
Tað var ikki nakar ivi um, hvat var tað betra liðið á Eiði í dag, tá ið EB/Streymur tók móti HB. Havnarmenn vóru omaná frá byrjan, og tað hjálpti sjálvandi sera væl hjá HB, at teir fingu hol á longu í 7. minutti.

EB/Streymur hevði valt ikki at vatna turra vøllin fyri at gera umstøðurnar verri hjá bólttryggu leikarunum hjá HB. Turri vøllurin ávirkaði eisini spælið hjá báðum liðum allan dystin, og hevði eisini ávirkan á fyrsta málið hjá HB.

Alt um EM 2: München, Mannheim ella Berlin (+Düsseldorf)


Skulu Føroyar spæla fyri 50.000 áskoðarum á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf?
Tað tykist longu púra greitt, at heilt nógvir føroyingar ætla sær til Týsklands at stuðla okkara hondbóltshetjum í EM-endaspælinum í manshondbólti í januar 2024. Tí verður í spenningi bíðað eftir hvar Føroyar skulu spæla sínar dystir.

Í innleiðandi bólkaspælinum spæla Føroyar í München, Mannheim ella Berlin (Düsseldorf).

Hallirnar, sum hýsa EM, taka millum 12.150 og 50.000 áskoðarar, so tað skal verða meira enn løgið, um ikki pláss er fyri øllum føroysku áskoðarunum. 

Er tað sum vanligt, fær føroyska hondbóltssambandið eisini tillutað eitt ávíst tal av atgongumerkjum, sum helst er nokk til allan føroyska viðhaldsskara, so at allir føroyingarnir sita saman.


Skulu Føroyar spæla fyri 50.000 áskoðarum?


Undan lutakastinum um innleiðandi bólkarnar er ein møguleiki fyri (16,6%), at føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti vertstjóðini Týsklandi framman fyri 50.000 áskoðarum.

Týsku vertirnir hava nevniliga sett sær fyri at seta nýtt áskoðaramet fyri ein hondbóltsdyst. Tí verður fyrsti dysturin í bólki A spældur á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf, sum tekur 50.000 áskoðarar.

Les meira um býirnar og hallirnar, sum eru vertir fyri EM í manshondbólti 10. - 28. januar 2024.

Alt um EM 1: Lutakast og kappingarskipan

Her at spæla
eru slagorðini hjá EM-endaspælinum í manshondbólti, sum verður spælt í Týsklandi frá 10. til 28. januar 2024, og Føroyar spæla við.

Hetta er fyrsta EM-endaspælið við 24 londum, og í Føroyum eru vit ovurglað og errin av, at okkara landslið er í pottinum, tá ið lutakastið verður í týska býnum Düsseldorf longu nú 10. mei kl. 16.45. 

Tá fáa vit at vita, hvørjum Føroyar skulu spæla móti, 

Øll fara til Týsklands í januar 2024

Manslandsdystur í hondbólti EM-undanbólkur 4
Eysturríki - Føroyar 38-33 (24-16)

Sunnudagin 30. apríl 2023 varð føroysk ítróttasøga skrivað, tá ið størsta bragdið í føroyskum liðítrótti gjørdist veruleiki.

Føroyar hava fyri fyrstu ferð spælt seg til eitt endaspæl í einum liðítrótti fyri vaksin. Føroysku hondbóltsmenninir megnaðu tað ótrúliga, og í januar 2024 seti eg kós móti Týsklandi saman við hundraðtals kanska túsundtals føroyingum, sum fara at stuðla okkara hondbóltshetjum.

Tað er torført at vita, hvat eg skal skriva eftir eitt slíkt bragd, og eg sat faktiskt og græt av gleði í sofuni, tá ið tað var greitt, at okkara dreingir høvdu klárað tað.

Brádliga vóru álvarsom andlitsbrá í sjónvarpsstovuni. Ein danskari hevði roknað seg fram til okkurt heilt annað. Men tíbetur so er danskarar ikki til at líta á 🤪, og ein av drívmegunum í hondbóltssambandinum, Hallur Danielsen, kundi vátta, at vit eru við í EM-lutakastinum, sum verður 10. mei.

Stig móti Eysturríki tryggjar EM-endaspælið


Tað er púra greitt, at ein javnleikur ella sigur móti Eysturríki tryggjar føroysku hondbóltsmonnunum at koma til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024.

Tapa vit móti Eysturríki, er støðan hinvegin sera torskild, og vit kunnu enda við at standa eftir við svartaper í undanbólki 4.

Her er ein roynd at greiða frá torskildu støðuni
(fyrivarni verður tikið fyri feilum tí hetta er torskilt)

Bukaðu Ukraina - EM-dreymurin livir enn

Manslandsdystur í hondbólti EM-undanbólkur 4
Føroyar - Ukraina 33-26 (17-12)
Manslandsliðið í hondbólti greiddi sína uppgávu. Teir greiddu hana enntá væl og virðiliga, tá ið teir í vunnu greiðan 33-26 sigur móti Ukraina. 

Føroyar vóru betri enn Ukraina allan dystin, og við einum Eliasi á Skipagøtu í heimsflokki og einum sera væl uppløgdu Paula Jacobsen í málinum, gjørdist sigurin rímiliga tryggur.

Harvið er triðja plássið í bólkinum nærum tryggjað, og so er spurningurin bara, hvar vit enda, tá ið  støðan millum nummar 3 úr øllum bólkunum skal gerast upp. Tað ber eisini til at náa øðrum plássinum, um alt lagar seg.

Mest týðandi dystur í føroyskari ítróttasøgu

Manslandsdystur í hondbólti EM-undanbólkur 4, í høllini á Hálsi kl. 19.00 26. apríl 2023
Føroyar - Ukraina

Í kvøld verður mest týðandi dystur í føroyskari ítróttasøgu spældur í høllini á Hálsi í Havn, tá ið manslandsliðið í hondbólti kann taka eitt avgerandi fet móti EM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2024.

Dysturin er móti Ukraina, og júst Føroyar og Ukraina kappast um triðja plássið í EM-undanbólki 4. Hetta triðja plássið kann geva pláss í EM-endaspælinum.Atgongumerkini til dystin vóru seld eftir lítlari løtu, og høllin á Hálsi verður sostatt fullsett í kvøld.

Ikki nóg gott

EM-undanbólkur E: Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)

Føroyar fáa sjáldan so góðan møguleika at vinna ein undandyst á útivølli sum í kvøld. Mótstøðuliðið Moldova var ikki nógv at reypa av. Men tað vóru Føroyar heldur ikki.

Kortini vóru Føroyar nógv betri í í fyrra hálvleiki, og tað var uppiborið, at Føroyar vóru framman fyri 1-0.

Eitt frálíkt mótálop byrjaði við einari góðari sending frá Jákupi Andreasen langt aftur á egnari hálvu. Meinhard Olsen rak síðan fram eftir vøllinum, og legði eina minst líka góða sending til Mads Mikkelsen, sum úr eitt sindur spískum vinkli fekk so mikið gott skot á bóltin, at hann fór í málið.

Hóast Føroyar ikki vóru góðir í fyrra hálvleiki, so gjørdist enn og verri í seinni. Liðið lá alt ov langt afturi á vøllinum, og sum hálvleikurin leið, so gjørdust atsóknirnar hjá Moldova alt meira vandamiklar, og tað var bara spurningur um tíð, so fór at enda galið. 

Nakrar minuttir fyri tí dømdi dómarin brotspark, tá ið Heini Vatnsdal kom til at sláa ein áleypara hjá Moldova í høvdið. Brotsparkið sendu moldovar trygt í málið, og so endaði dysturin 1-1.

Eysturríki hjálpti Føroyum

Eftir at okkara manslandslið í hondbólti tapti fyrr í dag tapti móti Rumenia, kom tað sera væl við, at oddaliðið í EM-undanbólki 4, Eysturríki, í kvøld vann 31-28 á Ukraina.

Ukraina var annars framman fyri allan dystin. Men seinasta korterið kom Eysturríki frammum og vann dystin.

Føroyar og Ukraina kappast um at gerast nummar trý í bólkinum.

Brendu alt ov nógv

 

Manslandsdystur í hondbólti EM 24-undanbólkur 4: 
Rumenia - Føroyar 25-17 (14-10) 
Føroysku hondbótsmenninir spældu kanska ikki upp til sítt besta á útivølli móti Rumenia. Kortini var verjuspælið í lagi, og álopspælið var eisini í stóran mun góðtikið. Trupulleikin var bara, at okkara menn brendu alt ov nógvar málmøguleikar.

Einans 17 ferðir eydnaðist at fáa bóltin í málið hjá Rumenia, og tá verður eingin dystur vunnin. Rumenia skoraði 25 ferðir. 

Hetjurnar aftur í eldin

 

Manslandsliðið í hondbólti, leygardagin 11. mars 2023 kl. 15.00
EM 24 undanbólkur 4: Rumenia - Føroyar

Sjónvarpið vísir dystin >> og FM1 varpar dystin út

Seinnapartin kl. 15.00 spæla okkara hondbóltsmenn aftur móti Rumenia, sum Føroyar vunnu móti í mikukvøldið.

Um Føroyar megna at enda á triðja plássi í bólki 4, so er tað helst nokk til at spæla seg til EM-endaspælið í Týsklandi í januar í 2024. 

Hondbóltsmenninir nú á EM-endaspælsplássi

Í okkara EM-undanbólki í hondbólti vann Eysturíki í kvøld 38-31 á Ukraina. Tað merkir, at Føroyar fluttu upp á triðja plássið í bólkinum.

Um gjørt var upp beint nú, so høvdu føroysku hondbóltsmenninir veríð í EM-endaspælinum. Men tað eru 3 dystir eftir. 

Føroyar eru í løtuni  besti 3-arin. Tað eru 8 bólkar, og fýra teir bestu 3-ararnir koma til til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024.

Flúgvandi Hákun skeyt Føroyar til sigurs


Manslandsdystur í hondbólti EM 24-undanbólkur 4: 
Føroyar - Rumenia  28-26 (15-9 )

Á myndini skorar Hákun West av Teigum avgerandi málið í landsdystinum móti Rumenia, og høllin á Hálsi kókaði seinasta hálva minuttin, áðrenn ovurfegnir leikarar og áskoðarar kundu frøast um enn ein stóran sigur hjá føroyska manslandliðnum.

Føroyar vóru annars á veg móti einum greiðum sigri í hálvleikinum, men Rumenia kom skjótt upp á javnt í seinna hálvleiki. Føroysku leikararnir funnu rútmuna aftur, og við sigrinum livdu teir upp til stóru vónirnar undan dystinum.

Í kvøld verður tað: Føroya - Rumenia

Manslandsliðið í hondbólti í høllini á Hálsi, mikukvøldið 8. mars 2023 
kl. 19.00
EM 24 undanbólkur 4: Føroyar - Rumenia

Ùtselt er til EM-undandystin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti móti Rumenia í høllini á Hálsi í kvøld. So allir fyritreytir eru fyri, at vit sleppa at uppliva ein av tíðarinnar hondbóltsdystum í Føroyum.

Føroyar mugu helst vinna fyri at halda fast í møguleikanum at spæla seg til EM-endaspælið.

Sjónvarpið
 hjá KvF vísir dystin beinleiðis, og útvarpsrásin FM1 varpar dystin út.

Borchers gjørdi munin

Dystarfrásøgn
Betri Deildini menn: HB - B68 4-1 (3-1) Dystartøl á faroesoccer.com

B68 loypti veruliga hvøkk á HB, tá ið Sebastian Lau Nielsen legði B68 fram um. Men HB svaraði aftur og vann dystin 4-1. Matthias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Mads Borchers og Jákup Thomsen skoraðu málini.

Samandráttir frá dystunum í 1. umfari í Betri Deildini

B36 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í fyrsta umfarið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Her eru hæddarpunkt, sum Televarpið hevur gjørt frá dystunum í fyrsta umfari.

Eingin tekur menninar hjá H71

Faxe Kondi Steypafinala hjá monnum
H71 - KÍF 25-23 (11-10)
Høllin á Hálsi var fullsett, í minsta lagi 1500 áskoðarar, tá ið H71 vann móti KÍF í steypafinaluni hjá monnum. Finalan gjørdist jøvn og intens, og var avgjørd í seinasta minuttinum.

Fyri nøkrum viku síðan var valla nakar, sum væntaði, at H71 fór at vinna steypakappingini hjá monnum í ár. Men síðan er liðið munandi styrkt við Paula Jacobsen í málinum, og Peter Krogh, sum er við aftur eftir skaða. Teir báðir vóru sera avgerandi í einari sera spennandi finalu, sum kundi havt koppað báðar vegir.

-----------------------------------------

Góð H71-verja
Rói á Skipagøtu byrjaði dystin væl, og H71 kom fram um við nøkrum málum. KÍF hekk tó alla tíðina í, og hevði í fleiri umførum møguleika at minka um munin, men kollfirðingar vóru óneyvir, og í málinum stóð Pauli Jacobsen væl aftanfyri eina sera sterka og hart arbeiðandi verju. 

Brøðurnir Veyhe stýra sterkari verju
Fyrri hálvleikur sum heild merktur av góðum verjum, og sum fyrri hálvleikur leið fekk verjan hjá KÍF við Veyhe-brøðrunum á odda stýr á Róa á Skipagøtu, og so gjørdist bráddliga verri hjá hoyvíkingum at skora.

Eitt leikbrá fekk gongd í H71 aftur, og nakrar ferðir var spælt tunt út á høgra vong, har Bogi Hansen skoraði nøkur mál. Fimm minuttir fyri steðgin var 10-6 til H71.

KÍF kemur fram um
Seinstu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki eydnaðist umsíður KÍF at fáa glið á málskjótingina. M.a. fingu teir nøkur mál upp á skjótálop, og í hálvleikinum var bara eitt mál á muni,, 11-10 til H71.

H71 byrjaði seinna hálvleik betri. Men so svaraði KÍF veruliga aftur. Vuk Stevanovic kom veruliga í gongd við málskjótingina, og Niclas Selvig minti eina løtu, um tað bestu útgávuna av sær sjálvum, sum vit sóu so ofta fyri nøkrum árum síðan.

Peter Krogh vendi gongdini
KÍF fekk nøsina fram um, og álopið hjá H71 steðagaði upp. Hvat ger venjarin hjá H71 so? Jú, hann velur fyri fyrstu ferð i longri tíð at brúka Peter Krogh í álopinum, og líka so týðandi, sum Peter er í verjuni, so gjørdist hann eisini sera týðandi í álopinum júst í røttu løtu.

Sveinur Olafsson í 60 minuttir
Ein leikari, sum vanliga ikki verður nevndur í teimum stóru yvirskriftunum, er Sveinur Olafsson hjá H71. Hann hevur í hálvfinalunum og aftur í finaluni verið ein av mest týðandi leikarunum hjá H71. Í miðverjuni breður hann ikki úr ætt, og stendur einki aftanfyri pápin Olaf Vesturgarð, sum fyri skjótt nógvum árum síðan var verjuskansin hjá H71.

Samanborið við pápin er Sveinur kortini ein nógv meira avslappaður og hugsavnaður ungur maður, sum ikki brúkar orku at berjast og brúka seg. Sveinur spælir hondbólt, og tað dugir hann væl, bæði í verju og álopi. Í finaluni spældi hann í samfullar 60 minuttir, og skoraði 6 týðandi mál.

Pauli stórspældi
Peter Krogh vendi gongdini í álopinum, og í hinum endanum fór Pauli Jacobsen veruliga at standa væl í málinum. H71 kom fram um aftur, og eina løtu, tá ið nakrir minuttir vóru eftir sá út til, at H71 stýrdi beinleiðs móti steypasigrinum. Men so fekk H71 tvær útvísingar og eitt, tvey, trý so hevði KÍF javnað til 22-22. 

H71 kom beinanvegin fram um aftur, Pauli bjargaði enn einaferð og í seinasta minutti skoraði Rói á Skipagøtu averandi málið til 25-23, og harvið vóru menninir hjá H71 steypavinnarar fjórða árið á rað.

Hjartaliga til lukku við steypasigrinum H71

Dómararseðil:






Hoyvíkskvinnur vunnu lættliga


Faxe Kondi Steypafinala hjá kvinnum
H71 - Kyndil   31-27 (17-12)

H71 er steypavinnari hjá kvinnum 2023. Finalan móti Kyndli gjørdist ongantíð spennandi. Til tess var alt ov stórur munur á liðunum.

H71 var framman fyri allan dystin og vann at enda við fýra málum, 31-27.

Hoyvíkingar enn einaferð í finaluni

Faxe Kondi Steypakapping menn, seinna hálvfinalan
H71 - VÍF 32-27 (14-14), samanlagt 54-49

Menninir hjá H71 eru steypafinaluni fyri sjeyndu ferð seinastu átta árini. VÍF má hinvegin enn einaferð staðfesta, at teir ikki eru steypalið, eftir bert eina finalu í 15 ár.

VÍF byrjaði dystin betri. Men H71 kom skjótt aftur í aftur, og í seinni hálvleik fór H71 skjótt frá VÍF og økti spakuliga munin til dysturin var avgjørdur.
Tað fekk avgerandi týdning fyri dystin, at málverjn hjá VÍF, Mladen Mjerimacka, mátti út við skaða.

VÍF stríddi seg til javnleik

Faxe Kondi Steypakapping menn, fyrra hálvfinalan
VÍF - H71 22-22 (12-15)

H71 var framman fyri allan dystin og sá leingi út til at fáa ein lítlan fyrimun við sær til seinnu hálvfinaluna. Seinastu minuttirnar eydnaðist tó VÍF at stríða seg til ein javnleik.

Dysturin var merktur av góðum verjuspæli og vánaligum álopsspælið, og tí sigur tað seg sjálvt, at talan varð um ein málfátækan dyst.

H71 legði best fyri. Umframt eina sera góða verju, var tað serliga Rói á Skipagøtu, sum gjørdi um seg í álopsspælinum. Hann gjørdu nærum sum honum lysti allan fyrra hálvleik.

Lítlibeiggin hjá Elias er veruliga um at traðka úr skugganum hjá stórabeiggjanum og systkinabørnunum við eftirnavninum Mittún. Rói var eisini fyrr í dag á fyrsta seinni tikin út til landsliðið, og í kvøld vísti hann okkum, at hann hevur uppiborið tað.

Eitt skifti í fyrra hálvleiki var H71 seks mál frammanfyri, og tað var ringt at skilja, hví VÍF lat Róa sleppa so lætt til skot, tí tað var sera lítil hóttan í restina av álopsspælinum hjá H71. Móti endaðum av fyrra hálvleiki kom blaðungi, Eyðbjørn Heini Danielsen inn í verjuna at verja Róa, og tað vísti seg beinanvegin at hjálpa.

VÍF spældi vánaligt bæði í verju og álopi í fyrra hálvleiki. Eisini brendu teir nógvar málmøguleikar og høvdu sera torført við at fáa bóltin framvið heimaafturvenda Paula Jacobsen í málinum. Kortini eydnaðist oddaliðnum í bestu deildini onkurvegna at fara til hálvleiks bara trý mál aftanfyri H71, 12-15, og tað skulu vestmenningar vera ógvuliga fegnir um, tí tað kundi verið so nógv verri.

Í seinna hálvleiki steðgaði alt upp hjá báðum liðum. H71 skoraði einasta málið fyrstu sjey minuttirnar, og síðan helt munurin sær á trý fýra málum heilt fram móti dystarenda.

H71 hevur kanska ikki stóra breidd á liðnum hetta kappingarárið. M.a.spældi Rói á Skipagøtu inni allan dystin, og tað var helst ein stór orsøk til, at hann als ikki var so sjónligur sum í fyrra hálvleiki.

Hjá VÍF hevur tað hinvegin eyðkent liðið í ár, at venjararnir brúka allan hópin rættiliga væl, og okkurt skifti tíðliga í seinna hálvleiki vóru nærum allir lyklaleikararnir á beinkinum. VÍF hevur seinastu vikurnar gjørt tað til ein vana at koma aftur í aftur, hóast teir hava verið fleiri mál aftanfyri.

Dystargongdin broyttist, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Eyðbjørn hevði júst fingið sína aðru útvísing í stríðnum at steðga Róa á Skipagøtu, og H71 var tí ein mann í meiriluta á vøllinum. Men H71 gjørdi ikki gagn av meirilutanum, og í staðin fangaði Sjúrður Olsen bóltin, rann frá øllum, og minkaði til 20-22.

Nú skifti dysturin momentum, og heimaáskoðararnir vaknaðu veruliga. H71 skoraði ikki aftur, Hallur Arason minkaði til eitt mál, og Sjúrður Olsen javnaði við brotskasti, eftir at hondbóltsoldingurin, Agnar Joensen, vann VÍF eitt brotskast á strikuni.

Dysturin endaði 22-22, og alt er púra opið undan seinna dystinum, sum verður í Hoyvík sunnukvøldið kl. 19.00.

Eingin er favorittur, men H71 er eitt veruligt steypalið og hevur verið verið í finaluni seks ferðir seinastu sjey árini. Hinvegin hevur VÍF einans verið í einari steypafinalu seinastu 15 árini.

Dómaraseðilin á heimasíðuni hjá HSF



H71 bæði beinini í finaluni

Faxe Kondi Steypakapping kvinnur, fyrra hálvfinalan
Neistin - H71 26-35 (14-17)


Neistakvinnur gjørdu alt, sum var síni makt Men tað var tað ikki nokk, móti væl smurdu hondbóltsmaskinuni úr Hoyvík.

Hóast dysturin var eitt sindur rokaligur við hørðum og kontantum verjuspæli, so var stundum talan um ein góðan og undirhaldandi dyst.

7 feløg spæla hálvfinalur í hondbólti

Spennandi dagar fyri framman, nú heili sjey av føroysku hondbóltsfeløgunum eru við í hálvfinalunum í Faxe Kondi Steypakappingini hjá kvinnum og monnum. H71 er einasta felagið, sum hevur bæði kvinnuliðið og mansliðið í hálvfinalunum.

Kyndilskvinnur og hoyvíkskvinnur favorittar
Fyrri hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar mikukvøldið. Stjørnan tekur móti Kyndli, og hoyvíkskvinnur fara oman í høllina á Hálsi at spæla móti Neistanum. Kyndil og H71 mugu metast at vera rímiliga greiðir favorittar, men talan er um steypakapping, og tá hava verið nógv óvæntað úrslit gjøgnum tíðirnar.

Spenningur hjá monnum
Hóskvøldið eru fyrru hálvfinalurnar hjá monnum. Í Vestmanna tekur VÍF móti H71, og har má oddaliðið í landskappingini, VÍF, metast at vera favorittur. Men H71 hava seinnu árini vant seg við at vinna, og líkt er til, at sera unga liðið hjá H71 verður betri og betri fyri hvønn dyst í verður spældur.

StÍF kann lumpa KÍF
Í hinar hálvfinaluni vitjar KÍF á Skála. Kollfirðingar mugu metast at vera besta boðið at spæla seg í hálvfinaluna. Men StÍF hevur fingið fleiri góð úrslit seinastu tíðina, so hvør veit?

Hondbólturin vann størstu heiðrarnar

Hesi høvdu alla orsøk at vera errin. Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB (Mynd: ÍSF)

Hondbólturin í Føroyum ríður á einum aldutindi, og tað sást aftur á ársins Ítróttafagnaði, sum nú er vaksin so stórur, at hann var hildin í Norðurlandahúsinum. 

Slíkir stásiligir karmar søma seg eisini ÍtróttaFagnaðinum, sum sjónvarpið varpaði út í hvørja stovu í landinum. 

Heimsins bestu triðju ferð á rað og kanska nakrantíð

HM-finala í manshondbólti 2023: Frakland- Danmark 29-34 (15-16)
Við at gerast heimsmeistari triðju ferð á rað, má danska landsliðið seinastu árini helst metast sum eitt tað besta landsliðið nakrantíð.

Danmark og Svøríki í hálvfinaluni - Noreg tveitti sigur vekk


Í hesi grein fylgja Ítróttur og rørsla HM-endaspælinum í manshondbólti

Danmark-Ungarn 40-23 (21-12)
Danmark livdi upp til leiklutin sum favorittur og bukaði heilt einfalt Ungarn av. Tað var ongantíð nakar ivi um nakað sum heltst, og Danmark vann 40-23, og má metast at vera stórfavorittur at vinna HM triðju ferð á rað.

Egyptaland - Svøríki 22-26 (9-15)
Svøríki hevði eitt sindur stórar trupulleikar at basa Egyptalandi. Stóra stjørnan Jim Gotfridsen skaddi sær fingurin týðliga í dystinum og kom ikki inn aftur. Svøríki var kortini framman fyri allan dystin, og í málinum stóð Andreas Palicka sera væl og setti lív í teir 17000 heimaáskoðararnar í Stockholm. Sigurin kom ongantíð í vanda, og endin var at Svøríki vann 26-22.

Noreg – Spania 25-25 (13-12),  29-29, 34-35 
Noreg tveitti bókstaviliga sigurin burtur, tá ið teir fóru í álop 20 sekund fyri tíð og førdu 25-24. Rættiliga leysur móti málinum, valdi ein norðmaður at spæla aftur eftir, og so var púra rætt dømt fyri passivum spæli. Spania tók av, kastaði bóltin fram, og javnaði til 25-25.

Fyrri umdysturin endaði eisini við javnleiki 29-29, og í seinna umdystinum eydnaðist Spania at vinna 35-34. 

Frakland - Týskland 35-28 (16-16)
Seinastu fjórðingsfinaluna vann Frakland á Týskland, sum fylgdi við nakað inn í seinna hálvleik. Frakland vann at enda greitt 35-26.

Noreg er víðari og Danmark næstan

Bólkur 3: Katar – Noreg 17-30 (9-14)
Noreg hevur við greiðum sigri á Katar spælt seg í fjóringsfinalunar. Noreg kom fram um 5-0 beinanvegin, og gavst ikki fyrr enn dysturin var vunnin 30-17.

Seinni í kvøld vann Týskland á Niðurlondum, og tað merkti, at bæði Týskland og Noreg eru klár til fjóringsfinalurnar, har tey møta antin Fraklandi ella Spania.


Bólkur 4: USA – Danmark 24-33 (10-18)
Danmark vann eisini lættliga sín dyst móti USA 33-24. Danmark skal í seinasta dystinum í millumumfarinum hava minst eitt stig móti Egyptalandi fyri at vera tryggir at koma víðari. 

Tapir Danmark, kann Kroatia, um teir vinna ein málmun á 22 mál inn á Danmark, stjala seinasta plássið í fjóringsfinalunum frá Danmark. Egyptaland er komið í fjóringsfinalurnar.

Víðari í FA Cup

 
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

FA Cup, 3. umfar, umdystur: Wolverhampton - Liverpool 0-1 (0-1)

Vit eru víðari til 4. umfar í FA Cup. Harvey Elliott skoraði einasta málið tíðliga í dysitnum við einum frálíkum langskotið í einum skjótum mótálopi.

Málið var avgjørda hæddarpunktið í einum vánaligum dysti, og tað er torført at fáa eyga á nakað annað gott enn sjálvan sigurin.

Vunnu hvør sín hálvleik 14-7


Burn: Team Klaksvík - Neistin 21-21 (14-7)
Dómararseðil á hsf.fo

Team Klaksvík førdi heili 14-7 móti Neistanum í hálvleikinum. Men í hondbólti broytast dystir skjótt, og Neistin skoraði trý tey fyrstu málini í seinna hálvleiki, og kom upp á 18-18, tá ið tíggju minuttir vóru eftir.

Neistin vann seinna hálvleik 14-7, og dysturin dysturin endaði við javnleiki 21-21. Hóri Reginsson javnaði fyri Neistan, tá ið 25 sekund manglaðu.

Avgerandi málið í dystinum

Jóhan í Garðastovu skoraði 6 mál fyri Team Klaksvík, og tað sama gjørdi gjørdi Rasmus Søby fyri Neistan.


Burn: StÍF - Kyndil 29-21 (14-8)
Dómararseðil á hsf.fo

Kyndil var ongantíð frammnfyri móti StÍF á Skála í dag, og tað var ongantíð nakar sum helst ivi um, at StÍF fór at vinna dysti. Í hálvleikinum var 14-8 til heimaliðið, sum vann dystin 29-21.

Bjarni í Selvindi og Jóannes Prestá skorða 6 mál hvør fyri hjá strandingum, og hjá Kyndli skoraði William Summers Nolsøe 5 ferðir.

Evropeiska ævintýrið hjá H71 av

EHF European Cup fyri kvinnur, seinna 1/8-finala,  
Atletico Guardés - H71 28-26 (13-12), (samanlagt 62-57)

Hóast H71 var betri við í seinnu áttandapartsfinaluni, so gjørdust tær ov stuttar, og tað eydnaðist ikki at fáa málmunin frá fyrra dystinum inn aftur. Endin var at H71 tapti 28-26.

Kvinnurnar hjá H71 vardu betri enn fyrra dystin, og H71 fylgdi alla tíðina við heimaliðnum, sum tó nærum alla tíðina hevði nøsina frammanfyri.

Tað manglaði ikki so nógv í hjá H71. Serliga tá ið vit hugsa um, at málverjin hjá Guardés stóð sera væl, og H71 brendi nógvar møguleikar. Í avgerandi løtum hildu kvinnurnar hjá H71 ikki høvdið nóg kalt, og tær tóku ikki av møguleikunum at koma fram um, tá ið hann var har.

Verjuparturin í fyrra dystinum kostaði nógv, og eg tori eisini at siga, at um H71 spældi annan dystin í Føroyum, so kundi útfallið lættliga verið øðrvísi.

Vit takka kvinnunum hjá H71 fyri eitt framúr avrik í Evropa. Tit eru fantastiskar 😀

Neistin og Kyndil kappast um 2. plássið


Tveir dystir vóru í bestu kvinnudeildini í hondbólti í dag.

SMS Deildin: Stjørnan - Neistin 27-30 (13-15)
Dómaraseðil

Størstur spenning var, um Stjørnan fór at geva nummar 2, Neistanum, mótstøðu, og talan gjørdist lutvíst um ein spennandi dyst.

Stjørnan byrjaði betri, og helt so framman fyri teir fyrstu 25 minuttirnar. So vendi Neistin dystinum seinastu fimm minuttirnar fyri steðgin, og í hálvleikinum var 15-13. Í seinna hálvleik bara økti Neistin, og alt sýntist avgjørt, tá ið tað 15 minuttir inn í seinna hálvleik var 26-18.

Seinasta korterið eydnaðist kortini Stjørnuni at fáa spenning í dystin aftur, og seinastu fimm minuttirnar kom Stjørnan tvær ferðir niður á at vera tvey mála aftanfyri. Tað rakk kortini ikki, og Neistin vann 30-27, og er framvegis nummar tvey í SMS-deildini.

Maria Pálsdóttir Nólsoy gjørdi 8 mál fyri Neistan, og Mina Sirdal Henriksen var toppskjútti hjá Stjørnuni við 9 málum.


SMS Deildin: StÍF- Kyndil 38-20 (19-11)
Dómaraseðil

Kyndilskvinnur lótu als ongan iva vera, hvør var tað betra liðið, tá ið tær vitjaðu StÍF á Skála í dag. Kyndil kom fram um beinanvegin og var framman fyri allan dystin. Í hálvleikinum var 19-11 til havnarliðið, sum vann dystin 38-20.

Turið Arge Samuelsen skoraði 14 ferðir fyri Kyndil, og Rebekka Justinussen skoraði 7 ferðir fyri StÍF.

VÍF vann nógv á VB


SMS Deildin: VÍF- VB 38-24 (11-10)
Vágskvinnur fylgdi við fyrra hálvleik, og í steðginum var 11-10 til VÍF.

Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði VÍF eina løtu sjey mál á rað, og so var dysturin avgjørdur. Munurin bara øktist, og úrslitið var 39-24 til VÌF.

Fyri VÍF skoraðu Fríða Nolsøe Olsen og Durita Christophersen Jojic 7 mál hvør, og hjá VB var Durita Krosslá Hjelm toppskútti við 6 málum

Les allan dómaraseðilin á hsf.fo >>

What to do?

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Brighton - Liverpool 3-0 (0-0)
Liverpool tapti heili 3-0 úti móti Brighton, og eingi tekin vóru um, at vánaliga gongdin fer at venda í næstum.

Brighton var betri í øllum lutum, og Liverpool slapp væl við 0-0 í fyrra hálvleiki.

Vánaliga gongdin gjørdist verri í seinna hálvleiki, og skjótt var 2-0 til Brighton. Endin var, at Liverpool tapti 3-0, og kreppan verður djúpari fyri hvønn dyst, sum verður spældur.

Neistakvinnur vunnu á Eiði


SMS-deildin: EB - Neistin 19-29 (13-15)

Sum væntað vunnu kvinnurnar hjá Neistanum ein greiðan sigur á EB á Eiði í gjárkvøldið.

Hóast sigurin var rímiliga greiður, so fygldu eiðiskvinnur væl við fyrstu 40 minuttirnar, tá ið støðan var 17-16 til útiliðið. Men so dró Neistin skjótt frá, og endin var, at havnarkvinnurnar fóru suður aftur við einum sigri á 29-19.

Fyri EB skoraði Nukaaka Petrussen Lybertgh 7 ferðir, og hjá Neistanum Bjørk Franksdóttir Joensen toppskjútti við 8 málum.

Eingir glottar at hóma

FA-cup: Liverpool - Wolves 2-2 (1-1)
Thigao og serliga Alisson góvu Wolves fyrsta málið. Nunez skoraði endiliga aftur og javnaði eftir eina góða sending frá Arnold.

Salah fekk eina gávu og skoraði lættliga til 2-1. Wolves javnaði og skoraði eisini eitt sigursmál, sum helst var skeivt kolldømt av VAR.

Enn ein vánaligur dystur og enn eitt vánaligt úrslit. Nær ferð hetta at venda?

Fyrrverandi italski landsliðsleikarin Vialli deyður


Gianluca Villa hevur seinnu árini stríðst við krabbamein og fór í desembur fyribils úr starvinum sum hjálparvenjari hjá Italia. Nú hann andaðist var hann 58 ára gamal.

Vialli var stóri stjørnuleikarin hjá Italia seinast 80-unum og fyrst í 90-unum. Hann var mest týðandi leikarin, tá ið Sampdoria vann italska meistaraheitið í 1991, og seinni vann hann eisini meistaraheitið við stórfelagnum Juventus.

Vialli endaði yrkisleiðina við trimum kappingarárum í Chelsea, har hann í 1998 gjørdist leikandi venjari. Hann gavst sum leikari á summri í 1998.

Vialli vandi eitt skifti fyrst í øldini Watford, og síðan 2019 hevur hann verið knýttur at venjarahópinum hjá Mancini á italalska landsliðnum, sum gjørdist evropameistari 2021.

Vialli spældi 59 landsdystir fyri Italia fram til 1992. Hann var við í EM-endaspælinum í 1988 og HM-endaspælinum í Italia í 1990.

Eingin tungmálmur at hóma

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Brentford - Liverpool 3-1 (2-0)
Liverpool møtti ongantíð veruliga upp til dystin móti Brentford í London. Serliga fyrri hálvleikur var undir alt lágmark vánaligur, og hóast Liverpool hevði bóltin alla tíðina, so var tað væl ov virðuliga uppiborið, at Brentford førdi við tveimum málum til hálvleiks.

Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki spældi Liverpool við orku og ferð, og tað førdi til eitt mál. Men so fall Liverpool aftur niður í ferð og intensiteti og fór aftur at spæla í gangitempo.

Móti endanum av dystinum skoraði Brentford eitt mál afturat, og vit Liverpoolviðhaldsfólk mugu bara staðfesta, at enn er sera langt upp á tað støðið, sum  hevur eyðkent Liverpool undir Klopp.

Vunnu uttan at skora

  
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Leicester 2-1 (2-1)
Talan var so avgjørt ikki um nakað stórt fótbóltsupplivilsi, tá ið Liverpool vann sær trý stig móti Leicester á Anfield.

Leicester kom fram um beinanvegin eftir sera vánaligt verjuspæl hjá Liverpool, og hóast Liverpool ikki skoraði nakað mál, sum vunnu vit 2-1 takkað verið tveimum sjálvmálum hjá sama spælara.

Óli toppskjútti og avgjørdi við fantastiskum máli

Sävehof hevði barst seg upp á javnt, eftir at hava verið aftanfyri allan dyst. Men tað sá kortini einki út, tá ið Sävehof fekk eina útvísing ein minutt fyri tíð. Lugi misbrúkti kortini yvirtalsmøgueikan, og so fór Sävehof í eitt seinasta álop við seks monnum og tómum máli.

Álopið sá út til at renna út í einki, tá ið okkara Óli Mittún í eyðkendum stílu fintaði seg gjøgnum verjuna og liggjandi vatnrættur í luftini hamraði hann bóltin í málið og tryggjaði Sävehof sigurin 30-29 (málið sæst longri niðri).

Óli spældi í álopinum allan dystin á tamb, og var bara hvíldur av og á í verjuni. Óli spældi skilagott og var kanska heldur varin samanborið við, hvussu vit eru vón at síggja hann herheima.

Í avgerandi løtuni traðkaði Óli í karakter, skoraði upp á tvey brotskøst og skoraði so tað fantastiska sigursmálið í seinasta sekundi. Óli var toppskjútti Sävehof við 9 málum.

Sävehof er nú ósigra í 15 dystir og nummar tvey í Hondbollsligan.