U21EM-undanbólkur G
Føroyar - Hvítarussland 1-0 (1-0)
Á myndini skallar Noah Mneney Føroyar framum 10 minuttir fyri hálvleik. Hetta skuldi vísa seg at gerast sigursmálið í dystinum móti Hvítarusslandi.
EHF European Cup - kvinnur, 2. umfar
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Dystargongdin
Betrideildin við monnum: Víkingur - HB 2-0 (0-0)
Líkindi vóru góð, og nógvir áskoðarar sóu í Sarpugerði Víking vinna oddadystin móti HB 2-0.
HB hevði meira spæl og fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, tó at Víkingur eisini hevði sínar møguleikar.
Í seinna hálvleiki fór Víkingur longri aftur á vøllin, og gjørdi tað trupult hjá HB at fáa álopsspælið at koyra líka væl sum í fyrra hálvleiki.
Og so gjørdi Víkingur tað, sum Víkingur dugir best. Teir revsaðu tveir feilir, sum HB gjørdi, og so var 2-0.
Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen gjørdu málini, og nú er Víkingur veruliga á meistarakós.
Betrideildin við monnum: B68 - HB 1-0 (1-0)
Frøin var stór á Svangaskarði, tá ið B68 heilt óvæntað hevði vunnið á HB, sum bara hevði vunnið og vunnið, síðan teir taptu móti Víkingi í 2. umfari.
Einansta málið í dystinum skoraði Bartal Páll Klein í fyrra hálvleiki, tá ið Viljormur Davidsen hjá HB gleið eftir eina sending frá málverjanum Teiti Gestssyni, og so var 1-0.
HB legði trýst á B68 í undanvindinum í seinna hálvleiki. Men manglandi hugflogið hjá HB, gott verjuspæl hjá B68 og Tórur Thomsen í málinum syrgdu fyri, at B68 vann trý kærkomin og óvæntað stig, meðan HB snávaði í harða meistarastríðnum við Víking.
Betri Deildin við monnum
NSÍ - HB 2-3 (0-1)
Eina løtu sá út til, at NSÍ fór at vinna sær eitt stig móti oddaliðnum HB. Men endin var, at Heðin Hansen við einum langskoti gjørdi tað til 3-2, og so vann HB sum so ofta í ár við einum máli.
HB var nógv betra liðið meginpartin av dystinum. Mikkel Dahl og Sammy Skytte løgdu HB fram um 2-0, og leiðslan var væl uppiborin.
Seinna part av seinna hálvleiki vaknaði NSÍ, og HB misti brádliga alla orkuna. 10 minuttir vóru eftir, tá ið Pætur Hentze sendi eitt flott langskot/innlegg upp um Teit Gestsson, sum spældi sín dyst nummar 400 fyri HB, og Petur Knudsen javnaði ein minutt seinni.
Nú tók HB aftur yvir alt spælið, og sum nevnt, so avgjørdi Heðin Hansen dystin.
Steypakappingin um Løgmanssteypið
HB – VÍkingur 1-0 (1-0) (fyrra hálvfinala)
HB vann fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi. Jacob Johansson legði HB fram um longu í 13. minutti, og sum heild var HB nógv betri í fyrra hálvleiki.
Í seinni hálvleiki var Víkingur betri við, tó uttan at skapa teir stóru møguleikarnar. Ejvind Restorff Mouritsen hjá HB fekk eitt bíligt reytt kort seint í dystinum, og Víkingar hildu, at teir áttu brotsspark, tá ið bólturin kom í hondina á Bartali Wardum inni í brotsteiginum.
Ejvind leggur HB fram um 1-0 |
Betri Deildin við monnum
Skála - HB 0-3 (0-0)
Við 3-0 sigri á útivølli móti Skála er HB komið ájavnt við Víking í stigum heilt uppi í toppinum á stigatalvuni í Betri Deildini.
HB sat á so at siga øllum spælinum á Skála. Men Skála dugdi at gera tað trupult hjá HB at koma til møguleikar, og í hálvleikinum var 0-0.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaðu, so legði Ejvind Restorff Mouritsen HB fram um, og seinastu tíggju minuttirnar øktu Mikkel Dahl og Áki Samuelsen til 3-0.
Seinni avgerandi dystur at spæla seg til HM-endaspælið.
Fyrri avgerandi dystur at spæla seg til HM-endaspæl. Í høllini á Hálsi í Tórshavn 8. mei 2024 kl. 19.00
Nú VIF hevði gott tak á Turið, skoraði Bára Hansen í staðin |
SMS-deildin, 2. hálvfinala (best av 3, Kyndil vunnið 2 og er í finaluni)
Betri Deildin Menn: B36 - KÍ 2-0 (0-0)
Annar oddadysturin í øðrum umfari, var í Gundadali í kvøld, tá ið B36 tók móti KÍ. Dysturin var ikki serliga væl spældur og lítið av samanhangandi spæli var at síggja.
Í fyrri hálvleiki høvdu bæði liðini onkran rímiligan møguleika. Hinvegin var sera langt millum snapsarnar í seinna hálvleiki, og tá ið Anton Søjberg Horup legði B36 fram um tíggju minuttir fyri tíð, var talan um fyrsta veruliga møguleikan eftir steðgin.
Í yvirtíðini økti sami Anton Søberg Horup til 2-0, og so vóru meistararnir sendir aftur til Klaksvíkar við ongum.
Steypafinala í Faxe Kondi kappingini fyri menn
VÍF - Neistin 31-23 (17-12)
VÍF lat ongan iva vera um úrslitið í steypafinaluni móti Neistanum. Liðið hjá VÍF var heilt einfalt betri enn Neistin, sum ikki hevði líka nógvar streingir at spæla upp á.
Stóra hetjan hjá VÍF var ungi málverjin Brandur Silvurstein, sum veruliga traðkaði til, tá ið Mladen ikki hevði ein av sínum bestu dystum
Filip Jojic hevði eisini stillað kanónina rætt inn, og kviki sprellimaðurin, Tróndur Johnsson var ein støðug hóttan móti Neistaverjuni.
Fleiri føroyskir leikarar spældu sera væl í verjupartinum móti Noreg |
Leikarametini verða givin eftir somu treytum, sum Kringvarp Føroya brúkti.
- 5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
- 4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
- 3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
- 2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
- 1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Mynd úr myndarøð á jn.fo |
Dagført landsliðsleikarayvirlit
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Beinleiðis dystargongd
Føroyar á heimasíðuni hjá EHF
Aðrar greinar
EM24: Føroyar í heimsflokki og ekstasa í Berlin
EM24: Føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum
EM24: Hasum kunnu tit vera stoltir av
EM24 - Søguligur spenningur í Berlin
Mynd úr myndarøð á jn.fo. |
(Mynd úr myndafrásøgn á jn.fo) |
Zagallo við HM-steypum |
Zagallo saman við Pelé |
Fyrrverandi brasilski landsliðsleikarin og landsliðsvenjarin Mário Zagallo er deyður 92 ára gamal.
Hann var tann fyrsti, sum vann heimsmeistaraheitið bæði sum spælari og venjari. Hinir eru týskarin Franz Beckenbauer og fraklendingurin Didier Deschamps.Mario Zagallo, the first person to win the World Cup as a player and a manager, has died aged 92. 🇧🇷 pic.twitter.com/7zWqL7Plxw
— Sky Sports News (@SkySportsNews) January 6, 2024
Berlin Mitte (mynd:Wikipedia) |
Mynd: hsf.fo |